Fróðskaparrit - 01.01.1971, Blaðsíða 22
Sjúka í diskunum bróstgeislanna millum
(Morbus disci columnae thoracalis)
Eftir Høgna Debes Joensen
1 sekstiárunum gjørdist ein sjúkumynd reiðiliga vanlig á
heiliráðdeild landssjúkrahúsins. Henda sjúkumynd verður her
nevnd morbus disci columnae thoracalis, tað er sjúka í disk-
unum bróstgeislanna millum. Hon er nýkomnum læknum ó-
kunnug, og teir gerast tí javnan bilsnir yvir hvussu vanliga
henda sjúkan kemur fyri á hesi deild. Sjúkan verður valla
nevnd í lestrarárunum, hvørki til fyrilestrar ella í lærubókum.
Ætlanin er tí í hesum føri at gera vart við hesa sjúkumynd,
atferð hennara og ikki minst í hvørjum hon líkist øðrum
sjúkum.
Bókmentayvirlit. Hugleiðingar um sjúkumyndina.
Boyd° heldur, at kanska er eingin likamspartur, ið verður
so íðiliga ávirkaður av tyngd og røring sum bróskfláirnar
geislanna millum, og har minkað liðagongd, serstakliga í sam-
band við pínu, í stórt mát skerjir manni lívsins gleði. Av tí at
maður gongur upprættur, verða bróskfláirnar, t. e. diskarnir,
ávirkaðar av einum støðugum trýsti, ið tær upprunaliga ikki
vóru ætlaðar til. Úrslitið er, at úrskeping sum frá líður er
vanligari í diskunum enn í nøkrum øðrum yrkisgagni. Tvey
liðarøð eru geislanna millum. Teir fremru liðirnir eru diskarnir,
teir aftaru eru reiðiligir liðir. Hylki teirra liggja upp at nerva-
rótunum, har ið tær fara út ígjøgnum holini geislanna millum.
Broytingar, ið koma í annað liðslagi, hava lyndi til at ávirka
hitt. So statt vil úrskeping í diskunum kvinka javnvágina, tað