Føringatíðindi - 19.07.1900, Page 3
illa. Er tað av óvana, so er tað eisini
illa. Kann tað ikki fáast eitt annað skil
á? Ongar aðra staðnis í P"ørjum enn
í Havn er so illa vorðið. Alla staðnis er
viðtekt um hundar og nógva staðnis hevur
fólk, sum ikki hevur rætt til at umgangast
seyð, forboð fyri at eiga hunđ. í Havn
eiga summi t v e i r hundar.
Tá íð eg efi. begyntur at tosa um
hundar, so er tað tí, at eg eina tvær reisur •
havi verið froystaður til at pínt hundar i
Havn. Ein dagin kom ein hundur rennandi
og glepsandi aftaná mær. Eg mundi ikki
verði av við harrn. Hevði eg sligið hann,
so hevði hann sagtans rímt, men var tað
ikki synd at sláa hann; kannske hann var
svangur? ella kannske hann var vandur
til at loypa á fólk. Bæði annað og annað
ársakaði djórið sjálvt. J. F.
Tankabrot.
Eitt vakurt summarkvøld gekk eg mær
út at síggja uppá lívið. Nógv fólk var á
gøtuni. Sólin dalaði roðandi í havið og
mjørkin lá tættur eftir sjónum og um
fjallatindar. Miðan var klár. Sjógvurin
varð blika stillur, kyrt við klettin og logn.
Eingin streymur rørdi seg. Meðan eg
gekk fram eftir veginum møtti eg fleiri,
sum eisini høvdu verið úti, og fleiri gingu
undan mær. Nakað frá mær sá eg ein
mann, lítil og visasligur og sjaldsamur.
Eg gekk fram til hansara og sá — eitt
lýggjorv sett viður við eini veltu og ein
vásatroyggja smoygđ niður yvir. Eg varð
bilsin, tí eg helt tað vera ein mann ;•—
ella eitt menniskja, tí eg skoaði hann á
hamin ella á skinnið ov langt frá mær.
Hesin maður varð settur fyri at halđa
djórini burtur frá eini veltu, sum var har.
Fuglarnir og onnur villdjór hava ivaleyst
stóra virðing fyri^ honum, so leingi sum
vindur er og hann slær um seg við troyggju-
erminum. Men stendur hann stillur og tey
eina tvær reisur ganga ella fljúgva honum
nær — so missa tey virðing fyri honum . . .
Vit menniskir gera líka so. Mannin skoða
vit á snittinum sum oftast, slær hann um
seg, hava vit virðing fyri honum, neyvan
annars — og líka lættliga narrast vit
menniskjabørn av tí, sum hongt verður
uttaná, sum djorini. Fáur leggur sær nær
at kenna mannin innanfyri troyggjuna og
fáur er hann, íð virður mannin i vása-
troyggju, men nógv eru tey, sum virða
lýggjaorvið í tí fína búna, sum hongt verður
uttan á. Fuglurin og djórini eru meiri
partísk hin vegin. Tey ræðast meiri vesala-
vættini, tí djórini halda, at ein fínur maður
er teimum ikki til ónáðir — hann ansar
tey ikki. Kurlifaks.
Húskarlaløn.
»Ein bóndi« fregnast í »Dimmalætting«
um, hvør íð tann landmaðurin er, sum gevur
húskarli sínum so góða løn, sum okkara
landbrúkskonsulent talar um í sínari frá-
greiðing frá føroyskum landbrúki til mini-
steriið. Eg vildi eisini fegin fingið hetta
at vita (sjálvsagt ikki soleiðis at fata,
at eg leggi nakað í tað, men mest
sum av forvitnisskap) og um tygum, harri
blaðstýrari, fáa at vita frá landbrúkskonsu-
lentinum, hvør tann landmaðurin er, so
hopi eg, at tygum seta tað í »Føringat.«.
Um enn eg aldrin havi haft stóran hug
at gera nakað við landbrúk og heldir ikki
eri til sinns at forbetra meg, so kundi eg
tó hilđið av at spælt tann dunamikli og
framburðskæri landbrúkari. ímillum okkum
sagt, havi eg tó aldrin tikið haka í hond
og aldrin sæð seyð ella partar av seyði
uttan við hús, á slaktarbonki og á borðinum,
men seyður og seyðakent smakkar væl,
tað veit eg. Hevði heystið bara verið
komið, vælsignað.
Ein hjólbeintur rakbóndasonur
úr Streymoy.
»Føringatíðindi«s Q.
Fyri kortum frætti Q, at einstakir av
»Føringat.«s lesarum høvdu sagt, at um Q
ikki gav uppat við sínum tvætli í blaðnum,
vildi tað koma blaðnum til skamm og
last. Við øllum sínum ljótu síðum hevur
Q ta ljósu síði, at hann er góður við »Før-
ingatíðindi« og teir, sum blaðið halda.
Eftir samráð við slekt og vinir og seg
sjálvan hevur hann tí viðtikið ikki oftari at
órógva blaðið. Sæst hann nú aftur, so
gongur hann grýla. Q.
Harri S. Olsen!
»Fuglaframi« sigir, at menn stóðu aftan
fyri fólkamøtið á Grásteini, sum ikki eru
nevndir og sum blaðið ikki vil nevna, enntó
at ein fær illgruna um, at blaðst. veit.
hvørjir teir eru. Hann vísir mær til tygara
við spursmálnum. Tí spyrji eg tygum:
Hvørjir eru teir, sum stóðu aftanfyri hetta
viðgitna fólkamøti? Forvitin.
FRÁ ÚTLONDUM.
Transvaalsbardagin. Eingilskmenn-
inir vera enn ofta girdir í brøkur av Bo-