Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 82

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 82
86 PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVtKJANDI bókum tekur hann umframt Danmark eisini Føroyar, Island, Grønland og Noreg til 1814 við. Christensen, Svend Aage (f. 1911). Danskur skógarfrøðingur, prógv 1937. Starvaðist við Det danske Hedeselskab 1938-76. 1946-75 eftirlit við føroysku viðarlundunum fyri Hedeselskabet. Var fyrstu ferð í Føroyum 1946 og síðan fleiri ferðir, seinast í 1975. Claussøn, Peder (1545-1614). Norskur próst- ur. Hann er í dag serliga kendur fyri síni topografisku arbeiði, t.d. land- og lands- partalýsingar og sum umsetari av íslendsk- um søgum. í 1592 skrivaði hann Norriges og omliggende Øers sandfærdige Beskri- velse. Ongar av ritgerðum hansara vórðu útgivnar fyrr enn aftan á deyða hansara. Ole Worm fekk í 1632 útgivið Norriges......... Beskrivelse. Copland, L. Ensk kvinna. Ferðaðist saman við Miss Birley. Currie, James. Skotskur jarðfrøðingur. Var í Føroyum tvær ferðir: í 1902 og í 1905. Dahl, Sverri, landsantikvarur (f. 1910 í Tórs- havn). 1952-1980 fyristøðumaður á Forn- minnissavninum. Var við til at stovna Før- oya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya. Við útgrevstrum Sverra Dahls eru nógvar plantuleivdir fingnar til vega. Dahlstedt, Gustav Adolf Hugo (1856-1934). Svenskur plantufrøðingur. Starvaðist á Riksmuseets plantufrøðiligu deild. Heið- ursdoktari í 1907 í Uppsala. Serfrøðingur í várhagasóljum og smyrilsurtum. Hann navngreindi alt smyrilsurtatilfarið, ið varð savnað av dønum í 1896-1900 (Ostenfeld o.ø.). Dalsgaard, Eyvind (1905-1952). Landbún- aðarfrøðingur, útbúgvin í Danmark. Starv- aðist sum skrivari í Føroya Búnaðarfelag. í dag mest kendur sum listamaður. Debes, Hans Jacobsen (1723-1769). Ættaður av Oyri. Løgmaður 1750-69. Hevði lisið løg- frøði. Svabo sigur um hann, at hann var »det store mechaniske Genie« og »en af de bedste og indsigtsfuldeste Mænd, Færø nogensinde har haft«. Debes, Lucas Jacobsøn (1623-1676). Dani, prestur í Havn 1651-1675. Bók hansara er elsta verkið av týdningi um Føroyar. Tað varð umsett til enskt og týskt umframt, at úrdráttir á fronskum og latíni vórðu útgivnir. Degelius, Gunnar. Svenskur plantufrøðingur. Serfrøðingur í skónum. Vitjaði í Føroyum í 1956. Donze, Marcel (f. 1943). Hálendskur lívalis- frøðingur. Prógv í alisfrøði frá universitet- inum í Leyden 1966. Síðan 1979 hevur Donze starvast á N. V. KEMA — Arnhem Institutions of the Dutch Electricity Utilities og hevur ábyrgdina av øllum vatnkanningum á hesum stovni. Hevur ikki verið í Føroyum sjálvur. Effersø, Rasmus Christopher (1857-1916, f. á Tvøroyri). Landbúnaðarfrøðingur Keyp- mannahavn 1879. Stovnaði 1885 Føroya Búnaðarfelag. Landbúnaðarráðgevi 1889- 95, 1896-1915. Blaðstjóri á Dimmalætting 1886-89,1902-05 og3mánaðirí 1908. Eisini blaðstjón á Føroyingatíðindum frá 1890 til 1895 og 1896-1901, har ofta varð skrivað um landbúnaðarviðurskifti. Løgtingsmað- ur 1897-1901.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.