Føringatíðindi - 01.04.1891, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.04.1891, Blaðsíða 2
Bráðasótt. Allir seyðamenn i Forjum eru bidnir at telja tann seyð, sum er deyður ella doyr av bráðasótt, frá Jóansðku í fjðr aftur til Jóansoku í ár og lata sýslumenninar ella R. Effersø vita talið. Tað er væntandi, at ráð verða funnin móti besu sótt, áðrenn lang't um líður. Tí var tað best at vita, hvussu nógvan skaða sóttin ger, so at tað kann ætlast hvussu nógv kann kostast uppá, at rudda hana út ella minka um hana. Ivaleyst mann bráðasóttin yvir hovur hvort ár volda eitt tap, sum kann setast tíl mong túsund av krónum, tí at tað er tann mest evnagóði seyðurin, sum hon drepur. Hóvuðsótt gongur í Kvivík; ti mugu menn vara seg fyri at fáa sær hundar haðani. Fyrr havi eg altíð kunnað sæð í sDimmalætting«, hvðrjir av mínum lands- monnum ið deyður eru. Nú er long tíð líðin, sum eingin »de)'ður« hevur verið í blaðnum. Ikki kann tað bera til at Fór- ingar hava hildið upp at við at doygja. Um tað ikki er, vildi eg fegin sætt deyða- mannarullina aftur; tí hon tóktist mær altið at vera tað stuttligasta í blaðnum stóð. Eg biðju ti teg, min góði Kasmus, at heilsa mær vinmanni tínum, sum er blaðstýrari >Dimmalætting«s, um hettar ðrindið. Eg verði altíð vinkona tín, gamla Marjín. I.ítið battí tað, íð Jens Olsen skrívaði, at tað er skomm fyri teir, sum taka sær sendingsgóðs og brðv upp í hendur og leggjast á tað ella ikki beina tað frá sær fyrr enn i úrtið. Nú er Februari mánaður komin at enda ogikki eru »F6ringatíðindí«, sum vóru útgivin tann 5ta komín hegar til staðin. Eg ivíst íkki í, at tey eru send úr Havn í góðari tið og væl veit eg, at tað er fáur dagur, sum ikki far er ímillum ymsar bygdir í Norðstreymoy helst hegar til Vestmannar, sum doktarin býr. Eg hopi, at Jens Olsen í eftirtíðini lærur betri at kenna fólk, so at hann varar seg fyri at lata blððini upp í ótrúgvar hendur. Vestmanna, 28 Febr. 1891. Ólavur á Heygum. Eitt sógubrot. Blað av sóguni um Ternhólra, sum F. he\ur givið „Foringatíðindi''. .....Ternurnar nordist á Ternhólmi. Tær tóku sina mestu foðslu av sjónum, og ongan tíð treyt at vinna tað, ið tær nýttu. Heldur ikki hovdu tær í langa tíð naícran ófrið av rovfuglum. —¦ Tær svoymaðu víða um og sóu mangar ókunnugar fuglar, sum hðvdu hvor sitt mál. Teirra egna mál bleiv sum tað allar tíðir hevði verið: »Kri! kri!«- Ein vakran várdag komu tveir fuglar fiúgvandi eystan av landi og búsettist í einum hamri á hólminum. Hesir fuglar sýntist at vera nær skyldir við ternurnar, tí teir bóru svarta hettu og bláa kápu. Málið var heldur ikki ólíkt. Tað var: »Krá! krá!« Tó vísti hesir ókunnugu fuglar seg i mangar lutir at vera eitt annað slag: teir vóru meiri ývnir í sínum búnaði, vóru seinfðrur og dugdu líti til at vinna nakað av sjónum. Tó fall teimum væl sjómat, tá ið teir kundi fáa nakran til at vinna hann fyri seg. Kjðt vildu teir fegin hava — helst av tí feita. Eggum vóru teir framm fyri alt óðir eftir, og har mundi brellu- lysturin verið teimum at skaða, tá ið ein terna varð varug við, at teir rændu reiðir hennara. Ternan var tá so ððismikil, at teir fingu mikla ræðslu av tí. Har sóu teir, at teír máttu vera við undirlutin, tá ið tað galt i horðum stríði; tí i fimleika hevur ternan ikki sín líka. Tó mundi teir enn sum fyrr vanvirða ternuslagið, sum mátti strevast úti á sjónum eftir smámurti og ððrum neyðara æti, meðan teir kundi sita og pilka og prýða sær hamin aftaná manga góða garnmðrsveitslu. Gott bðli mundi teir halda vera á Ternhólmi; tí komu várið eftír fleiri hjún eystan av Krákunesi og búsettist í hólminum. Tey fingu skjótt eín hóp av ungum, sum allir sðgdu: krá! krá! líka sum tey gomlu. Nú leið ikki longri um, enn nðkur fá ár, so fór hettar nýgja fuglaslagið at halda ting á Tern- hólmi, og har ljóðaði ikki annað enn krá! krá! — Summar av ternanum hildu, at tað var vakrarí at siga: krá! krá! og oll áttu at taka eftír hesum nýkomnu fuglunum, ti at teir vóru so nógv prúðari og so mikið »fínarí«, at teir ikki fmgust við at tuskast úti á sjónum; tó hildu tær flestu ternu- mammurnar, at tað mundi vera longst sum best at líva eftír gomlum siði og brúka forna mál — og hvat gagn var at hava ein ývnan búnað, sum ikki toldi vátan slett. Tí lærdu tær enn ungar sínar at siga kri! kri! og ældu teir upp við sjómati. —¦ Alt sum krákunar nðrdist fingu tær meiri veldi, lðgdu undir seg bróðurpartin av tí, sum rak upp av sjónnm og hartil alt, sum ter- nunar veiddu og ikki ótu vi tað sama. Nú

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.