Føringatíðindi - 01.04.1891, Qupperneq 4

Føringatíðindi - 01.04.1891, Qupperneq 4
ikki kunđi koma framm. Sunnantil á ír- | landi og Einglandi hevur kavin og kuldin verið av tí mesta. í Eysturhavi og út í Kattegat hevur sigling yvur hovur yerið nógv taniað og í summum stoðum typt av ísi. Tiðindi úr Forjum. Veðurlagið hevur hendan mánaðin, ið fór, verið yvir hovur vindsamt. Fyrra partin vóru nakrir fáir lágættadagar. Síðani hevur kuldin verið út av lagi og hartil ikki lítið a\ kava. ! Seyðurin, sum fyrr var treystur, er fyri j norðan ótrúliga nógv aftur farin. Fiskiskapurin hevur yvir hovur yerið góður, tá ið sjóveður hevur verið. A Vágahavinum hevur borið eina best til. Tórsdagin 19. Mars var á morgni av besta vegri. Tá ið đagurin leið, brast á ein stormur av útnorðingi og norði til landnorðing. Tað var rætt feigdarveður, tó hendi eingin skaði, so víða sum frætt er. Lukkan var, at streymurin var góður, og sjóslætt framman undan. Fleiri bátar vóru ladnir av fiski, men mátti kasta hvonn murt. Verst var vegrið í Vágahavi og Vestmanna flógva. Av Kvíviksbátunum kom ikki meiri enn ein aftur til sín sjálvs. j Hinir settu upp í Vágum og i Koltri. Ein Sðrvágsbátur máttu liggja alla náttini endur bjorgunum. Fleiri smábátar úr Havn vóru eystan fyri Nólsoy. Teir komu aftur _so við og við um kvoldið og náttina. Ur Suðuroy frættist, at harðvegrið ikki helt á meiri enn okkurt um ein tíma. j Ein Rituviksbátur, sum hevði verið í Havn við torvi og helt heim aftur um kvoldið skírisaftan, væntaðist í >I)imma- lættings at vera burturgingin. Tað bagdi einki, uttan at mennir hildu xgleðiligar páskirc. Teir vóru komnir til Nólsoyjar um náttina. Fleiri av fiskiskipinum hava verið ínni á Havnini. Tað sigst at vera heldur væl av stórum fiski á bankanum. »Nordlyset« hevur fingið 15 hundrað, »Gauntletc 16, »Pro_sperous« 18 og »Delphinen« 22. Ur Suðroy frættist at fiskiskapurin í torra hevur givið lítið av sær, tí at vegrið var stormandi í heilum. Ein Hvalbýjar bátur sum var á Pállsgrunni ein dagin seinast í torra, fekk 8 krónur í part. —- Seyðurin hevur verið treystur, tó er nú farið at doygja í vatni. Bráðasóttin hevur í stoðum dripió nógv. — Rekaviður kom nógvur um fastulavn og tað tíðina út eftir. Teir fyrstu plankamir, sum vóru funnir, vóri ikki makketnir og sýntist at vera lítið vatngingnir. Eitt petti av einari navnafjól rak á Vágseiði. Tað var so vorið, sum Norsk skip eru von at hava á afturendanum. Staðsnavni ætlast at hava verið á hinum endanum. Teir stavir, sum skiltist, vóru: ROSA. Eygnasjúkan gongur enn við sama lagið í Eysturoy. Mest sæst hon í Nes sókn. I Norðskálahaganum hevur hon gingið nógv í vetur, tó sæst har lítið til hennara nú. Við »Thyru« kom triðja páskadagtil Havnar Norðstreymoya prestur I. K. Madsen \)ið konu og einum bami. Tvímastrað fiskiskip »Cyelone«. 74 Tons, sum skiparin Jon Joensen hevur keypt í Aberdeen fyri eitt fiskifelag í Havn, kom hegar pálmasunnudag. Lýsingar. Reiraar og leðurslirar og klæðsekkar fært tú Iijá Pram Olsen. Eitt 6-mannafar, sum stendur á Bakkafjorði (íslandi), seljist bíliga. Finsen visur á. Beinamjol og Guano (fabrikstó) fæst biliga frá N. Oisson við Rættará. Góðir eikikjalir til stór- og smábátar seljast fyri lágan prí.s. A. W. BestorfF vísur á. Eitt brúkt 4-mannafar er at selja, við ella fyri uttan reiðskapi. Jens Olsen vísur á. Foroyskar vísur seljast hjá H. N. Jacobsen fyri 6 oýri hvórt hefti. Frálíka gott blikktoy fæst hjá Blikkslágarinum í Havn. Fðringafelag koming í gomlu fútahúsum annan hvitusunnudag kl. 3. Lýsingar upptakast í Fóringa- tíðinđi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru hvort orðið. Av stórri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn stórri skriftir kosta 80 oyrur fyri 1 tumma í hædd. »Føringatíðindi« fæst bíliga á óllum posthúsum í Danmarki og Fórjum, um blaðið er bílagt framman undan. Prentað hjá „Iræro Amtstidendes Bogtrykkeri'1. — Blaðstýrari: R. Efferso.

x

Føringatíðindi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.