Føringatíðindi - 01.02.1891, Side 4
syndur av mjoli. Allar vóru, ella eru, lítið
yvur meðal stórd.
í iDimmalætting* er nýliga roknað
800 p. yvir hovur um árið av hvórjari kúgv
her í landinum, og 8 oy. fyri hvónn pott.
R. C. Effersø hevur í einari grein til »land-
húsholdningsselskapið« sett 1000 p. og 10
oy. fyri hvónn pott; tí so mikið fæst úr
mjólkini, um tú ert kónur at gera smór og
ost. Vóru allar kýr líka góðar og líka væl
ansaðar, sum hesar fyrr nevndu, fekkst í
Fórjum hvórt ár 2—300,000 kr. meiri í virði
av kúnum. — Her er tá ein vinnuvegur,
sum av óđugnaskapi liggur í forna til stórt
spell fyri land og fólk.
FRÁ ÚTLONDUM.
Veturin hevur yvur hðvur verið ógvu-
liga kaldur; tað var ikki matari, enn at
»Laura« slapp út fyri gleri.
Fólkatingsmaður okkara skrivar í brævi
til »Dimmalætting«s, at fólkatingið hevur
játtað alt, ið ríkisstýrilsi hevur biðið um til
Fórjar: 200 kr. til læraraskúlan í Havn,
2800 kr. til skúlastovir á Skála og á Selátri
og 350 kr. í styrk til teir mennirnar, ið
hava gjórt garðin um Gótu-eið.
Til vitan (fýrið) á Nálsoy er eisini
játtað at geva 50,000 kr. fyri fyrst.
Tíðindi úr Forjum. Veðurlagið hevur
í hesum nýgja árinum verið vindsamt, so
lítið hevur sloppist á sjógv. í flest óllum
stóðum vísur fiskur seg at vera undir landi-
num. — Úr Suðroy skrivast, at fiskiska-
purin fyri vestan er javngóður, upp ímóti
12 krónum í part. Einn bátur av Tvóroyri
fekk nú ein dagin 9 kr. í part, tó hevur
fiskiskapurin fyri eystan verið ójavnur. —
Nærum eingin Nótaseiður er fingin í Suðroy
í vetur.
Fðringafelags samankoming tret-
tandukvóld. Felagið valdi til nevnd fyri í
ár: J. Olsen (skattmeistari), Just Jacobsen,
Ðione Isaksen, C. L. Johannessen og R.
Effersø (formaður).
Amtmaðurin Buchwaldt komheim
aftur við »I.auru«.
Rýpurnar, ið upp vóru sleptar í Kirkju-
bóreyni í summar, hava verið sæddar í
fleiri stóðum; nakrar har í reyninum við
ungum; nakrar í fjóllinum omanfyri Haldors-
vík og nakrar í Suðroy. í Suðroy var ein
skotin av óvart. Sum fyrr er nevnt, er tað
forboðið at skjóta tær. Tær eru skaptar
nakað sum dúgvur, heldur størri, og lodnar
niður á fðturnar, eru av liti hvítar, mór-
flekkutar ella meiri spróklutar.
Lýsingar.
Hjá skiparinum Jóhann (1 đali) á tinghúsveg
verða fólk hýst biliga í stytri ella longri tið.
Gæs eru at seija hjá Just Jacobsen.
Eitt 6-mannafar við reiðskapi, tjenligt
til útróður í Islandi, er at selja hjá
Jens Olsen.
Gloym ikki at skriva tikkum inn í
sjúkukassan í Havn, har sum ikki er at
gjalda meiri enn 20 oyri hvónn mánað.
Tey, sum eru sjúk fáa 2 kr. um vikuna og
hartil helftina av medicini og doktaralón.
H. C. Olsen, D. Isaksen, J. Lútzen og
O. Mortensen taka ímóti limagjalđi hvðr
í sínum parti av staðnum.
Fðringar,
sum ætla sær at rógva út úr íslandi á ko-
mandi sumri, áttu at farið í postskipinum
til Bildudal við Arnafjórð; tí har er bestur
fiskiskapur á ðllum Vesturlandi, ísafjðrðs-
djúpið frároknað. Sild fæst alt sum oftast
til keyps frá miðjuni á Mai til miðjuna á
Júli. Fiskiskip áttu 'eisini at komi hegar
við sínari veiði; tí her verður fiskur tikin
skjótt og fyri góðan prís. Útróðramenn
frætta greinuligari, um teir senda bræv til
keypmannin
P. i. Tórsteinsson,
Bilđudal, Arnafjórð.
gp^- Lýsingar upptakast í Fðringa-
tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru
hvórt orðið. Av stórri Skrift (corpus) 2 orð
3 oyrur. Enn stðrri skriftir kosta 80 oyrur
fyri 1 tumma í hædd.
»Føringatiðindi« fæst bíliga á óllum
posthúsum í Danmai'ki og Fðrjum, um
blaðið er bílagt framman undan.
Prentað hjá nFæro Amtstiđendes Bogtrykkeri11. — Blaðstýrari: R. £fferso.