Fróðskaparrit - 01.01.1971, Blaðsíða 27
Sjúka í diskunum bróstgeislanna millum
35
3. talva. Hvar og hvussu pínan tók seg upp (Lokalisation
and onset of the pain)
byrjan (onset)
knappliga líðandi
Stað (localisation) (sudden) (gradual)
Ryggur (back) 6 24
V. bninguhelvt (left half of chest) 2 8
Bringa (chest) 3 5
Undir rivjabróskunum høgrumegin
(right hypochondrium) 2
Undir .rivjabróskunum vinstrumegin
(left hypochondrium) 1
Omanfyri nalvan (above the umbilicus) 1
Lendar (lumbar region) 1
Akslar (shoulders) 1
Tilsamans (total) 11 43
Eingir upplýsingar (no records) 2
40 sjúklingar høvdu pínu tá ið teir bundu frið, 19 søgdu
frá, at pínan kom serliga ella gjørdist ringari tá ið teir tóku á.
Viðvíkjandi serligum pínuelvandi orsøkum kann verða
nevnt, at seks ikki fingu arbeitt boygdir framyvir, seks hildu,
at pínan versnaði í kulda. Tvey fingu pínu, tá tey lyftu, ein
fekk pínu tá hann snaraði rygginum, og hjá tveimum versnaði
pínan, tá ið tey lógu.
Bert f 11 førum vistu sjúklingarnir at greiða frá meini eftir
at hava lyít, eftir at vera dotnir eila eftir at hava fingið
snuddir.
Sundurbýtingin av sjúkueyðkennum funnin við vanligari
læknakanninig og røntgenkanning verður sýndif 4. talvu. Trýst-
ilskan varð ávíst við at trýsta hart til viks inn á stakangarnar.
Vanliga elvir slíkt trýst ongan eymleika. Vit síggja, at røntgen-
teknini, smalkan av diskum og osteofyttar, vórðu funnin f
umleið helvtini av førunum. Sí 1.—8. mynd. Ovurviðkvæmni
í húðøkjunum ájøvn við ávirkaðu nervarøturnar varð funnið
í flestu førum, tó restaðu tfverri upplýsingar um hyperæsthesi
í 15 førum.
Disksjúkan varð oftast funnin millum niðaru bróstgeisl-