Føringatíðindi - 01.03.1891, Síða 2
vit ikki bert standa og hyggja at. Hvussu
munđi tað gingist við at kristna heiðin-
londini, um harrans sendisveinar (mis-
sionærer) sótu heima og bíðaðu, til heid-
ningarnir vóru vorðnir so blíðir, at teir
ongan vildi dripi og meina? Hvat mundu
vit fingið at liva av, um vit ikki rórdu
okkum sjálvi til at vinna okkum nakað?
Eingin veit betri enn prestur, at eitt tað
fvrsta, harrin beyð, var at arbeiða. Tað,
ið velður um, er, at okkara vinna er slík,
at harrin leggur sína signing við, og tað
vóni eg, hann vildi gjórt í einum arbeiði
sum hesum, at fáa hansara heiliga orð at
ljóða í hansara heiliga húsi á hjartamálinum.
Kann tað ikki begynnast nú í smáum?
.ð t tað skal vera forboði at tala á Fór-
oyskum máli í kirkjunum, er tó ovgalið.
Ikki trúgvi eg nú tað, at teir, sum ráði
hava, hóvdu haft mikið ímóti, um ein
prestur bað lova sær at tala landsins mál,
tá ið hann helt seg kunna gera meiri gott
við tí; onkur prestur er so frægur, at hann
so við og við kunđi útlagt okkum bíblina,
og soleiðis kundi mann hóvliga fórka seg
framm.
Tað kundi sagst almikið meir um hettar,
menn tað fer at verða har við hesu ferð, tó
áðrenn eg gevi upp at, vil eg siga, at eg
besta slag kann halda við Vágoyapresti í
tí, at menn, sum eru sannir kristnir, fullvæl
kunnu njóta andligt gagn bæði av at syngja
og tala saman, um tað so enn er, at teir
illa skilja hvónn annan, men tann, sum
heldur seg vera hjálpnan við tann andliga
lærdóm, hann fær við aldri at hoyra um
Gudsríki uttan á einum honum í orðum
hálvt óskilligum máli, hann er kanska
nærum at hugsa tað sama sum maðurin
skuldi siga á sinni, at best mundi vera
ikki at læra ovnógv, tí ella fekk hann meiri
at svara fyri.
Tann, sum slóða vil nýggja gótur fyri
Fóringum, krevur at brúka tol; hann má
ikki missa hugin á, um tað við hvórt heldur
tykist at ganga aftur enn framm. Summir,
sum higar til lands eru komnir, hava
onkuntíð í fyrstini, av tí at teir gjólliga
sógu, at her var nakað at bóta, líkasum
trivið í fyri at fingið eitt og annað í eitt
betri lag; menn tað hevur ikki staðið leingi
við; við tað, at teir hava kent, at ikki gekk
so skjótt og lættligt, sum teir hóvdu hugsað
sær tað, hevur bráttliga verið upp at givið
við ti heila.
Nú er vón til, at tað batnar, at teir
sum royna at hjálpa burturi og hjá ikki
bert lata tað verða eitt »upplop«. Tí er nú
ikki væntandi, at tað skal standa leingi
við, sum C. i »Føringat.« sigur og spyr, at
tá ikki ein av tjúgu prestum fær í lag at
tala Fóroyskt, hví teir tá skulu taka sær
tað nærum ógjórliga verk fyri. Eftir
sógnum, so hevur tó ein av okkara Dónsku
prestum lagt so mikið dent upp á at lært
seg sítt fólks mál, at hann longu er væl
kunnigur í tí, tó stundin enn er stokkut,
síðani hann kom, so tað tykist ikki at vera
nakað ógjórligt verk at læra okkara mál,
og hví skuldi tað verið tað? og tá helst
fyri menn, sum kunna Norróna tungu og
vanir eru at læra tungumál. Tá mátti taó
verið tíggju sinni verri hjá okkum, sum
lítið og einkið hava lært, at nomi teirra
tungumál til fullnar. Og sum fyrr so ofta
hevur verið sag't: »Tá ið tað veldi um at
gjórt seg skiligan fyri hvórjum óðrum, var
tað so ikki hampuligari at io—20 manns
lærdu seg eitt mál, sum 13,000 tala, enn
13,000 lærdu seg eittmál, sum 10—2otala?
Tað erlíkligt, at einFóringur, táiðhanner
burturi í óðrum londum, tosar tað mál,
tey fólk tosa, hann er ímillum, men tað er
ongum líkt, at hann i Fóryum, i sínum egna
landi ikki er so mikil maður, at hann kann
verða sjálvbjargin uttan at fara í fremmanđa
bjálvar, tá ið nakað stendur á.
J-
J. L. Weihe, ella sum Fóringar kalla
hann, I.assen bóndi á Selátri hevur í
»Dimmalætting« skrivað nakað um »Fær-
ingerne og Kređiten« og óll rættulig fólk
vilja halda við honum, at hendan ógvuliga
borgingin er til stóran skaða fyri Fórjar;
men tað vísur seg, sum mangir handils-
menn vilja hava fólk at borga frá sær, ti
so kunnu teir forða teimum at _ganga ov-
mikið til aðrar handilsmenn. í summum
bygdum — soleiðis eystantil áEysturoydni
— fáa fólk ikki pengar frá handils-
monnunum, tá ið tey koma við fiski ella
troygjum, men alt verður skrivað. Tey
fáa so út úr handilinum, hvat tey vilja, og
tað verður eisini skrivað. Soleiðis kunnu
ganga heili ár; fólk avreiða og borga, men
vita ikki, um tey eiga nakað atkeypafyri.
Hava tey nú avreitt fyri størri virði, enn
tey hava keypt, fáa tey onkum tíð avlopið
út, um tey ikki vilja seta tað inn í handilin.
Tað er tó sjáldan so væl, at tey eiga nakað;
oftari hava tey í sínum órviti tikið meiri
út úr handilinum, enn tey hava avreitt; so
fáa tey onkum tíð at vita, at nú skylda
tey so og so mykið. Handilsmaðurin
verður kanska eitt syndur trekari enn fyrr
at lata út, men annans kemur alt aftur í
tað sama gamla myrkrið.
Aðrir handilsmenn- koma straks og
leggja pengar á skívina, tá ið fólk hava
avreitt, men so spyrja teir, um tey ikki
skullu keypa og skuldi ein maður nógvar
dagar upp i slag borið allar penganar til
hús, er óvist, um teir oftari hóvdu verið
lagdír á skivina straks; men mestan altíð