Føringatíðindi - 01.04.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI
C
Nr. 4.
APRÍL 1891.
2. Ár.
Hagarokt og Seyðarokt.
(Uppafturtikið.)
Mýrar og vátlig pettur eru ónyttug og
slcaðilig í haganum, av tí at tað gras, ið
har veksur ikki verður etið av seyði uttan
fyri neyð; og hann fær ikki enntá nýtuliga
foði úr tí græsinum, men verður harav
beinveikur, fær lítið og tunnt blóð, leysa-
vatn og aðra armóð, ikki at gloyma iglar-
nar, sum norast upp í slíkum plássum og
volda seyðinum só miki mein. —- Mýrar,
sum eru uppi við fjoll, sýnast ikki at æla
upp iglar. Tað reyða græsið, ið veksur á
sltkum mýrum, tolur væl frost og gevur
gott »skav«, tí at tað er so sitt. Tó hevur
tað ring fóðievnir í sær — er rættuliga
drepandi fyri seyð, sum ikki er treystur.
Tí var tað eftir ynskjandi, um Fóringar
kundi komi so langt fram við seyðaróktini
at teir líka sum Skotar og íslendingar
kundi lívgað seyðin við óðrum enn skaði-
ligum deyðagræsi. Tá kundi allar mýrar,
bæði í dólum og uppi vi fjóll gjórst turrar
og givið gott beiti fyri seyð og neyt, so
at sRipanin kundi verið stórri, enn hon
er nú.
Iglasóttin stendst ikki upp av tí so-
kallaða iglagræsinum; men av iglaungum,
sum klekjast og veksa í vátum plássum, og
sum so saman við græsinum verða svólgdir
av seyðinum. Tað er gomul roynd, at
iglaungar ikki liva uttan har, sum vátligt
er. í Skotlandi og Týsklandi halda menn
seg vera komnar eftir, at iglaungar ikki
tola dúgligt frost. Tað ber eisini væl
saman við tað, sum đugandi seyðamenn
her í FÓrjum leggja so sterkt dent uppá:
at halda seyðin uppi við fjóll fyrra partin
av vetri (til frostið hevur dripið iglarnar í
undirhaganum). Hettar fæst ikki altíð væl
í lag. Tí er best at útrudda so mikið av
iglaalvunum, sum gjórligt er, við at skera
dúgliga upp haga. Tað sýnist so, atvatn-
sjúkan verður verri í fyrstini hagin verður
skorin upp. Tað mann vera av tí, at seyð-
1 urin legst meiri á tær uppskornu mýrarnar,
i nú ið græsið er farið at batna, og soleiðis
etur meiri iglaungar í seg. Tað sýnist at
Vera best at Ieggja bókkarnar, úr veitinum
koma, við svórinum niður. Tað ræður nógv
um at leggja teir hampuliga, so at teir ikki
typpa fyri omanvatni. Har sum nógvur
kavi er vanur at íeggjast sýnist tað at
vera gagnligt at leggja bókkarnar saman
í stórar túgvur ella heygjar.
Fyri at minka um vatnsjúkuna er tað
ivaleyst hent ikki at lívga nakran seyð,
sum kan ætlast at vera vatnbrekaður; tí
slíkir sej’ðir geva nógd av iglaeggutn frá
. sær til stóran vanđa fyri annan seyð í
haganum. Vatnseyður sleppur ofta ikki
undan, um han sýnist væl í holdum um
heystið, tí mann tað eisini yvur hovur vera
betri at skera hann í tíð, áðrenn ravnanir
hava tikið teirra part.
Umframt upskeringina kann i monguni
j plássum nógv gerast til at bøta um hagan.
At veita vatn út yvir vóllin kann toða hann
j nógv, tá ið tað er vatn, sum hevur góðsku
í sær. Kelđuvatn dugur ikki. Best er tað
j vatn, ið rennur úr vótnum ella tjarnum við
mórubotni, helst har sum fuglar flykkjast í
og yvir hóvur alt vatn, sum sýl kunnu liva
í. — Har sum bratt er, kunnu ofta við lítlum
ómaki veitast burtur áarlókur, sum volda,
at liðir glerstoydast ella at vóllurin loypur
burtur i toybili.
Seyðahús, sum ikki eru ov heit, hava
I víst seg at gera stóra nyttu, i ti at seyður,
sum hevur skjól, hvari hann kann stanđa
við turrum skinni, er meiri hugagóður at
! sókja sær fóðslu, enr seyður, sum pínist av
roki og regni. Ikki minstu nyttuna gera
húsini har, sum seyður iðuliga hevur verið
vanur at fara fyri bakka. — Ti er tað eftir
ynskjandi, at Fóringar mugu leggja meiri
og meiri dent uppá at fáa sær góð seyahús.