Føringatíðindi - 01.04.1891, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.04.1891, Blaðsíða 4
ikki kundi koma framm. Sunnantil á ír- íandi og Einglandi hevur kavin og kuldin verið av tí mesta. í Eysturhavi og" út í Kattegat hevur sigling yvur hovur .verið tiógv tarnað og í summum stoðum typt av ísi. Tiðindi úr Fórjum. Veðurlagið hevur hendan mánaðin, ið fór, verið yvir hovur vindsamt. Fyrra partin vóru nakrir fáir lágættadagar. Síðani hevur kuldin verið út av lagi og hartil ikki lítið av kava. Seyðurin, sum fyrr var treystur, er fyri norðan ótrúliga nógv aftur farin. Fiskiskapurin hevur yvir hovur verið góður, tá ið sjóveður hevur verið. A Vágahavinum hevur borið eina best til. Tórsdagin ig. Mars var á morgni av besta vegri. Tá ið dagurin leið, brast á ein stormur av útnorðingi og norði til landnorðing. Tað var rætt feigdarveður, tó hendi eingin skaði, so víða sum frætt er. Lukkan var, at streymurin var góður, og sjóslætt framman undan. Fleiri bátar vóru ladnir av fiski, men mátti kasta hvonn murt. Verst var vegrið í Vágahavi og Vestmanna flógva. Av Kvivíksbáttmum kom ikki meiri enn ein aftur til sín sjálvs. iíinir settu upp í Vágum og í Koltri. Ein Sðrvágsbátur máttu liggja alla náttini undur bjorgunum. Fleiri smábátar úr Ha.vn vóru eystan fyri Nólsoy. Teir komu aftur ,so við og við um kvoldið og náttina. Úr Suðuroy frættist, at harðvegrið ikki helt á meiri enn okkurt um ein tíma. Ein Rituvíksbátur, sum hevði verið í Havn við torvi og helt heim aftur um kvoldið skírisaftan, væntaðist í »Dimma- lættings at vera burturgingin. Tað bagdi einki, uttan at mennir hildu »gleðiligar páskirt. Teir vóru komnir til Nólsoyjar um náttina. Fleiri av fiskiskipinum hava verið ínni L Havnini. Tað sigst at vera heldur væl av stórum fiski á bankanum. »Nordlysetc hevur fingið 15 hundrað, »Gauntlet« 16, »Prosperous« 18 og >Delphinen<: 22. Ur Suðroy frættist at fiskiskapurin í torra hevur givið litið av sær, tí at vegrið var stormandi í heilum. Ein Hvalbýjar bátur sum var á Pállsgrunni ein dagin seinast í torra, fekk 8 krónur í part. — Seyðurin hevur verið treystur, tó er nú farið at doygja í vatni. Bráðasóttin hevur í stóðum dripið nógv. — Rekaviður kom nógvur um fastulavn og tað tíðina út eftir. Teir fyrstu plankarnir, sum vóru funnir, vóri ikki makketnir og sýntist at vera lítið vatngingnir. Eitt petti av einari navnafjol rak á Vágseiði. Tað var so vorið, sum Norsk skip eru von at hava á afturendanum. Staðsnavni ætlast at hava verið á hinum endanum. Teir stavir, sum skiltist, vóru: ROSA. Eygnasjúkan gongur enn við sama lagið í Eysturoy. Mest sæst hon í Nes sókn. I Norðskálahaganum hevur hon gingið nógv 1 vetur, tó sæst har lítið til hennara nú. Við »Thyruc kom triðja páskadagtil Havnar Norðstreymoya prestur I. K. Madsen ^ið kjnu og einum ^barni. Tvímastrað fiskiskip »Cyclone<-. 74 Tons, sum skiparin Jon Joensen hevur keypt í Aberdeen fyri eitt fiskifelag í Havn, kom hegar pálmasunnudag. Lýsingar. Reimar og leðurslirar og klæðsekkar fært tú hji Pram Olsen. Eitt 6-mannafar, sum stendur á Bakkafjorði (íslandi), seljist biliga. Finsen visur á. Beinamjol og Guano (fabriksto) fæst bíliga frá N. Olsson við Rættará. Góðir eikikjalir til stór- og smábátar seljast fyri lágan prís. A. W. fiestorff vísur á. Eitt brúkt 4-mannafar er at selja, við ella fyri uttan reiðskapi. Jens Olsen vísur á. Foroyskar visur seljast hjá H. N. Jacobsen fyri 6 oýri hvort hefti. Frálíka gott blikktoy fæst hjá Blikkslágarinum í Havn. Fðringafelag stevnist til saman- koming í gomlu fútahúsum annan hvitusunnudag kl. 3. Lýsingar upptakast í Foringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru hvort orðið. Av storri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn storri skriftir kosta 80 oyrur íyri 1 tumma í hædd. »Føringatíðindi(c fæst bíliga á ollum posthúsum í Danmarki og Forjum, um blaðið er bilagt framman undan. Prentað hjá „lr3er» Amtstidendes Bogtrykkeri". —; Blaðstýrari: R. Effers».

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.