Oyggjarnar - 22.08.1905, Side 1

Oyggjarnar - 22.08.1905, Side 1
i. árgangur. OYGGJARNAR. Nr. 14. Tísdagin 22. august 1905. •Oyggiarnar* ko^ta 25 oyra um mánaðin við flutningspeningi. Føroyskt vikublað Lýsingar: smæstu skrift 12 oyrur reglan á fyrsti síðu, hinar 8, útlenđskar 15— 12 oyr. Ikki er tað meiri enn hending- ur, at føroyskar kvinnur siga frá, at tær duga at seta seg í odda fyri almanna starv: at taka upp mál til gagn fyri bygdina o. s. fr...........tær nógvu vita ikki av at tær væl duga tað, og ov fáar eru tær sum tendra neistan. Vit hava frætt frá kvinnum í Hestoy, at tær eru íferð við at stovna tað verk, at fáa vatni leitt inn i hvørt hús í bygdini Tær hava hildi fundir í skúl- anum. samrøtt, og eru komnar á samt um sjálvar at bera allan bekostnaðin, uppá tann hátt, at tær senda ansøkning inn á tingi um lán frá økonomisk fond, sum tær tá galda aftur við árligum rentum og avdrag; og hendan pening ætla tær so at vinna sær aftur við at virka ymislig vøkur og hent húsílids- arbeiðir í vetur, og sfðani læta hetta út til sølu aftur til várs. Restar tá naka líti í, leggja tær egnan spariskilling til. At vinna máli á hendan hátt er væl tonkt, og dupultur vinningur. Okkum er sagt frá, at mesta arbeiði er ætlanin at gera burtur úr ullini; vit vóna tá, at har verða góð stykkir, sum kevparir verða ídnir eftir at fáa fatir á. Konufólkini í Hestoy eru sera dugulig til hándar, so har verðir yvaleyst væl burtur úr. Her á landi treingja vit til at fremja tað arbeiði sum kallast húsflid og kunstflid: vøkur, kynstri og »original« føroysk arbeiðir, sum eru løtt at sleppa av við — nem at fáa selgd. Húsfrú Elseba Poulsen, skip- arakona f Hestoy, er hon sum hevur sett seg í odda fyri hesum starvi; hon hevur sjálv bekostað kyndigan mann út á oynna at mála upp plássi og ætla um bekostnaðin av vatnleiðingini. Av tí at har er ógvuliga bratt omanfyri húsini, er hetta ar- beiði og tilfar ikki sett til meira enn 500 krónur. Sunnanfjørð frá. Frúgvin Elin Mortensen, Tvøroyri, er farin út til Danimark at studera tannplombering og læra seg at trekkja út tenn. Hon er væntandi aftur um '/2 ár. Hevði nú verið so væl við, at 1—2 av teimum ungu frún- num norðanfjørð fingu »brell« eftir hesum vinnuvegi, so var mangur væl farin. Vit hava borið hettar tannlekna sakni uppá mál fyrr. Nú bjóða fólk ikki til at søkja tannlekna í Havn; ymsi hava gingi í 3—4 vikir og koma so heimaftir vfð tonninum í sama skili; av tí at Fridericia hevur ikki stundir at fáast við tenn. Ein skúlalærara frú á bygd, sum tekur sær av trøðini — av tí at maðurin sjálvsagt ikki hevur stundir at røkja hana væl einsamallur — fortelur okkum, at hon fær almiki græs við at læta sótið frá kaminini og eld- staðinum bera út á bøðin; tað tøðar væl f 2 ár; so má berast á aftur. Sóti skal sandast helđur tunt út á jørðina, fyri Jóansøku, meðan græsi er nakað sítt, og í vátveðri og stilli, so ríkir tað ikki burtur áðrenn tøðinginhevur soði seg niður i jørðina; men tryggast liggur sóti í tvávetra jørð av tí at hon er óslættari ........»Annans bera vit al- skyns soð, og úr tí »hentasta« ílátinum her út á trøðina — — og hyggju bæra at græsinum«. Vit mátti sanna, at frúan fór ikki skeivt; græsi var frá- líka tjúkt og saftmikilt. Summardagur heimi á Sandi. Eg var mær ganganđi frá skúlahúsinum oman gjøgnum tann slætta bøðin, fram millum stórar og prýðuligar kornveltur. Tann javni bøðurin er sum ein blomstirmark f øllum litum! Tú sært hana ikki fagrari á fløt- londum: tunnulændir av tí blomstirfrega krøkigræsinum, annað slíkt við rødlikum, nátt og đag (stedmoderblomst) við kvarterhøgum stelki, baldurs- brá, ikki tey stóru og grovu sum vit síggja víða og hvar, men tey fínu, sum vit sáa í urtagarði og inni (marguerita),

x

Oyggjarnar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.