Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 9

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 9
FØROYSKA BÓKMENTAALMENNIÐ í 19. ØLD 13 samljóði við Fuglakvæðið og endamál tess. Føðilandsyrkingin var politisk yrking, tí at hon segði frá aðrari hugsan um føroyska sam- felagið enn teirri, sum hevði verið ráðandi. Men føðilandsyrkingin hevur ikki tað sam- bandið við sosiala og vinnuliga veruleikan, sum Fuglakvæðið hevði. Talan er so at siga um eitt arbeiðsbýti millum skaldskap og grein- ir — og tað endurspeglast t.d. í heitunum »fagur-« og »yrkisbókmentir«. Yrkingarnar tala til og um kenslurnar — greinir og røður tala til skilið um samfelagsmál. Skaldskap- urin og politikkurin eru farin at venda sær hvør sín veg, teir hava somu endamál, men málburðurin og orðalagið eru ymisk. Teir venda sær til lesararnar í ymiskum leiklutum. Greinirnar eru til skilagóða samfelagsborg- aran (citoyen), og skaldskapurin er til ein- staklingin sum menniskja (homme). Næsta bókin við føroyskum yrkingum kom út í 1899. Tað vóru »Smásangir og sálmar«, sum Føroyingafelag gav út. Eisini her eru nógvir føðilandssangir, men nú eru fleiri týðingar og harafturat: ... eftirsum vit nú einaferð fingust við at geva út bók, og eftirsum vit funnu eitt og annað, sum ikki beinleiðis kundi rópast »sangir«, men sum vit hildu kundi vera vert at prenta, so settu vit tað sum endamál okkara við hesari bókini, at sýna fólki eitt dømi uppá, hvat ið yvirhøvur nú á døgum verð- ur yrkt á føroyskum máli. Smásangir og sálmar. Kph. 1899, inng. Tað, sum ikki kundi »rópast sangir«, eru einstakar prosakendar yrkingar, t.d. »Neyð- arróp« eftir Chr. Holm-Isaksen og týðing eftir Runeberg »Møtið« (Smásangir og sálmar 1899, s. 68 og 105). Fatanin av, hvussu ein yrking er vorðin, broyttist. Áður vórðu yrk- ingarnar sungnar ella kvødnar, taka vit kvæðini uppí. Skaldskapur varð antin sungin ella sagdur, alt eftir um talan var um kvæði ella søgu, søgn og ævintýr. Skaldskapurin var tí ætlaður at verða nýttur í felag. Men prosakendu yrkingarnar kundu ikki syngjast, og afturat teimum eru eisini yrkingar í bókini, sum ikki tykjast vera yrktar til ávís løg, eitt nú ástarkvæði eftir Jóannes Patursson »Til konu mína« og Chr. Holm-Isaksen »Tey heitu kyss«. Skaldskapurin er ikki longur ætlaður til at verða brúktur í felag. Yrkingar, sum ikki eiga lag, verða í staðin lisnar í einrúmi, innan- tanna og til stuttleika hjá lesaranum einsam- øllum. Tær kunnu verða lisnar upp í sam- komu, men tað er undantakið. Hetta sigur frá, at skaldskapurin hevur fingið aðrar upp- gávur í mun til fyrr. Hann hevur flutt seg inn í sinnið hjá yrkjara og lesara, hann hev- ur ikki so neyvt beinleiðis samband við ytra veruleikan, sum t.d. Fuglakvæðið hevði. Um aldaskiftið er fyrsta rættiliga nútíðar- skald okkara farið at yrkja. J.H.O. Djurhuus (1881-1948) yrkti fyrst av øllum yrkingar, sum vóru ætlaðar at verða lisnar (J. Isak- sen 1982, s. 28). Við J.H.O. Djurhuus á odda fyri liði av yrkjarum, ið royndu seg á ymiskan hátt um aldaskiftið, vórðu nútíðar bókmentir grundaðar við sínum fjøltáttaða sniði og fjølbroyttu temum. Skaldskapurin vendi sær nú til einstaklingar og viðgjørdi vandamál einstaklingsins úr hansara sjónar- horni. Bókmentirnar vóru harafturat í holt við at skapa sær sín serliga bás i samfel- agnum. Havnar Avhaldsfelag hevði serliga deild fyri lesiáhugað, »Læseselskabet«. »Før- oya Bókafelag«, stovnað 1898 og slóðbrót- ari fyri »Hinum føroyska bókmentafelagi« hevði til endamáls at geva rit út á føroysk- um (Martin Næs 1981, s. 17 f). Umframt lestrarfelag og forløg varð eisini roynt at fáa eitt tíðarrit. Tað var »Búreisingur,« sum A. C. Evensen (1874-1917) gav út í 1902. Men eins og við bløðunum, var fyrsta royndin
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.