Føringatíðindi - 01.04.1891, Síða 3

Føringatíðindi - 01.04.1891, Síða 3
royndu tær at læra temunar, at tað var ósámuligt at siga: »kri! kri!«. Tó varð ikki tikið eftir hesin lærdómi — h'ka líti nú sum fyrr. Heldur ikki lógdu temu- mammumar seg eftir at kradda og draga so mikið saman til reiður sum krákurnar, tí at tað sást skilliga, at unganir vóru treystari og heilsusterkari í tí berliga bóíunum. — Tá ið nokur tíð var umliðin, vóru krákurnar so nógvar, at ikki vóru fleiri góð krákubðlir at fáa í hólminum — sjórok og kulda kundi tær ikki tola, ogat byggja á slóttum vólli ella á eyri sámdi teimum ikki. Tí fluttu nógvur av^ungunum eystur aftur til Krákunes, men vitjaði tó Ternhólm, tá ið teir hildu naka vera at vinna. Ternunar livdu enn væl á hólminum og tað var hendingur, at nakar av teimum settist aðrastaðins burtur. Tá, ið líti var at vinna nærindis, svoymaðu tær víða út yvir havið. 25 prestar hava verið í Norðstreymoy j í tey 350 árini, síðan Lutheriska trúgvin ! bleiv ráðandi í Fórjum. Tann fyrsti av j teimum var prestur har í 50 ár, ein annar var 39 ár og so framm eftir. Nú minnast meðalaldurs menn 10 prestar á »Kirkjuteig«. j Har eru ikki mong ár uppá hvónn av I teimum. Dýnur leka ofta dún. Ringt er at dúnið fer til spillis; verri er ónosligheitin av at hava puið flúgvanđi um húsið. Hettar kann fyribyrgjast um dýnan er nókurlunda tætt vovin og hon verður væl strokin innan við ! voksi. Voksið eigur ikki at klínast tjúkt i uppá, men bert solkast so mikið, at dúnið loðar við í óllum stóðum. Eggjagoytnsla. Oftað verður klagað yvir at eg'g, sum koma av bygd til Havnar at selja hava ringan smakk. Tað geldur fyrst og fremst um at hava reiðrið av j turrum óspiltum hálmi ella hoygji. Egg, sum liggja longrí tíð í vátum ella fúnaðum reiðri fáa modnan smakk. Best goymast egg har sum turt og kalt er; tó er ikki j gott at leggja tey uppí gjóstri, so at maturin ! svinnur i teimum. Um eggið verður dálkað j í reiðrinum, má tað íkki gerast vátt, fyrr enn tað er tikið til at brúka, annars spillist j tað skjótari. Ættarskil kann fáast við ongarikompass, um ikki sólin sær, tá ið ein veít, hyussi framm er. Tá ið knívsodđur verður settur j niður á naglin, sæst ein skuggi, sum verður minstur, tá ið eggin horvur beint ímóti sólini. Hettar sæst skilliga, hvussi tjúkt tað er f regni, mjórka ella kavaroki. Um j náttina kann líkaleiðis finnast, hvar ið mánin er. — Har, sum brótt fjóll ella hamrar skýma burtur sólina, kann skuggin tó visa óvugt. Ring er tann kvórnin, ið ikki veksur á. Til Vestmannar frættist, at 18 fólk í Havnini hóvdu brotið armar ella leggir um nýgjárstíðina. Summi hildu at- voldina í hesum mest vera tað, at fólkið hevur fingið so ótreyst bein nú, síðani tey fóru at keypa so nógv rísgrýn úr hand- linum. — Tað sanna er, at fimm hóvdu meitt seg. Basiliskaræðslan. Ein kona átti 3 nónir og ongan hana. Tó hoyrđi hon nú fyri kortum, at tað gól íðuliga á vaglinum. Hon hugsaði, at ein av hónunum var blivin til hana og óttaðist fyri, at hann skuldi fara at verpa ein »basilisk«. Eftir sum hon ikki visti, hvór av teimun tað var, tók hon og skar tunguna úr óllum trimum. Einkið' hjálpti hettar — tað gól enn sum fyrr. Tað einasta hon vann, var, at ein hónan fekk svølling i svólgrúmið og doyði. Nú er her til at siga, at hendan konan átti at bótt, fyri tí at hon hevur pínt og meinslað hónur sínar. — Býttligt var tað at skera tunguna burtur; tí hanar gala ikki við tunguni men við barkakýlinum. — Heldur ikki galt tað um at taka málið frá hónini. Hónur fáa hug til at gala, ta ið nátúrin verður sjúk, — tú ið brandur ella svóllingur kemur í teir lutir, sum egg- bóllinir veksa út úr, líka sum kýr fáa tarvamál, tá ið brandur kemur í móðurlutir teirra. FRÁ útlondum. í Danska ríksđagnum er friðaligari. enn vant hevur verið i mong ár. F'leiri Fóroyskar lógur eru væl á veg. Granna- stevnulógín er naka broytt í fólkatínginum, tó hopast, at hon verður liðug í góðum skili, í óðrum ríkjum hevur eisini verið nókurlunda fríðaligt í vetur, uttan i Chili í syðra parti av Ameríka, Har hava ófriða- kroppar begynt at gera herverk í staðnum Iquique og hava har drípið um 200 konur og bórn. Ófriðurin kom skjótt víðari út um lanđið. í suðurlondinum hevur veturin verið kaldari enn nakar veit frá at siga. Skalvar hava gjórt stóran skaða í fjóllinum sunnar- laga í Italien har sum ikki er vant atvera kavi. Infirðimir á vestursíðini av Franka- ríki hava verið lokaðir av gleri, so at bátar

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.