Føringatíðindi - 01.10.1891, Síða 1
FØRINGATÍÐINDI.
Nr. io.
OKTOBER 1891.
2.
Á
R.
Logtingið endaði sítt starv leygarđagm
tann iq. september. Tingið hevði tá verið
saman i 53 dagar og havt 47 tingmotir.
Nógvar og stórar sakir hava verið
havdar fyri og nógv brov (instillingar) send
til ríkisstýrilsi. Seinasta dagin, ið tingið
var saman og flest oll av hesum brovum
skuldu upplesast og játtast av tingmonnum,
rýmdu tríggir tingmenn við »protest«, ti
formaðurin í motinum framman undan hevði
útsett til næsta ár eitt forslag um broyting
í »forrætningsordanum« fyrilogtinginum.Tað
helt meginparturin av tingmonnum hann
ikki hava rætt til at gera. Tí hovdu 6
tingmenn lagt framm í seinasta moti forslag
um, at tann sakin skuldi vera uppaftur
tikin í tí motinum. Formaðurin noktaði j
fyri tí. Oliver F.ffersøe, Schrøter og S. E.
Múllerrýmdu tí, sum áður er sagt, ognoktaðu
fyri at fremja teir instillingar, teir hovđu
skriva. Soleiðis vóru 5 brov til ríkisstýrilsi
ikki játtaði av tinginum, tó at sakirnar allar
vóru avgjordar og játtaðar fyrr. Seinni
sigast hjesir instilíingar tó at vera unđur- j
skrivaðir og sendir til formannin.
í næsta blaðið vil víðari blíva greitt
frá teimum sokum, í ár hava verið fyri
í lógtinginum.
Forisk A B C og stavingabók av Joen
Poulsen. Givin út uppá prent av
Fðringafelag.
Tað hevur títt verið sagt, tá ið ein og
annar hevur havt á máli, at tað var ov
s(ór skomm, at vit Foringar ikki skuldu
duga so mikið sum at lesa okkara eigna
xnál, at tað ikki var so lætt at læra seg
tað sjálvur, tí at tær bokur ella skriftir, ið
prentaðar eru uppá Foriskt, eru ov sverar
at begynna við, tó undantikin ein partur
av »Færøsk. Anthologi«, men hon er so
dýr, at tey fægstu hava rað til at fáa sær
hana. Henda lítla bókin, ið her nevnist,
vil bota nakað uppá hettar saknið. Og
vón er um, at vit skjótt vilja fáa eina lítla
lesingabók afturat. Bókin gevur fyrst uppá
Danskt reglur fyri, hvussi bókstavirnir út-
talast uppá Foriskt og hareftir koma lott
stavingaovilsir til at vísa, hvussi orðini eiga
at stavast í Foriskum. Tað er, sum »for-
fattarin« eisini sigur, titt sagt, at tey Forisku
orðini ikki kunnu stavast; men tað vísur
seg tó at vera gjorligt. Tað er eygvita,
at stavingalagið og bókstavljóðið ikki er
akkurat tað sama sum í Donskum. Fyri
tey av teimum her búsettu donsku, sum
hava hug at læra seg at lesa okkara mál,
vil henda lítla bókin, tó at tað ikki er
annað enn ein ABC-bók, ivaleyst kunna
vera ein góð hjálp.
Bókin fæst, bunđin við góðari permu,
fyri 20 oyr. í bókhanđlinum í Havn.
Vatnblóðrur í seyði.
Seyðurin her i Fórjum hevur manga
neyðina at stríðast við: kulda og illveður,
vetur, vár og heyst, oftast hartil svólt ella
vánaliga fðði. Áftur at óllum hesum má
hann pínast av ymsum smádjórum, sum
menniskjan átti at vart hann fyri, og tað
hevði ivaleyst fingist í lag, um óll rættuliga
høvdu givið tí gætur, hvussi miklan skaða
óll hesu smádjórini volda seyðinum.
Av óllum smádjórum, sum hýsast hjá
ella i seyði, gera vatnblóðrunar eina minst
um seg og mangur veit ikki av, at tær eru
djór ella hava lív. Tó eru tær livandi, sum
síggjast kann, um tær eru koyrdar í flótt
vatn, tí tá rórast tær sum vera vil. Teir
lærdu vita eisini frá at siga, at hesar vatn-
blóðrur eru ungar av bendilormi, sum livur
í invólinum hjá hundi. Tað er eisini sjón-
ligt, at tann seyður, ið gongur har, sum
mestur hundafarvegur er, hevur yvir hóvur
nógvar vatnblóðrur. Bendilormurin kemur
helst í hundanar av tí, at flettingamenn
tveita vatnblóðrur eftir gólvinum, har sum
hundar eru til reiðar at gloypa teimum.
Oll áttu at lagt sær eina við at forkomið
vatnblóðrinum, prika í tær ella koyra tær í
elđin, menn framm fyri alt ikki lata hundar
fáa tær. Tí bendilormur pínur seyðin nógv,
og vatnblóðrur gera seyði ikki so lítið mein,
súgva sær fóði úr seyðinum og tyngja
hann og treingja ymsar lutir av invólinum
og darva teimum í tí, teir hava at gera.
Eitt annað slag av vatnblóðrum livur
ikki uttan í heilanum ella mónini á seyði
og forvoldar honurn hóvuðsótt. Tær eru
ungar av einum smærri bendilormaslag,
sum eisini livur í hundinum. Pettir av
hesum ormum við eggum í detta út á græsið,
so at seyðurin etur tað niður í seg. Hundar,
sum kunna ætlast at liava hóvuðsótta-
bendilorm, átti at verið forgjórdir alt
fyri eitt.