Oyggjarnar - 22.08.1905, Síða 1
i. árgangur.
OYGGJARNAR.
Nr. 14.
Tísdagin 22. august 1905.
•Oyggiarnar* ko^ta 25 oyra um mánaðin
við flutningspeningi.
Føroyskt vikublað
Lýsingar: smæstu skrift 12 oyrur reglan
á fyrsti síðu, hinar 8, útlenđskar 15— 12 oyr.
Ikki er tað meiri enn hending-
ur, at føroyskar kvinnur siga
frá, at tær duga at seta seg í
odda fyri almanna starv: at
taka upp mál til gagn fyri
bygdina o. s. fr...........tær
nógvu vita ikki av at tær væl
duga tað, og ov fáar eru tær
sum tendra neistan.
Vit hava frætt frá kvinnum
í Hestoy, at tær eru íferð við
at stovna tað verk, at fáa vatni
leitt inn i hvørt hús í bygdini
Tær hava hildi fundir í skúl-
anum. samrøtt, og eru komnar
á samt um sjálvar at bera allan
bekostnaðin, uppá tann hátt, at
tær senda ansøkning inn á tingi
um lán frá økonomisk fond,
sum tær tá galda aftur við
árligum rentum og avdrag; og
hendan pening ætla tær so at
vinna sær aftur við at virka
ymislig vøkur og hent húsílids-
arbeiðir í vetur, og sfðani læta
hetta út til sølu aftur til várs.
Restar tá naka líti í, leggja
tær egnan spariskilling til.
At vinna máli á hendan
hátt er væl tonkt, og dupultur
vinningur. Okkum er sagt frá,
at mesta arbeiði er ætlanin at
gera burtur úr ullini; vit vóna
tá, at har verða góð stykkir,
sum kevparir verða ídnir eftir
at fáa fatir á. Konufólkini í
Hestoy eru sera dugulig til
hándar, so har verðir yvaleyst
væl burtur úr. Her á landi
treingja vit til at fremja tað
arbeiði sum kallast húsflid og
kunstflid: vøkur, kynstri og
»original« føroysk arbeiðir, sum
eru løtt at sleppa av við — nem
at fáa selgd.
Húsfrú Elseba Poulsen, skip-
arakona f Hestoy, er hon sum
hevur sett seg í odda fyri hesum
starvi; hon hevur sjálv bekostað
kyndigan mann út á oynna at
mála upp plássi og ætla um
bekostnaðin av vatnleiðingini.
Av tí at har er ógvuliga bratt
omanfyri húsini, er hetta ar-
beiði og tilfar ikki sett til meira
enn 500 krónur.
Sunnanfjørð frá. Frúgvin
Elin Mortensen, Tvøroyri, er
farin út til Danimark at studera
tannplombering og læra seg at
trekkja út tenn. Hon er
væntandi aftur um '/2 ár.
Hevði nú verið so væl við,
at 1—2 av teimum ungu frún-
num norðanfjørð fingu »brell«
eftir hesum vinnuvegi, so var
mangur væl farin. Vit hava
borið hettar tannlekna sakni
uppá mál fyrr. Nú bjóða fólk
ikki til at søkja tannlekna í
Havn; ymsi hava gingi í 3—4
vikir og koma so heimaftir vfð
tonninum í sama skili; av tí at
Fridericia hevur ikki stundir
at fáast við tenn.
Ein skúlalærara frú á bygd,
sum tekur sær av trøðini — av
tí at maðurin sjálvsagt ikki
hevur stundir at røkja hana væl
einsamallur — fortelur okkum,
at hon fær almiki græs við at
læta sótið frá kaminini og eld-
staðinum bera út á bøðin; tað
tøðar væl f 2 ár; so má berast
á aftur. Sóti skal sandast helđur
tunt út á jørðina, fyri Jóansøku,
meðan græsi er nakað sítt, og
í vátveðri og stilli, so ríkir tað
ikki burtur áðrenn tøðinginhevur
soði seg niður i jørðina; men
tryggast liggur sóti í tvávetra
jørð av tí at hon er óslættari
........»Annans bera vit al-
skyns soð, og úr tí »hentasta«
ílátinum her út á trøðina — —
og hyggju bæra at græsinum«.
Vit mátti sanna, at frúan
fór ikki skeivt; græsi var frá-
líka tjúkt og saftmikilt.
Summardagur heimi á Sandi.
Eg var mær ganganđi frá
skúlahúsinum oman gjøgnum
tann slætta bøðin, fram millum
stórar og prýðuligar kornveltur.
Tann javni bøðurin er sum ein
blomstirmark f øllum litum! Tú
sært hana ikki fagrari á fløt-
londum: tunnulændir av tí
blomstirfrega krøkigræsinum,
annað slíkt við rødlikum, nátt
og đag (stedmoderblomst) við
kvarterhøgum stelki, baldurs-
brá, ikki tey stóru og grovu
sum vit síggja víða og hvar,
men tey fínu, sum vit sáa í
urtagarði og inni (marguerita),