Føringatíðindi - 02.09.1897, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 02.09.1897, Blaðsíða 4
sjálvum, at nettupp í tí tíðini eru froystilsini rriest til at fara á tær rangu g'øturnar. Tað er ein av teimum størstu fyritokum, siim góðir háskúlamenn hava sett sær, at kunna vegleiða ungdómin gjøgnum hesa vanskuligu tíðina, og eg veit at teir í mongum tilfelli hava haft eydnu og vælsignilsi við sær. Sum vit vita, hevur stórur mótivilji verið her hjá okkum móti háskúlunum, og táð hevur ikki endiliga verið hugt við mildum eygum at teymum ungu, sum har hava verið, tað kann væl vera, at mong av teimum sjálv hava givið grundtiltað; /nen eg halđi tó, at í seinri tíð hava fólk verið minni mótvillig. Tí kann tað ikki annað enn gera mær ilt, at J. vil rætta honđ til at birta upp aftur tað, sum var við at slókna. so mikið meiri, sum hann má vita, at tað verða mong, sum taka til đømi, tað sum hann skrivar, og kunnu siga: »Har skulu tit síggja, hvat tann lærdi doktarin J. skrivar! Er tað ikki hetta, vit altíð hava sagt.« Hetta verður rættuliga vatn á teirra millu. Tað kann eisini verða rímuligt, at hetta kann gera tað, at vit koma til at vanta nøkur ár aftur at eftir' háskúlanum. So- mikið verri fyri okkum. Tað er harmur og spell, at J., sum eg eri vissur í elskar sítt fóðiland so hogt sum nakar, skal standa soleiðis móti há- skúlunum, nakað heldur vildi eg ynskt at hann stóð sum ein tann fremsti til at birt í og studlað øðrum fram at virka í einari so góðari gerð sum tann, háskúlarnir hava tikið upp til gagn fyri fólk og lanđ. Eg má siga, at eg havi lært at elska teir donsku fólkaháskúlarnar, tí eg haldi, at sum teir virka, kunnu teir breiða ljós yvir fólkalívið, so fólk fáa eygur upplatin fyri, at tað er annað, sum er vert at liva fyri, enn tað dagliga matstrev, og tá tað kemur høgt stríð og kjegl um litið og einki, men at tað er nakað, »som ædle kalda I.ivets Lyst«, sum tað stendur í einum songi. Tað hevur leingi verið mín kærasti tanki, at vit eina ferð skulu rokka so langt, at vit fáa sovorðnan skúla her hjá okkum, tí her treingir so vist til tað sum nakra aðra staðnis, um ikki fólkalívið skal rotna, hevði eg nær sagt. Ti ger tað mær so ilt, tá eg hoyri nakran umtala fólka- háskúlarnar við háni og spotti, heldur skuldu vit óll lagt okkara megi til at fingið í stórsta máli part í tí vælsignilsi, teir hava borið tí danska fólkinum. Jóhann H. Pállson. 25 ár upp í slag hevur Schrøter verið løgtingsmaður. Tí høvdu tingmenn Tísdagin i vikuni ið varð boðið honum til heiðurs- veitslu. Ettir at formaðurin firi veitslu- nevndini, Finsen, hevði biðið adlar vera vælkomnar, talaði amtmaðurin firi kongi og Suðroya prestur firi heiðursgestinum. Síðan var talað firi løgtinginum, firi Førjum. firi Danmarki, firi formanninum, amtmanni okkara, og firi gomlum tingmonnum; borðhaldið endaði við talu firi eldsta nú- livandi tingmanni H. C. Miiller, og sonur hansara, sum er tingmaðurfiriNorðstreymoy, varð biðin at bera honum blíða heilsu. LÍSINGAR. Foringafelag stevnist til aðalfund sunnudagin firi Mikkjalsmessu (26. Sept.) kl. 3 e. m. i gomlu fútahúsum. Firihaft verður um broyting og viðøking av felags- lógunum og nevnđarvalg. Bindumaskinur. Góðar bindumaskinur seljast. Ein og kvør keypari kann frarnman undan sjálvur síggja kvussu hesar maskinur binda og kvussu tær skulla hagreiðast. Keyparir vendi sær til Jens Olsen. Uhre til 10, 12, 15 Kr. (Nikkel), mange Gange bedre end Waterbury. Fine Sølv Remontoir- uhre, ioStene, 20 Kr., og Sølv Ankeruhre, 15 Stene, 27 Kr. 50 Øre. Nikkel Vække- uhre til 4 Kr., Amerikanske Stueuhre fra 6 Kr. til højere Priser. Reparationer mod- tages og udføres samvittighedsfuldt og billigt. Alt sendes mod Efterkrav, og Va- rerne ombyttes eller tages tilbage, hvis de ikke ere efter Ønske. Ærbødigst C. Jensen, Uhrmager, Knudsgade Nr. 58. Kjøbenhavn V. »Føringatíðindi« fæst bíliga á ødlum posthúsum í Danmarki og Førjum, um blaðið er bílagt framman undan. Prentað hjá „Fær# Amtstidendes Bogtrykkeriw. — Blaðstýrari: R. Effers#.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.