Fróðskaparrit - 01.01.1992, Qupperneq 55
THE EXOTIC LAND PLANARIAN . ..
59
europeiskum londum í norðuratlantsøk-
inum, serstakliga í Norður-írlandi, Skot-
landi og síðst í Føroyum. At hesin flat-
maðkurin úr heitum, fjarskotnum londum
er komin til norðaru hálvuna verður tengt
saman við, at reyðmaðkurin trýtur.
Eyðkenni hjá hesum flatmaðki er ein
flatur, brúnligur kroppur við dimmum
blettum. Allur kroppurin er ljósrandaður.
Er flatmaðkurin virkin, kann hann verða
upp í 20 cm langur. Hvílir hann har-
afturímóti, ballar hann seg í ein eyðkendan
snyril, sum vanliga er slýggjutur. Flat-
maðkurin verpur sjónlig, svartskyggjandi
egg (lík vanligum berum í haganum). Úr
teimum klekjast rómalittar unglingaverur.
A. triangulata varð helst fyrstu ferð
funnin í Føroyum í 1982; tó varð ikki við
vissu rakt við hann fyrr enn í Kvívík í 1990.
Hesi seinastu tvey árini hava vit funnið
flatmaðkin ymsa staðni í Føroyum, í urta-
gørðum, kirkjugørðum og í eplaveltum. Av
tí at støðan í Føroyum tykist hava tikið dik
á seg, vórðu ein røð av royndum tiknar á
Streymoynni heystið 1992. Fýra støð vórðu
kannað, nevniliga viðarlundin í Havnini,
ein urtagarður í Kaldbak, eplaveltur í
Kvívík og grasafrøðigarðurin í Havn; alla
staðni varð flatmaðkurin funnin.
Møguleikamir at flyta inn plantutilfar
(við mold uppií) em og hava verið nógvir.
A henda hátt hevur borið til at flutt tann
óvirkna flatmaðkin til Føroya, bæði úr Ný
Selandi og óbeinleiðis um onnur lond, ser-
stakliga um Skotland. Fyrst og fremst
veðurlagið man gera, at flatmaðkurin tykist
trívast væl í Føroyum - lýggir vetrar uttan
long tíðarskeið við frosti.
Tað, sum vanliga eyðkennir velt lendi í
Føroyum, eitt nú innangarðs og í urta-
gørðum, er lutfalsliga ríkt reyðmaðkalív og
tað, at fremmant plantutilfar ofta verður
drigið inn á tey. Tí verða hesi økir mett at
vera tey støðini, sum fyrst av øllum hava
tikið ímóti flatmaðkinum, nørt um stovnin,
sum síðani hevur nomið nýtt lendi, bæði
við at hann sjálvur er farin hagar, og við at
hann hevur verið fluttur hagar. Flatmaðka-
stovnurin kann kortini bert lívbjarga sær á
hesum støðum, so leingi sum nóg mikið av
føði er til; men hann kann helst vera føði
fyriuttan í nógvar mánaðir. Tá ið føðin er
uppi, fer hann sostatt at enda at leita sær
upp nýggj økir. Kargari lendi, eitt nú uttan-
garðs, kunnu vísa seg at fara at vera týd-
ningarmikil framíhjáøkir, tá ið ræður um at
hóra undan hjá flatmaðkinum, tí hesi lendi
kunnu vera heimstaður hjá einum eykas-
tovni av flatmaðki, sum kann nema land av
nýggjum innangarðs og í urtagørðum, so
títt og knapt sum reyðmaðkastovnurin aftur
tekur at mennast, eftir at hann hevur verið
týndur í ránsdjóra/býtisdjóra-sam-
spælinum.
Eitt, sum eyðkennir ávís støð í Føroyum
t.d. eplaveltur, er, at har er ríviligt til av flat-
maðkinum, samstundis sum reyðmaðkurin
trýtur. Hin føroyska reimaveltan er serliga
góður bústaður hjá reyðmaðkinum, tí undir
fløgunum er ov mikið til av føði (grasflag
og tøð) og har er slevjut. Sostatt er epla-
veltan væl umtóktur tilhaldsstaður hjá
reyðmaðkaránsdjórinum A. triangulata. Av
tí at innangarðslendi er týdningarmikið at
velta í, og av tí at reyðmaðkurin er gagn-
vera, tá ið ræður um at varðveita vondina í
moldini og vætuna har, tykist okkum, at tað
eigur at vera tikið í álvara, at reyðmaðkurin