Føringatíðindi - 01.04.1891, Side 2

Føringatíðindi - 01.04.1891, Side 2
Bráðasótt. Allir seyðamenn í Forjum eru biđnir at telja tann seyð, sum er deyður ella doyr av bráðasótt, frá Jóansoku í fjor aftur til Jóansóku í ár og lata sýslumenninar ella R. Eífersø vita talið. Tað er væntandi, at ráð verða funnin móti hesu sótt, áðrenn langt um líður. Tí var tað best at vita, hvussu nógvan skaða sóttin ger, so at tað kann ætlast hvussu nógv kann kostast uppá, at rudda hana út ella minka um hana. Iyaleyst mann bráðasóttin yvir hovur hvórt ár volda eitt tap, sum kann setast til mong túsund av krónum, tí at tað er tann mest evnagóði seyðurin, sum hon drepur. Hóvuðsótt gongur í Kvfvík; tí mugu menn vara seg fyri at fáa sær hundar haðani. Fyrr havi eg altíð kunnað sæð í »Dimmalætting«, hvórjir av mínum lands- monnum ið đeyður eru. Nú er long tíð líðin, sum eingin »deyður« hevur verið í blaðnum. Ikki kann tað bera til at Fór- ingar hava hildið upp at við at doygja. Um tað ikki er, vildi eg fegin sætt deyoa- mannarullina aftur; tí hon tóktist mær altíð at vera tað stuttligasta i blaðnum stóð, Eg biðju ti teg, mín góði Rasmus, at heilsa mær vinmanni tínum, sum er blaðstýrari »Dimmalætting«s, um hettar órindið. Eg verði altíð vinkona tín, gamla Marjin, Lítið batti tað, ið Jens Olsen skrivaði, at tað er skomm fyri teir, sum taka sær sendingsgóðs og bróv upp í hendur og leggjast á tað ella ikki beina tað frá sær fyrr enn í úrtíð, Nú er Februari mánaður komin at enda og ikki eru »Fóringatíðindí«, sum vóru útgivin tann jta komin hegar til staðin. Eg ivist ikkí í, at tey eru send úr Havn í góðari tíð og væl veit eg, at tað I er fáur dagur, sum ikki far er ímillum ymsar bygdir f Norðstreymoy helst hegar ] til Vestmannar, sum doktarin býr. Eg hopi, at Jens Olsen f eftirtíðini lærur betrí at kenna fólk, so at hann varar seg fyrí at lata blóðini upp í ótrúgvar hendur. Vestmanna, 28 Febr. 1891. Olavur á Heygum. Eitt sógubrot. Blað av soguni ura Ternhólm, sum F. hevur givið „Foringatíðindi“. .......Ternurnar nórdist á Ternhólmi. Tær tóku sina mestu fóðslu av sjónum, og ongan tíð treyt at vinna tað, ið tær nýttu. Heldur ikki hóvdu tær í langa tíð nakran ófrið av rovfuglum. — Tær svoymaðu víða um og sóu mangar ókunnugar fuglar, sum hóvdu hvðr sitt mál. Teirra egna mál bleiv sum tað allar tíðir hevði verið: »Kri! kri!« Ein vakran várdag komu tveir fuglar flúgvandi eystan av landi og búsettist í einum hamri á hólminum. Hesir fuglar 1 sýntist at vera nær skyldir við ternurnar, tí teir bóru svarta hettu og bláa kápu. Málið var helđur ikki ólfkt. Tað var: | »Krá! krá!« Tó vfsti hesir ókunnugu fuglar seg i mangar lutir at vera eitt annað slag: teir vóru meiri ývnir í sínum búnaði, vóru ; seinfórur og dugdu líti til at vinna nakað av sjónum. Tó fall teimum væl sjómat, tá ið teir kunđi fáa nakran til at vinna hann fyri seg. Kjót vildu teir fegin hava — helst av tí feita. Eggum vóru teir framm fyri alt óðir eftir, og har mundi brellu- lysturin verið teimum at skaða, tá ið ein terna varð varug við, at teir rændu reiðir hennara. Ternan var tá so óðismikil, at teir fingu mikla ræðslu av tf. Har sóu teir, I at teir máttu vera við undirlutin, tá ið tað galt í hórðum stríði; tí í fimleika hevur ternan ikki sín líka. Tó mundi teir enn sum fyrr vanvirða ternuslagið, sum mátti strevast úti á sjónum eftir smámurti og óðrum neyðara æti, meðan teir kundi sita og pilka og prýða sær hamin aftaná manga góða garnmórsveitslu. Gott bóli mundi teir halda vera á Ternhólmi; tí komu várið eftir fleiri hjún eystan av Krákunesí og búsettist i hólminum. Tey fingu skjótt ein hóp av ungum, sum allir sógdu: krá! I krá! líka sum tey gomlu. Nú leið ikki i longri urn, enn nókur fá ár, so fór hettar nýgja fuglaslagið at halđa ting á Tern- hólmi, og har ljóðaði ikki annað enn krá! krá! Summar av ternanum hilđu, at tað var vakrarí at siga: krá! krá! og óll áttu at taka eftír hesum nýkomnu fuglunum, tí at teir vóru so nógv prúðari og 30 mikið »fínarí«, at teir ikki fingust við at tuskast úti á sjónum; tó hildu tær flestu ternu- mammurnar, at tað mundi vera longst sum best at liva eftír gomlum siði og brúka forna mál — og hvat gagn var at hava ein ývnan búnað, sum ikki toldi vátan slett. Tí lærdu tær enn ungar sínar at siga kri! kri! og ældu teir upp við sjómati. — Alt sum krákunar nórdist fingu tær meiri veldi, lógdu undir seg bróðurpartin av tí, sum rak upp av sjónnm og hartil alt, sum ter- nunar veiddu og ikki ótu vi tað sama. Nú

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.