Føringatíðindi - 01.01.1891, Qupperneq 3
máli bót, áðrenn langt líður. Av »Færøsk
Kirketidende« og ymsum oðrum, sigja vit
hug, hjartalag og fyritoku hjá monnum í
at rokja embæti síni og verka fyri sálabót
okkara sum prestar. Tá ið vit nú skilja
hvussi væl teir unna okkum, eiga vit eisini j
at íinsa eftir, at teir ikki fara skeivur av |
okkum. Tað liggur a savnundini ella
kirkjufólkinum at lata prestin vita, hvat ið
nýtur og hvar ið nýtur. J.
Skúiin í Kollafirði.
3 ár herfyri gavst av ríkiskassanum
4000 kr. til einu hús áv gróti, sum skuldu
vera til skúlastovu og sethús hjá skúla-
lærarinn. Kommunistýrilsið læt tá arbeiðið
begynna í Januar 1888 og tók til bygginga-
meistara ein skilagóðan og vandan grót-
mann og træsmið, Kristjan á Stykkinum,
sum hevði sær til hjálps 3 smiðir úr Kolla-
firði. Til at fáa gróti framm var nevnt
bygdararbeiði, 60 tímar av hvórjum manni.
Verkið gekk væl frá hondini inntil í Apríl
mánaði, tá ið alt tað frammfórda gróti var
upplagað. Árið eftir varð nevnt meiri
bygdararbeiði, so nógv, sum nýttist til
grótið. Tá, ið aftur varð farið at laga,
kom hin fyrr nevndi meistarin ikki upp í
part. Tann yngsti av lærusveininum \ar
einsamallur settur til at standa fyri byg-
gingini. Soleingi grótarbeiðið var fyri, gekk
alt væl í lag; men tá ið træsmíðingin kom
fyri, tók hann sær ein hjálpara, ein viðgitnan
meistara úr Norðoyjum. Teir fingu tá
húsini undir tak og liðug í allar mátar
í fjór. Nú í heyst, tá ið regnvegrið kom,
fór at leka so tíervuliga, at bórnini máttu
fiytta sessinar hegar og har i skúlastovi
til at sleppa undan leka. Teir rennandi
lekanir vóru 18 og teir dryppande vóru
óteljandi. Eitt farmaskip kom í heyst til
Sjóarhandilin við steintoyi (fótum, tíalda-
keróldum, borðiskum og skálum) og óðrum.
Tað sigst, at óll hesu ílátini vóru havd til
at seta undir leka, og tó máttu stampar og
trog takast til hjálps. Nú eftir Allahalguna
royndi meistarin at lætta trððini, sum liggja
uttan á tekini, men ikki batnaði lekanir av
tí. — Líka so kynstrigt sum nævurin er
lógd uppá takið, er ein av kamarsovninum
settur upp. Tá ið skúlalærarin læt leggja
1, kom allur roykurin inn í kamarið og hann
mátti væl fara tann veginn, tí einki hol
var á kaminini.
Hvór ið skal lata teir peningar, sum
fara til at bóta skúlan, kann eg ikki á at
skynna; tó vildi eg framføra hesar reglur
til at biðja ein og hvónn vara seg fyri at
seta lærusveinin yvir meistarin — sig so
segði gamla Guðrin.
Minnist til at skriva greinuliga uttan á
brov. Aðru hvórja lótu koma villanđist til
Havnar bróv, sum eingin eigari finnist til.
Ofta er tilnavnið rangt — Hansen í staðin
fyri Petersen ella Petersen í staðin fyri
Hansen — oftast bilar tað, at nógv hava
sama navn — hvussi nógv eita ikki A.
Jacobsen ella B. Joensen. Tað er ikki so
lætt at beina slík bróv rættan veg. 011
flðkja verður fyribyrgd, um tað er skrivað
uttan á brævið hvðrjum húsi fólkið býr í
ella hjá hvórjum tað býr.
Hettar bayerska olið, vælsignað! — tað
er so styrkjandi! — tad er so styrkjandi!
— So ljóðar. — Smakkar tað nakað —
(er tað ikki beiskt — hm.!?) — so kostar
tað eisini nakað. Skalt tú keypa so mikið
av hesum vælsignaða ólinum, at tú fært so
nógva fóði, sum er í einum heilum rug-
breyði, tá mást tú harfyri geva 70—100
krónur.
Brudleypsskjóting er gamalur siður. —
Alt gamalt er tó ikki gott. — Skrellingarnir
í Grónlandi og teir heidnu blámenn inni í
Afrika skjóta eisini og gera óljóð, tá ið
tvey »koma saman«.
Nú fyri kortum var sskotið fyri brúður«
inni á Strondum. Ein 19-ára gamalur
drongur, Joen Wang, hevði fylt so nógv
krút í byrsuna, at hon skrædnaðí, tó at
hon var nærum nýggj. Tummilin smyld-
raðist og hondin meinslaðist, so at hon ikki
verður fullgóð aftur.
Sama dag var brúðarparið í einum
óðrum staði so nær fyri skotí. at tey vóru
dúliga dálkaði. Tá, ið brúðurin hevði
tváað burtur av eygunum, vísti seg tveir
reyður blettir á anlitinum,
At taka torv hevur av mangum Fór-
ingi ikki verið hildið fyri tjóaverk.
Ein maður varð av skrivarinum spurdur
um hann vildi ganga við at hann hevðt
stolið. — Nei, tað skuldi hann sjálvur
trúgva sær: ærligur hevði hann verði alla
sína tið. — Tá, ið skrivarin læt hann vita,
at tað var borið prógv, fyri at hapn hevði
verið í annan manns torvluti, helt hann
fyri: »Ja, tað skuldi eingin siga seg so
g ó ð a n, tá ið hann kom framm við annans
krógv við tómum leypi, at hann tá ikki
tveitti eina hvórja torvina í leypin hjásær«.
Hvussi langur var halin á Tobiasa hundi?
Eina ferð á sinni doyði presturin í einum
stórum feitum prestagjaldi. Tá kom til bispin
ein prestur fyri og ánnar eftir at sókjaum
hettar breyð. Bispur vilđi vita, hvat teir
dugdu og spurdi teir um eitt og annað,
sum nógvir av teimum dugdu so dánt at