Føringatíðindi - 01.04.1891, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.04.1891, Blaðsíða 3
royndu tær at læra ternunar, at tað var ósamuligt at siga: »kri! kri!«. Tó varð ikki tikið eftir hesin lærdómi — líka líti nú sura fyrr. Heldur ikki logdu ternu- mammurnar seg eftir at kradda og draga so mikið saman til reiður sum krákurnar, tí at tað sást skilliga, at unganir vóru treystari og heilsusterkari í tí berliga bólunum. — Tá ið nokur tíð var umliðin, vóru krákurnar so nógvar, at ikki vóru fleiri góð krákubolir at fáa í hólminum — sjórok og kulda kundi tær ikki tola, ogat byggja á slottum volli ella á eyri sámdi teimum ikki. Tí fluttu nógvur av<ungunum eystur aftur til Krákunes, men vitjaði tó Ternhólm, tá ið teir hildu naka vera at vinna. Ternunar livdu enn væl á hólminum og tað var hendingur, at nakar av teimum settist aðrastaðins burtur. Tá, ið líti var at vinna nærindis, svoymaðu tær víða út yvir havið. 25 prestar hava verið i Norðstreymoy ' tey 35° árini, síðan Lutheriska trúgvin bleiv ráðandi í Forjum. Tann fyrsti av teimum var prestur har í 50 ár, ein annar var 3q ár og so framm eftir. Nú minnast meðalaldurs menn ioprestará »Kirkjuteig«. Har eru ikki mong ár uppá hvonn av teimum. Dýnur leka ofta dún. Ringt er at dúnið fer til spillis; verri er ónosligheitin av at hava puið flúgvandi um húsið. Hettar kann fyribyrgjast um dýnan er nokurlunda tætt vovin og hon verður væl strokin innan við voksi. Voksið eigur ikki at klínast tjúkt uppá, men bert solkast so mikið, at dúnið loðar við í óllum stoðum. Eggjagoymsla. Oftað verður klagað yvir at egg, sum koma av bygd tilHavnar at selja hava ringan smakk. Tað geldur fyrst og fremst um at hava reiðrið av turrum óspiltum hálmi ella hoygji. Egg, sum liggja longri tíð í vátum ella fúnaðum reiðri faa modnan smakk. Best goymast egg har sum turt og kalt er; tó er ikki gott at leggja tey uppí gjóstri, so at maturín svinnur í teimum. Um eggíð verður dálkað i reiðrinum, má tað íkki gerast vátt, fyrr enn tað er tikið til at brúka, annars spillist tað skjótari. Ættarskil kann fáast við ongari kompass, um ikki sólin sær, tá ið ein veít, hvussi framm er. Tá ið knívsoddur verður settur niður á naglin, sæst ein skuggi, sum verður minstur, tá ið eggin horvur beint ímóti sólini. Hettar sæst skilliga, hvussi tjúkt tað er í regni, mjórka ella kavaroki. Um náttina kann líkaleiðis finnast, hvar ið mánin er. — Har, sum brótt fjoll ella hamrar skýma burtur sólina, kann skuggin tó visa ovugt. Ring er tann kvornin, ið ikki veksur á. Til Vestmannar frættist, at 18 fólk í Havnini hovdu brotið armar ella leggir um nýgjárstíðina. Summi hildu at- voldína í hesum mest vera tað, at fólkið hevur fingið so ótreyst bein nú, síðani tey fóru at keypa so nógv rísgrýn úr hand- linum. — Tað sanna er, at fimm hovdu meitt seg. Basiliskaræðslan. Ein kona átti 3 honir og ongan hana. Tó hoyrdi hon nú fyri kortum, at tað gól íðuliga á vaglinum. Hon hugsaði, at ein av honunum var blivin til hana og óttaðist fyri, at hann skuldi fara at verpa ein »basilisk«. Eftír sum hon ikki visti, hvor av teimun tað var, tók hon og skar tunguna úr óllum trimum. Einkið' hjálpti hettar — tað gól enn sum fyrr. Tað einasta hon vann, var, at ein hðnan fekk svølling í svólgrúmið og doyði. Nú er her til at siga, at hendan konan átti at bott, fyri tí at hon hevur pínt og meinslað honur sínar. — Býttligt var tað at skera tunguna burtur; tí hanar gala ikki við tunguni men við barkakýlinum. — Heldur ikki galt tað um at taka málið frá honini. Honur fáa hug til at gala, ta ið nátúrin verður sjúk, — tá ið brandur ella svollingur kemur í teir lutir, sum egg- bollinir veksa út úr, líka sum kýr fáa tarvamál, tá ið brandur kemur í móðurlutir teirra. FRA UTLONDUM. I Danska riksdagnum er friðaligari. enn vant hevur verið í n'ong ár. Flein Foroyskar lógur eru væl á veg. Granna- stevnulógin er naka broytt í fólkatinginum, tó hopast, at hon verður liðug í góðum skili. I oðrum ríkjum hevur eisini verið nokurlunda friðalígt í vetur, uttan i Chili í syðra partí av Ameríka, Har hava ófriða- kroppar begynt at gera herverk í staðnum Iquique og hava har dripið um 200 konur og bórn. Ófriðurin kom skjótt víðari út um landið. I suðurlondinum hevur veturin verið kaldari enn nakar veit frá at siga. Skalvar hava gjort stóran skaða í fjollinum sunnar- laga í Italien har sum ikki er vant atvera kavi. Infirðirnir á vestursíðini av Franka- ríki hava verið lokaðir av gleri, so at bátar

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.