Føringatíðindi - 01.04.1891, Blaðsíða 3
royndu tær at læra temunar, at tað var
ósámuligt at siga: »kri! kri!«. Tó varð
ikki tikið eftir hesin lærdómi — h'ka líti
nú sum fyrr. Heldur ikki lógdu temu-
mammumar seg eftir at kradda og draga
so mikið saman til reiður sum krákurnar,
tí at tað sást skilliga, at unganir vóru
treystari og heilsusterkari í tí berliga
bóíunum. — Tá ið nokur tíð var umliðin,
vóru krákurnar so nógvar, at ikki vóru
fleiri góð krákubðlir at fáa í hólminum —
sjórok og kulda kundi tær ikki tola, ogat
byggja á slóttum vólli ella á eyri sámdi
teimum ikki. Tí fluttu nógvur av^ungunum
eystur aftur til Krákunes, men vitjaði tó
Ternhólm, tá ið teir hildu naka vera at
vinna. Ternunar livdu enn væl á hólminum
og tað var hendingur, at nakar av teimum
settist aðrastaðins burtur. Tá, ið líti var
at vinna nærindis, svoymaðu tær víða út
yvir havið.
25 prestar hava verið í Norðstreymoy j
í tey 350 árini, síðan Lutheriska trúgvin !
bleiv ráðandi í Fórjum. Tann fyrsti av j
teimum var prestur har í 50 ár, ein annar
var 39 ár og so framm eftir. Nú minnast
meðalaldurs menn 10 prestar á »Kirkjuteig«. j
Har eru ikki mong ár uppá hvónn av I
teimum.
Dýnur leka ofta dún. Ringt er at dúnið
fer til spillis; verri er ónosligheitin av at
hava puið flúgvanđi um húsið. Hettar kann
fyribyrgjast um dýnan er nókurlunda tætt
vovin og hon verður væl strokin innan við !
voksi. Voksið eigur ikki at klínast tjúkt i
uppá, men bert solkast so mikið, at dúnið
loðar við í óllum stóðum.
Eggjagoytnsla. Oftað verður klagað
yvir at eg'g, sum koma av bygd til Havnar
at selja hava ringan smakk. Tað geldur
fyrst og fremst um at hava reiðrið av j
turrum óspiltum hálmi ella hoygji. Egg,
sum liggja longrí tíð í vátum ella fúnaðum
reiðri fáa modnan smakk. Best goymast
egg har sum turt og kalt er; tó er ikki j
gott at leggja tey uppí gjóstri, so at maturin !
svinnur i teimum. Um eggið verður dálkað j
í reiðrinum, má tað íkki gerast vátt, fyrr
enn tað er tikið til at brúka, annars spillist j
tað skjótari.
Ættarskil kann fáast við ongarikompass,
um ikki sólin sær, tá ið ein veít, hyussi
framm er. Tá ið knívsodđur verður settur j
niður á naglin, sæst ein skuggi, sum verður
minstur, tá ið eggin horvur beint ímóti
sólini. Hettar sæst skilliga, hvussi tjúkt
tað er f regni, mjórka ella kavaroki. Um j
náttina kann líkaleiðis finnast, hvar ið
mánin er. — Har, sum brótt fjóll ella hamrar
skýma burtur sólina, kann skuggin tó visa
óvugt.
Ring er tann kvórnin, ið ikki
veksur á. Til Vestmannar frættist, at 18
fólk í Havnini hóvdu brotið armar ella
leggir um nýgjárstíðina. Summi hildu at-
voldina í hesum mest vera tað, at fólkið
hevur fingið so ótreyst bein nú, síðani tey
fóru at keypa so nógv rísgrýn úr hand-
linum. — Tað sanna er, at fimm hóvdu
meitt seg.
Basiliskaræðslan. Ein kona átti 3
nónir og ongan hana. Tó hoyrđi hon nú
fyri kortum, at tað gól íðuliga á vaglinum.
Hon hugsaði, at ein av hónunum var blivin
til hana og óttaðist fyri, at hann skuldi
fara at verpa ein »basilisk«. Eftir sum
hon ikki visti, hvór av teimun tað var, tók
hon og skar tunguna úr óllum trimum.
Einkið' hjálpti hettar — tað gól enn sum
fyrr. Tað einasta hon vann, var, at ein
hónan fekk svølling i svólgrúmið og doyði.
Nú er her til at siga, at hendan konan
átti at bótt, fyri tí at hon hevur pínt og
meinslað hónur sínar. — Býttligt var tað
at skera tunguna burtur; tí hanar gala ikki
við tunguni men við barkakýlinum. —
Heldur ikki galt tað um at taka málið frá
hónini. Hónur fáa hug til at gala, ta ið
nátúrin verður sjúk, — tú ið brandur ella
svóllingur kemur í teir lutir, sum egg-
bóllinir veksa út úr, líka sum kýr fáa
tarvamál, tá ið brandur kemur í móðurlutir
teirra.
FRÁ útlondum.
í Danska ríksđagnum er friðaligari.
enn vant hevur verið i mong ár. F'leiri
Fóroyskar lógur eru væl á veg. Granna-
stevnulógín er naka broytt í fólkatínginum,
tó hopast, at hon verður liðug í góðum
skili,
í óðrum ríkjum hevur eisini verið
nókurlunda fríðaligt í vetur, uttan i Chili í
syðra parti av Ameríka, Har hava ófriða-
kroppar begynt at gera herverk í staðnum
Iquique og hava har drípið um 200 konur
og bórn. Ófriðurin kom skjótt víðari út
um lanđið.
í suðurlondinum hevur veturin verið
kaldari enn nakar veit frá at siga. Skalvar
hava gjórt stóran skaða í fjóllinum sunnar-
laga í Italien har sum ikki er vant atvera
kavi. Infirðimir á vestursíðini av Franka-
ríki hava verið lokaðir av gleri, so at bátar