Fróðskaparrit - 01.01.1985, Blaðsíða 82
86
PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVtKJANDI
bókum tekur hann umframt Danmark
eisini Føroyar, Island, Grønland og Noreg
til 1814 við.
Christensen, Svend Aage (f. 1911). Danskur
skógarfrøðingur, prógv 1937. Starvaðist við
Det danske Hedeselskab 1938-76. 1946-75
eftirlit við føroysku viðarlundunum fyri
Hedeselskabet. Var fyrstu ferð í Føroyum
1946 og síðan fleiri ferðir, seinast í 1975.
Claussøn, Peder (1545-1614). Norskur próst-
ur. Hann er í dag serliga kendur fyri síni
topografisku arbeiði, t.d. land- og lands-
partalýsingar og sum umsetari av íslendsk-
um søgum. í 1592 skrivaði hann Norriges
og omliggende Øers sandfærdige Beskri-
velse. Ongar av ritgerðum hansara vórðu
útgivnar fyrr enn aftan á deyða hansara. Ole
Worm fekk í 1632 útgivið Norriges.........
Beskrivelse.
Copland, L. Ensk kvinna. Ferðaðist saman við
Miss Birley.
Currie, James. Skotskur jarðfrøðingur. Var í
Føroyum tvær ferðir: í 1902 og í 1905.
Dahl, Sverri, landsantikvarur (f. 1910 í Tórs-
havn). 1952-1980 fyristøðumaður á Forn-
minnissavninum. Var við til at stovna Før-
oya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur
Føroya. Við útgrevstrum Sverra Dahls
eru nógvar plantuleivdir fingnar til vega.
Dahlstedt, Gustav Adolf Hugo (1856-1934).
Svenskur plantufrøðingur. Starvaðist á
Riksmuseets plantufrøðiligu deild. Heið-
ursdoktari í 1907 í Uppsala. Serfrøðingur í
várhagasóljum og smyrilsurtum. Hann
navngreindi alt smyrilsurtatilfarið, ið varð
savnað av dønum í 1896-1900 (Ostenfeld
o.ø.).
Dalsgaard, Eyvind (1905-1952). Landbún-
aðarfrøðingur, útbúgvin í Danmark. Starv-
aðist sum skrivari í Føroya Búnaðarfelag. í
dag mest kendur sum listamaður.
Debes, Hans Jacobsen (1723-1769). Ættaður
av Oyri. Løgmaður 1750-69. Hevði lisið løg-
frøði. Svabo sigur um hann, at hann var
»det store mechaniske Genie« og »en af de
bedste og indsigtsfuldeste Mænd, Færø
nogensinde har haft«.
Debes, Lucas Jacobsøn (1623-1676). Dani,
prestur í Havn 1651-1675. Bók hansara er
elsta verkið av týdningi um Føroyar. Tað
varð umsett til enskt og týskt umframt, at
úrdráttir á fronskum og latíni vórðu
útgivnir.
Degelius, Gunnar. Svenskur plantufrøðingur.
Serfrøðingur í skónum. Vitjaði í Føroyum í
1956.
Donze, Marcel (f. 1943). Hálendskur lívalis-
frøðingur. Prógv í alisfrøði frá universitet-
inum í Leyden 1966. Síðan 1979 hevur
Donze starvast á N. V. KEMA — Arnhem
Institutions of the Dutch Electricity
Utilities og hevur ábyrgdina av øllum
vatnkanningum á hesum stovni. Hevur ikki
verið í Føroyum sjálvur.
Effersø, Rasmus Christopher (1857-1916, f. á
Tvøroyri). Landbúnaðarfrøðingur Keyp-
mannahavn 1879. Stovnaði 1885 Føroya
Búnaðarfelag. Landbúnaðarráðgevi 1889-
95, 1896-1915. Blaðstjóri á Dimmalætting
1886-89,1902-05 og3mánaðirí 1908. Eisini
blaðstjón á Føroyingatíðindum frá 1890 til
1895 og 1896-1901, har ofta varð skrivað
um landbúnaðarviðurskifti. Løgtingsmað-
ur 1897-1901.