Føringatíðindi - 01.01.1890, Side 2

Føringatíðindi - 01.01.1890, Side 2
serskilt ljóð framman unđan e, i og ey. Tað eru fleiri onnur ting úttalini viðrorandi at leggja sær í goym, sum ikki her alt skal nevnast. Tí verri hava fleiri ikki lært at kenna hesar so kallaðu latínsku bók- stavirnar, sum til hendan skrivumátan mugu brukast; tað má tó hopast, at tey við einum góðum vilja lætliga koma eftir tí. Góðir menn hava sagt, sum tað sigst í vísuni, at Forjamálið nú á dogum «đugur neyvt til bóndaskrál». Er tað, sum sagt er, tá mann vera ringt við at gera. Ráð eru tó ímóti óllum óráðum. Duga vit ikki til at flygva upp ájavnt «teir stóru og klóku», so læt okkum halda okkum niðari, har sum vit halda vera nóg hógt. — Lat tað eita bóndaskrál. — Bóndanavnið hevur ikki fyrr verið hundsnavn í Fórjum. Foringafelag er ikki ársgamalt. Tað hevur tí ikki komið nógv av skafti enn. Av fyrstu tíð var tað fáment og hevur enn ikki fleiri enn úti við 200 limir (felags- menn og felagskvinnur); tó hevur tað hegar til vaksið so javnt og hóliga, at tað ikki vísur seg at vera bert eitt upplop, sum summir vilja halđa. Tá ið nakað nýtt kemur upp, — lat tað vera aldrig so gott —, fær tað tó altíð nógv ímóti sær. Hettar hevur Fóringafelag roynt so væl sum nakar. Tey, sum tað minst kundi væntast av, hava kastað hatir á felagio fyri tað, sum tað segðist at streva eftir. Sógu-smettur hava borið út tað, sum óvitigur heilar hava pentað sær saman av ongum. Tað hevur verið sagt, at Fóringa- felag vil vekja hat ímóti Danskarinum og tí Danska málinum, reka alt Danskt út av landinum. Nú má spyrjast: Hevur nakað vitugt fólk hoyrt ella lesið nakað frá felagnum sjálvum, sum kann styrkja hesi freku kiagu? ■—• Kunnu Fóringar ikki elska og æra sítt egið móðurmál, so at teir ikki vilja hava tað burtur tvatlað og blandað við útlendskum orðum, og tillíka æra og læra tað Danska? — Er tað so sterkt fyri neyðini at drepa tað Fóroyska og gera tað til eitt mál, sum ikki er Fóroyskt, og lata okkum læra Danskt, sum ongum er líkt, í tí at vit ikki duga at gera skil millum bæði málini? — Tað er eisini sagt, at Fóringafelag strevar eftir at fáa Fóringar til at sláa seg burtur úr tí Danska ríkinum. Hettar mann vera útlagt av tí, at felagið vil, atFóringar mugu verðasjálvbjargnir. Hvat ið har við meinast er skilliga fram- sett á felagsfundum og útfórt í Dimma- lætting. Var tað nakað rangt í tí, um Fóringar kundu verið sjálvbjargnir, hvór við síni ogn? Var tað ikki eftir ynskjandi, um allir Fóringar kundu verið so fríir í sinni, at ein og hvór so dánt kundi hjálpt sær við sínum egni tánkum og sínum egni orðum, uttan at lána mál frá óðrum, sum papagoyan? /H^er má leggjast til merki, at orðið sjálvbjargin ikki er so stórt, sum ein og annar vil halda. At vera sjálv- bjargin er, at hava tað, ein við neyð kann hjálpast við, — redda ella bjarga seg við sjálvur. Hvór fríir maður má kunna bjarga sær sjálvum í óllum teimum viður- skiftum, her er orðað um. Annað er at taka hjálp, har sum hon er givin frítt og glaðiliga; tað hevur ongin maður skomm av. «Hjálp tú mær í ár, eg hjálpi tær at ári,» er orðatakið. Skamm fáið tú ríva. Eina ferð í konga- handilstíðini var ein genta í N., sum hevði sett allan sín hug til at kunna sleppa burtur úr hesum neyðara landinum Fórjum at læra útlendskar siðir. Hon hevði verið í Havn og sætt skrivarakonuna og aðrar bera klæðir, sum hon helt vera so nógv betri og vakrari, enn tann Fóroyski búnin, at hon ikki bant frið, fyrr enn hon hevði fingið hatt og kjóla. Eisini hevði hon sæt embætsmenn og skipsmenn, sum vóru fínt klædđir og hóvdu so stutligt tos; tí vildi hon nú hvórki hoyra ella síggja Fóroyskar dreingir. Endin var, at hon fekk foreldur síni at lova sær burtir til útlondini. Tey kundu tí gjarna lata hana fara; hon var eitt ódugnadýr, sum einki gott gjórdi heima. Hon var tá stutt fyri Olavsóku komin í eitt av hanđilskipinum, sum lá laðið at fara til Kópinhavn. Teir lættu ankar í góðum veðri og hildu suður igjógnum Nálsoyjarfjðrð. Tá kom meira lot av eystri. Tað var broddur av eystfalli og streymurin var i harðastu mysing, so at tað snorkaði illa í stronginum á bor- tanganum. Har fekk góða gentan annað at kenna enn at sita uppi á landi og byggja harraborgir i tankunum — hvar í hon sjálv var húsfrúgv og kundi sita á stólum og herska yvir nógvum undirfolki. Ikki tordi hon at vera niðri undur og tá ið hon kom upp í kappan fekk hon barmin fullan av sjógv. Yinđurin sýntist nú at stógga við ættina og skiparin fann tí fyri gott at seta

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.