Føringatíðindi - 01.01.1891, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.01.1891, Blaðsíða 2
skera upp haga enn fyrr í tíðini. Tað er ikki tí, at fólk halda tað vera minni fyri neyðini nú enn fyrr, men órðkiskapur og ódugnaskapur hava hjá fieiri tikið yvirhond. Aðrir eru farnir at dríva so nógv uppá sjógvin, at lítil tíð verður til at áverka naka á landi. Av stórbondrinum er nú fáur ella eingin, sum hevur rættar húskarlar — teir hava fyrr givið 15—20 dálar i lðn um árið og duga ikki at rokna út, at óroki- skapur er tann dýrasti húskarlur nakar kann hava. I ein máta er uppskeringin gingin framm á hondina. Nógvur eru nú teir, sum gera arbeiðið við betri skili, enn teir gomlu gjordu. Tá vóru hagaveitir so grunnar, at tær bert leiddu burtur tað vatnið, ið stóð oman á jorðini. Undirgrundin bleiv líka vát og bleyt og griftinar mátti tí skjótt síga saman aftur. Tað er skilligt at síggja, at har sum áir renna undir heilum veksur mest og best græs. Har ger áin somu nyttu sum ein djúp grift. Har sum vatn stendur stilt í undirgrundini, verður jorðin kold, súr og ófruktbar, av ti at luft og vatn ikki kunna koma til at seta upp og niður í moldini og uploysa og fora til græsrðtrinar, tey evnir, sum góðum græsi nýtist til fðði og groði, Tí má ein og hvor, sum sker upp haga leggja sær eina við at fáa veiturnar djúpar. Jarnbrot og ein lættur hakkari eru amboð, sum ikki mugu saknast. I Skot- Jandi brúkast á djúplendum haga, sum er nóg treystur tíl at veiturnar ikki skullu smokka saman aftur, fyrst at taka upp eina veit við forligum torvum, soleiðis sum ga- malt hevur verið í Forjum og síðani við einum torvskera skera eina djúpa og smala rennu í botnin á teirri A^eitini; so verða tær fyrsti torvunar lagdar aftur á aftur, so at veitin verður sum ein á, ið rennur undir heilum. Hesar veitur eru frálíkar, har sum einki kemur á uttan seyður, og um stórdýr koma á hagan, vil tað verða sjáldsamt, at tær typpast. Har, sum meðaldjúpt er, mugu heldur gerast færri og djúpari griftur, enn íieiri eftir tf gamla lagnum; tær gera ikki rætt gagn, fyrr enn tær koma naka niður i gaddin. Ofta kann botast um grynri griftur við at veita smáar áir i tær. Áir- nar mata seg niður so við og við. Her verður ofta gjðrt rangt við at skera grifturnar ovmikið tvort við brekkuni. Har sum lítið hall er, mugu grifturnar gerast nærum beint oman og niðan. Er meiri hall, kunnu tær gerast naka uppá snið, tó ikki ovmikið. Tað er sjálvsagt, at helst má skerast upp, har sum lagdir og blot eru. Ikki geldur tað so nógv um at skera upp keldur, har sum bratligt er, sum at turka blot, hvarí vatni stendur stilt í undirgrundini. (Niðurlagt) »Men heldur vil eg tala flmm orð skilliga við kirkjufólkið, enn tígju túsund orð á fremmandum tungumálum«, skrivar St. Páll í fyrsta brævi sínum til Korinthamanna 14. kap. 10. ø. Mær hevur ofta veríð hugsandi um, hvi prestar okkara ikki fáa í lag at virka eftir hesum orðum apostulins, og meðan eg ikke dugi at svara mær sjálvum til fulnar uppá tað, vænti eg, at onkur av teimum (prestinum) er so beina- samur at greiða mær og oðrum fráhesum. Hvat teir so halda, antin teir meina tað er ónyttugt, ella teir ikki eru forur fyri at prædika við skilligum orðum, mugu teir lata okkum vita. Tað er allvæl satt, sum so ofta hevur verið sagt og skrivað, at prestar og fólkið er ovmikið fremmant fyri hvorjum oðrum her á landi. Fleiri atvoldir í hesum eru bornar upp á mál í »FærøskKirketidende«; eg skal hesu ferð ikki nerta við meiri enn ta einu, som mann gera mestu skilnarsótt millum fólk og prest, og tað sýnist mær at vera, at prestarnir eru ov kærir við tey tígju túsund orðini. Mann vera at mangur heldur at Danskt, sum nú hevur ljóða 350 ár i kirkjum okkara ikki kann kallast ókunnugt fyri Fðringum; men um so var, at hvor Foríngur var kunnugur við hvort Danskt orð, ið talast — og tað er tó minni enn so —¦, apostulin, sum biður okkum tæna Gudi ikki við munninum, men við hjðrtunum, vildi ikki kalla Danskt anna enn fremmant í Fðrjum, tí hjartamálið er íkki meiri enn eitt — móðurmálið. Tað liggur beint fyri at hugsa, at hesin fremmandaskapur, ið nú er sjónligur millum prest og fólk birtist í, tá ið prestar fyrstu ferð boðaðu náðarlærdómin á fremmandum máli, og fyrr enn teir royna at bota um hettar mistakið, ið tá var gjort, fyrr vænti eg aldrig tað ber saman, fyrr kenna prestar og fólk seg aldrig sum eitt. Ivaleyst noyðast prestar at taka mong tung tok áðrenn hettar, sum væl má eita grundarlagið fyri andliga lívi okkara, bðtist; men Fðringar tykjast ti betri nú at eiga prestar, sum ikki skaka sær undan, tá ið um ræður. Har- fyri vóni eg teir fara at ráða okkara kirkjur

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.