Føringatíðindi - 01.04.1891, Blaðsíða 4
ikki kunđi koma framm. Sunnantil á ír- |
landi og Einglandi hevur kavin og kuldin
verið av tí mesta. í Eysturhavi og út í
Kattegat hevur sigling yvur hovur yerið
nógv taniað og í summum stoðum typt
av ísi.
Tiðindi úr Forjum. Veðurlagið hevur
hendan mánaðin, ið fór, verið yvir hovur
vindsamt. Fyrra partin vóru nakrir fáir
lágættadagar. Síðani hevur kuldin verið
út av lagi og hartil ikki lítið a\ kava. !
Seyðurin, sum fyrr var treystur, er fyri j
norðan ótrúliga nógv aftur farin.
Fiskiskapurin hevur yvir hovur
yerið góður, tá ið sjóveður hevur verið.
A Vágahavinum hevur borið eina best til.
Tórsdagin 19. Mars var á morgni av
besta vegri. Tá ið đagurin leið, brast á
ein stormur av útnorðingi og norði til
landnorðing. Tað var rætt feigdarveður,
tó hendi eingin skaði, so víða sum frætt
er. Lukkan var, at streymurin var góður,
og sjóslætt framman undan. Fleiri bátar
vóru ladnir av fiski, men mátti kasta hvonn
murt. Verst var vegrið í Vágahavi og
Vestmanna flógva. Av Kvíviksbátunum
kom ikki meiri enn ein aftur til sín sjálvs. j
Hinir settu upp í Vágum og i Koltri. Ein
Sðrvágsbátur máttu liggja alla náttini
endur bjorgunum. Fleiri smábátar úr
Havn vóru eystan fyri Nólsoy. Teir komu
aftur _so við og við um kvoldið og náttina.
Ur Suðuroy frættist, at harðvegrið
ikki helt á meiri enn okkurt um ein tíma. j
Ein Rituviksbátur, sum hevði verið
í Havn við torvi og helt heim aftur um
kvoldið skírisaftan, væntaðist í >I)imma-
lættings at vera burturgingin. Tað bagdi
einki, uttan at mennir hildu xgleðiligar
páskirc. Teir vóru komnir til Nólsoyjar
um náttina.
Fleiri av fiskiskipinum hava verið ínni
á Havnini. Tað sigst at vera heldur væl
av stórum fiski á bankanum. »Nordlyset«
hevur fingið 15 hundrað, »Gauntletc 16,
»Pro_sperous« 18 og »Delphinen« 22.
Ur Suðroy frættist at fiskiskapurin í
torra hevur givið lítið av sær, tí at vegrið
var stormandi í heilum. Ein Hvalbýjar
bátur sum var á Pállsgrunni ein dagin
seinast í torra, fekk 8 krónur í part. —-
Seyðurin hevur verið treystur, tó er nú
farið at doygja í vatni. Bráðasóttin hevur
í stoðum dripió nógv. — Rekaviður kom
nógvur um fastulavn og tað tíðina út eftir.
Teir fyrstu plankamir, sum vóru funnir,
vóri ikki makketnir og sýntist at vera lítið
vatngingnir. Eitt petti av einari navnafjól
rak á Vágseiði. Tað var so vorið, sum
Norsk skip eru von at hava á afturendanum.
Staðsnavni ætlast at hava verið á hinum
endanum. Teir stavir, sum skiltist, vóru:
ROSA.
Eygnasjúkan gongur enn við sama
lagið í Eysturoy. Mest sæst hon í Nes
sókn. I Norðskálahaganum hevur hon
gingið nógv í vetur, tó sæst har lítið til
hennara nú.
Við »Thyru« kom triðja páskadagtil
Havnar Norðstreymoya prestur I. K.
Madsen \)ið konu og einum bami.
Tvímastrað fiskiskip »Cyelone«.
74 Tons, sum skiparin Jon Joensen hevur
keypt í Aberdeen fyri eitt fiskifelag í Havn,
kom hegar pálmasunnudag.
Lýsingar.
Reiraar og leðurslirar og klæðsekkar fært tú Iijá
Pram Olsen.
Eitt 6-mannafar, sum stendur á Bakkafjorði (íslandi),
seljist bíliga. Finsen visur á.
Beinamjol og Guano (fabrikstó) fæst
biliga frá N. Oisson við Rættará.
Góðir eikikjalir til stór- og smábátar
seljast fyri lágan prí.s. A. W. BestorfF
vísur á.
Eitt brúkt 4-mannafar er at selja, við
ella fyri uttan reiðskapi. Jens Olsen vísur á.
Foroyskar vísur seljast hjá H. N.
Jacobsen fyri 6 oýri hvórt hefti.
Frálíka gott blikktoy
fæst hjá Blikkslágarinum í Havn.
Fðringafelag
koming í gomlu
fútahúsum annan hvitusunnudag kl. 3.
Lýsingar upptakast í Fóringa-
tíðinđi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru
hvort orðið. Av stórri Skrift (corpus) 2 orð
3 oyrur. Enn stórri skriftir kosta 80 oyrur
fyri 1 tumma í hædd.
»Føringatíðindi« fæst bíliga á óllum
posthúsum í Danmarki og Fórjum, um
blaðið er bílagt framman undan.
Prentað hjá „Iræro Amtstidendes Bogtrykkeri'1. — Blaðstýrari: R. Efferso.