Føringatíðindi - 15.07.1900, Blaðsíða 2
J. C. Evensen.
27. jíini fór við'»Egil« til útlondini f. v.
próvstur okkara eftir 30 ára starvi hjá
landsmonnum sínum. Fyrst var hann settur
lærari í realskúlanum og varð síðan prestur
í Norðoyggjum. Tá íð hann hevði verið
har í 6 ár fór hann til Suðroyar og var
har í 8 ár. Prestur í Eysturoy og próvstur
var hann í 15 ár. Hann hevur serskilt haft
umhugsan fyri at fáa skúlar í øllum bygdum
og hevur haft ta gleði, at nú eru bestu
líkindir til at skúli verður brátt í teim
tveimum sóknum, sum eftir eru til at fáa
skúla. Fyri avhaldssakini hevur hann
eisini víst mikla umhugsan. Tó at hann
ikki tóktist hvønnsmannsvinur, verður hann
ivaleyst leingi havdur í minni sum ein, íð
var góður at heita á bæði í einum viður-
skifti og øðrum. Føringar kunnu tí lata
fylgja honum tey • bestu ynskir til nýggja
búgvið á flatlondum.
Háskúiabazarurin.
Fríggjakvøldið, ið var, komu saman í
avhaldshúsinum í Havn stórur partur av
innbjóðarum til bazarin. Gerðanevnd varð
vald: av kvinnum E. Andreasen; E. B.
Andreasen; S. Niclasen; J. Restorff og E.
B. Petersen og mannfólki R. C. Effersø
og D. Isaksen. Siðan varð viðtikið, at hendan
nevndin skuldi aftaná bazarin samankalla
fund av øllum innbjóðarunum og har fyri-
leggja til avgerðar uppskot til, hvat ið
gerast skal við peningin til frama fyri há-
skúlasakina í Førjum.
Fólkafundir.
í fleiri bløðum hevur nú í næstum
verið skrivað aftur og fram um fólkafund,
íð lýst var í »Fuglafr.« og »Dim.« til at
haldast úti á Grásteini annan hvítusunnu-
dag. Av hesu skriving er Sam. Olsen í
seinasta blað av »Føringat.« komin til at
framseta sín hugsan um' fólkafundir yvir
høvur. Vit kunnu ikki halda við honum í
at slíkir fundir einki kunnu hava at týða
til at vekja andslív og upplýsing. Vit
halda tvørt imóti, at eitt -»gott orð altíð
kann finna eitt gott stað« og góðar talur
á fólkafundum hava ivaleyst bæði hjá fólki,
íð komið er til fund uppá at fáa nakað
heim við sær, og javnvæl hjá mongum, íð
komin eru bert til stuttleikar, kveikt góðar
neistar og elvt til framburð í mongum
lutum.
At tað skuldi verið fruktleyst at halda
fólkafund har, íð Havnarfólk er við, kunnu
vit heldur ikki trúgva, tó at »Fuglafr.«
sigir 'so. »Tað, íð væl er yrkt, verður væl
kvøðið«, og tá íð væl verður talað, fellur
altíð nakað í góða jørð.
Turkilað til hoyggj.
Gloymi ikki, hvør íð dugnaskap hevur,
at fáa tilfar til turkilað, sum sparur arbeiði
og gevur betri hoyggj enn fáast kann yvir
høvur við ti gamla laginum.
Seyðavask. Allir teir, íð hava roynt
at vaska í áseyðaroyting, tykjast at vera
á einum máli um at tað er ein lønandi
fyritøka. Tó hava í ár fáir fingið tað í
lag. Hetta er harmiligt. Harmiligt at
fólk ikki hevur sans fyri sínum egna hús-
haldi — og harmiligt at tey ikki eymkast
yvir tað plágu, seyðurin hevur av lúsum
og óreinsku í holdinum.
í jørrviti.
Antin man eg ella Sanđoyar prestur
vera býttur. Ondskapsfullar sálir vilja
kanske meina, at tað eru vit báðir. Tað
veit eg nú einki um, men eg veit, at nú
raplar tað fyri mær.
Tað kom ein dagin sum eg sat og las
nakað, sum eitir »Færøsk Kirketidenđi«.
(Um nakar skuldi verið so fávitskutur, at
vilja yvifsett tað við »Føroysk kirkjutíðindir*,
má eg alt fyri eitt gera hann uppmerk-
saman uppá, at tað er rangt. Har finnst
ikki nakað, íð líkist »tíðindum«, bert eitt
navn, eitt tómt Ijóð líkasum »Dimmalætting«
t. d.) Eg eri ein tann mest ágrýtni lesari
av tí og kann ikki siga annað, enn at tað
hevur gagnast mær væl hegartil. Men síðsta
mánadag datt blaðið mær úr hondum og
mítt forstand steggaði. Tað stendur enn.
Tí hvør fatar slikt. Frá tí eg đugđi
at loysa niður um meg varð tað mær sagt,
at menniskjuni vóru full av synd, av ótald-
um syndum sum sandskorn við strond. Tær
nevndust fyri mær við løggligum nøvnum,
størri og smærri vóru tær, men størst av
teimum øllum var tað at teinkja frítt ella,
sum tey nevndu tað, »fríteinkjarí«. Og
verri enn drápsmenn og horkarlar vóru tey,
sum í teirra formastuliga klókskapi hildu
seg til at teinkja annarleiðis enn sum tonkt
og lært var gjøgnum hunđraðir av árum og
sum øll rættsinnaði fólk teinkja og læra