Fróðskaparrit - 01.01.1971, Blaðsíða 136
144
Útlitið fyxi áhaldandi vøkstri í fólkatali Føroya
hava tí havt eina størri burturflyting, tí úrslitið til samans
hesi árini er, at flytingin tekur næstan 1 °/oo. Tann fylgjandi
tíðin, 1951—55, við einum vinnulívi í kreppu og stórum
arbeiðsloysi, gevur tað størstu burturflytingina, sum føroyska
samfelagið hevur upplivað. Árhga fóru næstan 13 %o ella
meira enn 400 fólk, og nógv tey flestu fóru til Danmarkar
(Stat. Tab. 1965). Síðani sýnist tað sum flytingin hevur lagt
seg í rættiliga fasta legu, á um leið 4 %o, við lyndi til at hækka
hesi seinastu árini. Veruligi vøksturin hevur tískil Hgið millum
14 og 12 %o og fer nú niður um hetta seinna talið.
Hvat ber so til at siga um næstu framtíðina út frá hesum
fortreytum viðvíkjandi vøkstri í fólkatalinum? Brúka vit 4.
mynd sum grundarlag, og lata náttúrliga vøkstin læfcka úr 17
ella 16 niður í 12 ella 10 %o, og lata nettoflytingina vera av
somu stødd sum í árunum 1961—65, so kemur veruHgi
vøksturin at liggja millum 6 og 8 °/oo. Um flytingin enn eina-
ferð tekur ferð á seg, sum fyrst í fimtiárunum, so minkar
veruligi vøksturin niður um nullmarkið og verður negativur.
Men sjálvt um føroyska samfelagið sleppur undan tílíkari
stórrýming, so átti henda frágreiðing helst at givið varhugan
av, at tann núverðandi samansetingin av flytingini og gongdin
í burðar- og deyðatali fara at broyta fólkasamansetingina til
tað verra og so líðandi at minka um vøkstin í fólkatalinum í
Føroyum.
SUMMARY
This paper discusses the demographic development on the Faroe Islands.
Using the socalled comparative and flow diagrams developped by Kurt
Witthauer, the crude birth rates and crude death rates are shown in fig. 1
for the Faroes and some neighbour countries around 1780, making visilble
the very special situation for the Faroes in this period. Both the crude
birth rate and the death rate are muoh lower than in the other countries.
The flow diagram, fig. 2, with birth rate as ordinate and death rate as
abscissa, shows the evolution in the rates for the period 1770—1780 to
1961—65, with the single years 1969 and 1970 to give an impression of
the trend today when »the pill« is more commonly used. The natural
increase in population can be read on the oblique lines. As shown on the