Føringatíðindi - 19.07.1900, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 19.07.1900, Blaðsíða 3
illa. Er tað av óvana, so er tað eisini illa. Kann tað ikki fáast eitt annað skil á? Ongar aðra staðnis í P"ørjum enn í Havn er so illa vorðið. Alla staðnis er viðtekt um hundar og nógva staðnis hevur fólk, sum ikki hevur rætt til at umgangast seyð, forboð fyri at eiga hunđ. í Havn eiga summi t v e i r hundar. Tá íð eg efi. begyntur at tosa um hundar, so er tað tí, at eg eina tvær reisur • havi verið froystaður til at pínt hundar i Havn. Ein dagin kom ein hundur rennandi og glepsandi aftaná mær. Eg mundi ikki verði av við harrn. Hevði eg sligið hann, so hevði hann sagtans rímt, men var tað ikki synd at sláa hann; kannske hann var svangur? ella kannske hann var vandur til at loypa á fólk. Bæði annað og annað ársakaði djórið sjálvt. J. F. Tankabrot. Eitt vakurt summarkvøld gekk eg mær út at síggja uppá lívið. Nógv fólk var á gøtuni. Sólin dalaði roðandi í havið og mjørkin lá tættur eftir sjónum og um fjallatindar. Miðan var klár. Sjógvurin varð blika stillur, kyrt við klettin og logn. Eingin streymur rørdi seg. Meðan eg gekk fram eftir veginum møtti eg fleiri, sum eisini høvdu verið úti, og fleiri gingu undan mær. Nakað frá mær sá eg ein mann, lítil og visasligur og sjaldsamur. Eg gekk fram til hansara og sá — eitt lýggjorv sett viður við eini veltu og ein vásatroyggja smoygđ niður yvir. Eg varð bilsin, tí eg helt tað vera ein mann ;•— ella eitt menniskja, tí eg skoaði hann á hamin ella á skinnið ov langt frá mær. Hesin maður varð settur fyri at halđa djórini burtur frá eini veltu, sum var har. Fuglarnir og onnur villdjór hava ivaleyst stóra virðing fyri^ honum, so leingi sum vindur er og hann slær um seg við troyggju- erminum. Men stendur hann stillur og tey eina tvær reisur ganga ella fljúgva honum nær — so missa tey virðing fyri honum . . . Vit menniskir gera líka so. Mannin skoða vit á snittinum sum oftast, slær hann um seg, hava vit virðing fyri honum, neyvan annars — og líka lættliga narrast vit menniskjabørn av tí, sum hongt verður uttaná, sum djorini. Fáur leggur sær nær at kenna mannin innanfyri troyggjuna og fáur er hann, íð virður mannin i vása- troyggju, men nógv eru tey, sum virða lýggjaorvið í tí fína búna, sum hongt verður uttan á. Fuglurin og djórini eru meiri partísk hin vegin. Tey ræðast meiri vesala- vættini, tí djórini halda, at ein fínur maður er teimum ikki til ónáðir — hann ansar tey ikki. Kurlifaks. Húskarlaløn. »Ein bóndi« fregnast í »Dimmalætting« um, hvør íð tann landmaðurin er, sum gevur húskarli sínum so góða løn, sum okkara landbrúkskonsulent talar um í sínari frá- greiðing frá føroyskum landbrúki til mini- steriið. Eg vildi eisini fegin fingið hetta at vita (sjálvsagt ikki soleiðis at fata, at eg leggi nakað í tað, men mest sum av forvitnisskap) og um tygum, harri blaðstýrari, fáa at vita frá landbrúkskonsu- lentinum, hvør tann landmaðurin er, so hopi eg, at tygum seta tað í »Føringat.«. Um enn eg aldrin havi haft stóran hug at gera nakað við landbrúk og heldir ikki eri til sinns at forbetra meg, so kundi eg tó hilđið av at spælt tann dunamikli og framburðskæri landbrúkari. ímillum okkum sagt, havi eg tó aldrin tikið haka í hond og aldrin sæð seyð ella partar av seyði uttan við hús, á slaktarbonki og á borðinum, men seyður og seyðakent smakkar væl, tað veit eg. Hevði heystið bara verið komið, vælsignað. Ein hjólbeintur rakbóndasonur úr Streymoy. »Føringatíðindi«s Q. Fyri kortum frætti Q, at einstakir av »Føringat.«s lesarum høvdu sagt, at um Q ikki gav uppat við sínum tvætli í blaðnum, vildi tað koma blaðnum til skamm og last. Við øllum sínum ljótu síðum hevur Q ta ljósu síði, at hann er góður við »Før- ingatíðindi« og teir, sum blaðið halda. Eftir samráð við slekt og vinir og seg sjálvan hevur hann tí viðtikið ikki oftari at órógva blaðið. Sæst hann nú aftur, so gongur hann grýla. Q. Harri S. Olsen! »Fuglaframi« sigir, at menn stóðu aftan fyri fólkamøtið á Grásteini, sum ikki eru nevndir og sum blaðið ikki vil nevna, enntó at ein fær illgruna um, at blaðst. veit. hvørjir teir eru. Hann vísir mær til tygara við spursmálnum. Tí spyrji eg tygum: Hvørjir eru teir, sum stóðu aftanfyri hetta viðgitna fólkamøti? Forvitin. FRÁ ÚTLONDUM. Transvaalsbardagin. Eingilskmenn- inir vera enn ofta girdir í brøkur av Bo-

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.