Oyggjarnar - 22.08.1905, Side 3

Oyggjarnar - 22.08.1905, Side 3
„Dan“-Motoren, Industriðini viðvíkjandi hevur Jørgensen í Keypmannahavn, sum smíðar »Dan« - Motoren, gjørt heimlandi sítt víða giti. Belgiskir sjóofficer'ur Type, oddamaður fyri fiskiskúlanum í Ostende, hevur ferðast í Týsk- lanđi og norðanlondinum eftir at leita fram hin besta motorin til at seta í fiskiskip til hjálpi- maskini; og er hann komin eftir at hin đanski motoririn »Dan« er tann frálíkasti til tess: heppin at snúgva sær, drúgvir við olji, og kvikur eftir sjónum. Fyri regeringina í Belgien hevur Type nú keypt eina slíka ma- skini, sum hevur hestakraft 12, til at seta í eitt skúlaskíp til fiskarir. Eingilskur sjóofficerir, pre- mierløjtnanturin Cumming, hevir verði á sami ferð, í sama ørindi. Eisini hann hyggur seg væl fyri i londinum, og kemir eftir, at »Dan«-motorin roynist best. Ársakin tií, at eingilskmenn hava leita sær fram ein væl álitandi motor, er tann, at ikki minni enn 10,000 skotsk og eingilsk fiskaraskip liggja heima av tí at tey ikki kunnu kappast við guvuskipini og trawlarnar; tey kunnu ikki ferðast so skjótt sum hinu, og tað ger, at hesu minnu skipini. við ongum mo- tor, verða ov sein til at sleppa so betíðs í navn við veiðini, at tey kunnu fáa regeringsins kon- trolmark sett á hana. Tann, sum vil eydnast at fáa hetta marki sett á fongin, hann skal verða heima aftur sama dagin, sum fongurin er komin upp úr sjónum. Hitt stóra blaði »The Motor Boat«, 6. juli, er ógvuliga íði eftur at rósa »Dan«-motorin, og talar næstan ikki um annað, nú teir hava roynt hann, samaleiðis ger »The fish Trade Gazette« og onnur fagbløð. Men Onglands motorsmiðirnir dáma ógvuliga lítu hetta óføra brúki, sum tað tykist, at landi teirra fer at gerða av hesum danska motorinum; teir harmast á regeringina og briksla henni, at hon ólítu ænsar teir, men bløðini biða teir goyma sín harm, til teir hava smíða motorir, sum roynast líka væl sum »Dan«.........»Hvussu nógvur av tykkum vága at gera so álítanđi tilboð sum Jørgensen, við fyrst at bekostað maskinuna innsetta í bátin, og síðani læta okkum royna hana bæði nógv og leingi, áðrenn vit galda fyri hana. Tingmaður (rúkandi øðin): Hvat f.... er hatta eg frætti ? at tú hevur grein í blaðnum í đag har tú rópar meg fyri keltring. Blaðstýrarin: Tú hevur hoyrt skeivt, í blaði hjá mær koma einans nýggj tíðindir. Meðan fólkini um verøld, aftur og fram, gita á hvør av teim- um ápeikaði kongsevninum í sleppir at ráða yvir Noreki; ella um har verðir republik — er tað vert at minna á, at tað var norsku professarin J. E. Sars, sum í tíðsskriftinum »Ringeren«, 6 ár síðan, fyrsti ferð fyri álv- ara bar uppá mál um at sleppa Noreki úr felagsskapi við Svø- ríki »at søkja befríandi skils- missi eftir eitt altfor langt og forterandi njúnarband«, sum Bjørn Bjørnson tekur til. Professarin melur tá eisini til at kjósaNoreki ein av Oscar kongs synum fyri tað at berna- dotskur ætlingur kann setast á heilaga Ólav kongs trúnu. Skemtilig ferð var, heltdrong- urin sum kom úr Havn eftir Ólavsøku. Mangt hevði hann hoyrt, hitt bæði slekt og vinir, dansað dúliga og kvøði menni- liga. Nógvar hevði hann traktera Óført hevði hann spendera, men \\sAX.d,fríggjara-t,v(Btli\ sjón- leikshúsinum, sum hann hevði læti 75 oyrir fyri, tað var burtur- spilt.......»Slíkt skuldu tey ikki aðri ferð narra rættan mann eftir — — hatta var bara fyri konufólk!« Skúlaferiur, Summarferian fer nú at halla. Høvdu vit ikki sjálv hildu feriu í august, tá høvdu vit langt síðan heilsa bæði lærarinum og børninum til góðan stuttleika og styrkjandi hvíld frá skúla og lesnað. Vit unna væl børninum, sum ganga í skúla hvønn dag, at ferian her á landi sum annars i rukinum, er sett til 6 vikur, og ikki minni unna vit lærarinum hesa hvíld til at styrkja lekam og ánd. Hvør er hin skúlalærarin, sum ikki kennir seg fríðan sum fiskurin á sjónum, tá han letur dyrnar aftur eftir sær, dagin framman- undan summarfeiúu? Tað er eitt strevi, ofta ógvuliga takkaleyst arbeiði, at verða barnaskúlalærari — ikki minst í Føroyum, og verst í smábygdinum, har børn og vaksin eru lika iðin eftur at finna ódygdir hjá lærarinum, æntin hann er i skúla ella frá skúla (heima). Sum vituligt er, hin lærarin íð ikki hevur evni við lagalig- heit at vinna sær álit hjá bør- ninum; hann fær einki lært tey, hann fær nógva møði og onga fruktir af sínum arbeiði. — Hví er tað ofta ein sð ræðuligur gangur — nærsagt kríggj —

x

Oyggjarnar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.