Fróðskaparrit - 01.01.1992, Side 55

Fróðskaparrit - 01.01.1992, Side 55
THE EXOTIC LAND PLANARIAN . .. 59 europeiskum londum í norðuratlantsøk- inum, serstakliga í Norður-írlandi, Skot- landi og síðst í Føroyum. At hesin flat- maðkurin úr heitum, fjarskotnum londum er komin til norðaru hálvuna verður tengt saman við, at reyðmaðkurin trýtur. Eyðkenni hjá hesum flatmaðki er ein flatur, brúnligur kroppur við dimmum blettum. Allur kroppurin er ljósrandaður. Er flatmaðkurin virkin, kann hann verða upp í 20 cm langur. Hvílir hann har- afturímóti, ballar hann seg í ein eyðkendan snyril, sum vanliga er slýggjutur. Flat- maðkurin verpur sjónlig, svartskyggjandi egg (lík vanligum berum í haganum). Úr teimum klekjast rómalittar unglingaverur. A. triangulata varð helst fyrstu ferð funnin í Føroyum í 1982; tó varð ikki við vissu rakt við hann fyrr enn í Kvívík í 1990. Hesi seinastu tvey árini hava vit funnið flatmaðkin ymsa staðni í Føroyum, í urta- gørðum, kirkjugørðum og í eplaveltum. Av tí at støðan í Føroyum tykist hava tikið dik á seg, vórðu ein røð av royndum tiknar á Streymoynni heystið 1992. Fýra støð vórðu kannað, nevniliga viðarlundin í Havnini, ein urtagarður í Kaldbak, eplaveltur í Kvívík og grasafrøðigarðurin í Havn; alla staðni varð flatmaðkurin funnin. Møguleikamir at flyta inn plantutilfar (við mold uppií) em og hava verið nógvir. A henda hátt hevur borið til at flutt tann óvirkna flatmaðkin til Føroya, bæði úr Ný Selandi og óbeinleiðis um onnur lond, ser- stakliga um Skotland. Fyrst og fremst veðurlagið man gera, at flatmaðkurin tykist trívast væl í Føroyum - lýggir vetrar uttan long tíðarskeið við frosti. Tað, sum vanliga eyðkennir velt lendi í Føroyum, eitt nú innangarðs og í urta- gørðum, er lutfalsliga ríkt reyðmaðkalív og tað, at fremmant plantutilfar ofta verður drigið inn á tey. Tí verða hesi økir mett at vera tey støðini, sum fyrst av øllum hava tikið ímóti flatmaðkinum, nørt um stovnin, sum síðani hevur nomið nýtt lendi, bæði við at hann sjálvur er farin hagar, og við at hann hevur verið fluttur hagar. Flatmaðka- stovnurin kann kortini bert lívbjarga sær á hesum støðum, so leingi sum nóg mikið av føði er til; men hann kann helst vera føði fyriuttan í nógvar mánaðir. Tá ið føðin er uppi, fer hann sostatt at enda at leita sær upp nýggj økir. Kargari lendi, eitt nú uttan- garðs, kunnu vísa seg at fara at vera týd- ningarmikil framíhjáøkir, tá ið ræður um at hóra undan hjá flatmaðkinum, tí hesi lendi kunnu vera heimstaður hjá einum eykas- tovni av flatmaðki, sum kann nema land av nýggjum innangarðs og í urtagørðum, so títt og knapt sum reyðmaðkastovnurin aftur tekur at mennast, eftir at hann hevur verið týndur í ránsdjóra/býtisdjóra-sam- spælinum. Eitt, sum eyðkennir ávís støð í Føroyum t.d. eplaveltur, er, at har er ríviligt til av flat- maðkinum, samstundis sum reyðmaðkurin trýtur. Hin føroyska reimaveltan er serliga góður bústaður hjá reyðmaðkinum, tí undir fløgunum er ov mikið til av føði (grasflag og tøð) og har er slevjut. Sostatt er epla- veltan væl umtóktur tilhaldsstaður hjá reyðmaðkaránsdjórinum A. triangulata. Av tí at innangarðslendi er týdningarmikið at velta í, og av tí at reyðmaðkurin er gagn- vera, tá ið ræður um at varðveita vondina í moldini og vætuna har, tykist okkum, at tað eigur at vera tikið í álvara, at reyðmaðkurin
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.