Føringatíðindi - 01.04.1891, Side 1

Føringatíðindi - 01.04.1891, Side 1
FØRINGATÍÐINDI C Nr. 4. APRÍL 1891. 2. Ár. Hagarokt og Seyðarokt. (Uppafturtikið.) Mýrar og vátlig pettur eru ónyttug og slcaðilig í haganum, av tí at tað gras, ið har veksur ikki verður etið av seyði uttan fyri neyð; og hann fær ikki enntá nýtuliga foði úr tí græsinum, men verður harav beinveikur, fær lítið og tunnt blóð, leysa- vatn og aðra armóð, ikki at gloyma iglar- nar, sum norast upp í slíkum plássum og volda seyðinum só miki mein. —- Mýrar, sum eru uppi við fjoll, sýnast ikki at æla upp iglar. Tað reyða græsið, ið veksur á sltkum mýrum, tolur væl frost og gevur gott »skav«, tí at tað er so sitt. Tó hevur tað ring fóðievnir í sær — er rættuliga drepandi fyri seyð, sum ikki er treystur. Tí var tað eftir ynskjandi, um Fóringar kundi komi so langt fram við seyðaróktini at teir líka sum Skotar og íslendingar kundi lívgað seyðin við óðrum enn skaði- ligum deyðagræsi. Tá kundi allar mýrar, bæði í dólum og uppi vi fjóll gjórst turrar og givið gott beiti fyri seyð og neyt, so at sRipanin kundi verið stórri, enn hon er nú. Iglasóttin stendst ikki upp av tí so- kallaða iglagræsinum; men av iglaungum, sum klekjast og veksa í vátum plássum, og sum so saman við græsinum verða svólgdir av seyðinum. Tað er gomul roynd, at iglaungar ikki liva uttan har, sum vátligt er. í Skotlandi og Týsklandi halda menn seg vera komnar eftir, at iglaungar ikki tola dúgligt frost. Tað ber eisini væl saman við tað, sum đugandi seyðamenn her í FÓrjum leggja so sterkt dent uppá: at halda seyðin uppi við fjóll fyrra partin av vetri (til frostið hevur dripið iglarnar í undirhaganum). Hettar fæst ikki altíð væl í lag. Tí er best at útrudda so mikið av iglaalvunum, sum gjórligt er, við at skera dúgliga upp haga. Tað sýnist so, atvatn- sjúkan verður verri í fyrstini hagin verður skorin upp. Tað mann vera av tí, at seyð- 1 urin legst meiri á tær uppskornu mýrarnar, i nú ið græsið er farið at batna, og soleiðis etur meiri iglaungar í seg. Tað sýnist at Vera best at Ieggja bókkarnar, úr veitinum koma, við svórinum niður. Tað ræður nógv um at leggja teir hampuliga, so at teir ikki typpa fyri omanvatni. Har sum nógvur kavi er vanur at íeggjast sýnist tað at vera gagnligt at leggja bókkarnar saman í stórar túgvur ella heygjar. Fyri at minka um vatnsjúkuna er tað ivaleyst hent ikki at lívga nakran seyð, sum kan ætlast at vera vatnbrekaður; tí slíkir sej’ðir geva nógd av iglaeggutn frá . sær til stóran vanđa fyri annan seyð í haganum. Vatnseyður sleppur ofta ikki undan, um han sýnist væl í holdum um heystið, tí mann tað eisini yvur hovur vera betri at skera hann í tíð, áðrenn ravnanir hava tikið teirra part. Umframt upskeringina kann i monguni j plássum nógv gerast til at bøta um hagan. At veita vatn út yvir vóllin kann toða hann j nógv, tá ið tað er vatn, sum hevur góðsku í sær. Kelđuvatn dugur ikki. Best er tað j vatn, ið rennur úr vótnum ella tjarnum við mórubotni, helst har sum fuglar flykkjast í og yvir hóvur alt vatn, sum sýl kunnu liva í. — Har sum bratt er, kunnu ofta við lítlum ómaki veitast burtur áarlókur, sum volda, at liðir glerstoydast ella at vóllurin loypur burtur i toybili. Seyðahús, sum ikki eru ov heit, hava I víst seg at gera stóra nyttu, i ti at seyður, sum hevur skjól, hvari hann kann stanđa við turrum skinni, er meiri hugagóður at ! sókja sær fóðslu, enr seyður, sum pínist av roki og regni. Ikki minstu nyttuna gera húsini har, sum seyður iðuliga hevur verið vanur at fara fyri bakka. — Ti er tað eftir ynskjandi, at Fóringar mugu leggja meiri og meiri dent uppá at fáa sær góð seyahús.

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.