Føringatíðindi - 02.09.1897, Blaðsíða 4
sjálvum, at nettupp í tí tíðini eru froystilsini
rriest til at fara á tær rangu g'øturnar.
Tað er ein av teimum størstu fyritokum,
siim góðir háskúlamenn hava sett sær, at
kunna vegleiða ungdómin gjøgnum hesa
vanskuligu tíðina, og eg veit at teir í mongum
tilfelli hava haft eydnu og vælsignilsi
við sær.
Sum vit vita, hevur stórur mótivilji
verið her hjá okkum móti háskúlunum, og
táð hevur ikki endiliga verið hugt við mildum
eygum at teymum ungu, sum har hava verið,
tað kann væl vera, at mong av teimum
sjálv hava givið grundtiltað; /nen eg halđi
tó, at í seinri tíð hava fólk verið minni
mótvillig. Tí kann tað ikki annað enn gera
mær ilt, at J. vil rætta honđ til at birta
upp aftur tað, sum var við at slókna. so
mikið meiri, sum hann má vita, at tað verða
mong, sum taka til đømi, tað sum hann
skrivar, og kunnu siga: »Har skulu tit
síggja, hvat tann lærdi doktarin J. skrivar!
Er tað ikki hetta, vit altíð hava sagt.«
Hetta verður rættuliga vatn á teirra millu.
Tað kann eisini verða rímuligt, at hetta
kann gera tað, at vit koma til at vanta
nøkur ár aftur at eftir' háskúlanum. So-
mikið verri fyri okkum.
Tað er harmur og spell, at J., sum eg
eri vissur í elskar sítt fóðiland so hogt
sum nakar, skal standa soleiðis móti há-
skúlunum, nakað heldur vildi eg ynskt at
hann stóð sum ein tann fremsti til at birt
í og studlað øðrum fram at virka í einari
so góðari gerð sum tann, háskúlarnir hava
tikið upp til gagn fyri fólk og lanđ.
Eg má siga, at eg havi lært at elska
teir donsku fólkaháskúlarnar, tí eg haldi,
at sum teir virka, kunnu teir breiða ljós
yvir fólkalívið, so fólk fáa eygur upplatin
fyri, at tað er annað, sum er vert at liva
fyri, enn tað dagliga matstrev, og tá tað
kemur høgt stríð og kjegl um litið og
einki, men at tað er nakað, »som ædle
kalda I.ivets Lyst«, sum tað stendur í
einum songi.
Tað hevur leingi verið mín kærasti
tanki, at vit eina ferð skulu rokka so langt,
at vit fáa sovorðnan skúla her hjá okkum,
tí her treingir so vist til tað sum nakra
aðra staðnis, um ikki fólkalívið skal rotna,
hevði eg nær sagt. Ti ger tað mær so
ilt, tá eg hoyri nakran umtala fólka-
háskúlarnar við háni og spotti, heldur
skuldu vit óll lagt okkara megi til at fingið
í stórsta máli part í tí vælsignilsi, teir hava
borið tí danska fólkinum.
Jóhann H. Pállson.
25 ár upp í slag hevur Schrøter verið
løgtingsmaður. Tí høvdu tingmenn Tísdagin
i vikuni ið varð boðið honum til heiðurs-
veitslu. Ettir at formaðurin firi veitslu-
nevndini, Finsen, hevði biðið adlar vera
vælkomnar, talaði amtmaðurin firi kongi og
Suðroya prestur firi heiðursgestinum. Síðan
var talað firi løgtinginum, firi Førjum. firi
Danmarki, firi formanninum, amtmanni
okkara, og firi gomlum tingmonnum;
borðhaldið endaði við talu firi eldsta nú-
livandi tingmanni H. C. Miiller, og sonur
hansara, sum er tingmaðurfiriNorðstreymoy,
varð biðin at bera honum blíða heilsu.
LÍSINGAR.
Foringafelag stevnist til
aðalfund
sunnudagin firi Mikkjalsmessu (26. Sept.)
kl. 3 e. m. i gomlu fútahúsum. Firihaft
verður um broyting og viðøking av felags-
lógunum og nevnđarvalg.
Bindumaskinur.
Góðar bindumaskinur seljast. Ein og
kvør keypari kann frarnman undan sjálvur
síggja kvussu hesar maskinur binda og
kvussu tær skulla hagreiðast. Keyparir
vendi sær til Jens Olsen.
Uhre
til 10, 12, 15 Kr. (Nikkel), mange Gange
bedre end Waterbury. Fine Sølv Remontoir-
uhre, ioStene, 20 Kr., og Sølv Ankeruhre,
15 Stene, 27 Kr. 50 Øre. Nikkel Vække-
uhre til 4 Kr., Amerikanske Stueuhre fra
6 Kr. til højere Priser. Reparationer mod-
tages og udføres samvittighedsfuldt og
billigt. Alt sendes mod Efterkrav, og Va-
rerne ombyttes eller tages tilbage, hvis de
ikke ere efter Ønske.
Ærbødigst
C. Jensen, Uhrmager,
Knudsgade Nr. 58.
Kjøbenhavn V.
»Føringatíðindi« fæst bíliga á ødlum
posthúsum í Danmarki og Førjum, um
blaðið er bílagt framman undan.
Prentað hjá „Fær# Amtstidendes Bogtrykkeriw. — Blaðstýrari: R. Effers#.