Oyggjarnar - 22.08.1905, Síða 3
„Dan“-Motoren,
Industriðini viðvíkjandi hevur
Jørgensen í Keypmannahavn,
sum smíðar »Dan« - Motoren,
gjørt heimlandi sítt víða giti.
Belgiskir sjóofficer'ur Type,
oddamaður fyri fiskiskúlanum í
Ostende, hevur ferðast í Týsk-
lanđi og norðanlondinum eftir
at leita fram hin besta motorin
til at seta í fiskiskip til hjálpi-
maskini; og er hann komin eftir
at hin đanski motoririn »Dan« er
tann frálíkasti til tess: heppin
at snúgva sær, drúgvir við olji,
og kvikur eftir sjónum. Fyri
regeringina í Belgien hevur
Type nú keypt eina slíka ma-
skini, sum hevur hestakraft 12,
til at seta í eitt skúlaskíp til
fiskarir.
Eingilskur sjóofficerir, pre-
mierløjtnanturin Cumming, hevir
verði á sami ferð, í sama ørindi.
Eisini hann hyggur seg væl
fyri i londinum, og kemir eftir,
at »Dan«-motorin roynist best.
Ársakin tií, at eingilskmenn
hava leita sær fram ein væl
álitandi motor, er tann, at ikki
minni enn 10,000 skotsk og
eingilsk fiskaraskip liggja heima
av tí at tey ikki kunnu kappast
við guvuskipini og trawlarnar;
tey kunnu ikki ferðast so skjótt
sum hinu, og tað ger, at hesu
minnu skipini. við ongum mo-
tor, verða ov sein til at sleppa
so betíðs í navn við veiðini, at
tey kunnu fáa regeringsins kon-
trolmark sett á hana. Tann,
sum vil eydnast at fáa hetta
marki sett á fongin, hann skal
verða heima aftur sama dagin,
sum fongurin er komin upp úr
sjónum.
Hitt stóra blaði »The Motor
Boat«, 6. juli, er ógvuliga íði
eftur at rósa »Dan«-motorin, og
talar næstan ikki um annað, nú
teir hava roynt hann, samaleiðis
ger »The fish Trade Gazette«
og onnur fagbløð.
Men Onglands motorsmiðirnir
dáma ógvuliga lítu hetta óføra
brúki, sum tað tykist, at landi
teirra fer at gerða av hesum
danska motorinum; teir harmast
á regeringina og briksla henni,
at hon ólítu ænsar teir, men
bløðini biða teir goyma sín
harm, til teir hava smíða motorir,
sum roynast líka væl sum
»Dan«.........»Hvussu nógvur
av tykkum vága at gera so
álítanđi tilboð sum Jørgensen,
við fyrst at bekostað maskinuna
innsetta í bátin, og síðani læta
okkum royna hana bæði nógv
og leingi, áðrenn vit galda
fyri hana.
Tingmaður (rúkandi øðin):
Hvat f.... er hatta eg frætti ?
at tú hevur grein í blaðnum í
đag har tú rópar meg fyri
keltring.
Blaðstýrarin: Tú hevur
hoyrt skeivt, í blaði hjá mær
koma einans nýggj tíðindir.
Meðan fólkini um verøld, aftur
og fram, gita á hvør av teim-
um ápeikaði kongsevninum í
sleppir at ráða yvir Noreki;
ella um har verðir republik —
er tað vert at minna á, at tað
var norsku professarin J. E. Sars,
sum í tíðsskriftinum »Ringeren«,
6 ár síðan, fyrsti ferð fyri álv-
ara bar uppá mál um at sleppa
Noreki úr felagsskapi við Svø-
ríki »at søkja befríandi skils-
missi eftir eitt altfor langt og
forterandi njúnarband«, sum
Bjørn Bjørnson tekur til.
Professarin melur tá eisini
til at kjósaNoreki ein av Oscar
kongs synum fyri tað at berna-
dotskur ætlingur kann setast á
heilaga Ólav kongs trúnu.
Skemtilig ferð var, heltdrong-
urin sum kom úr Havn eftir
Ólavsøku. Mangt hevði hann
hoyrt, hitt bæði slekt og vinir,
dansað dúliga og kvøði menni-
liga.
Nógvar hevði hann traktera
Óført hevði hann spendera,
men \\sAX.d,fríggjara-t,v(Btli\ sjón-
leikshúsinum, sum hann hevði
læti 75 oyrir fyri, tað var burtur-
spilt.......»Slíkt skuldu tey
ikki aðri ferð narra rættan mann
eftir — — hatta var bara fyri
konufólk!«
Skúlaferiur,
Summarferian fer nú at
halla. Høvdu vit ikki sjálv
hildu feriu í august, tá høvdu
vit langt síðan heilsa bæði
lærarinum og børninum til góðan
stuttleika og styrkjandi hvíld frá
skúla og lesnað. Vit unna væl
børninum, sum ganga í skúla
hvønn dag, at ferian her á landi
sum annars i rukinum, er sett
til 6 vikur, og ikki minni unna
vit lærarinum hesa hvíld til at
styrkja lekam og ánd. Hvør er
hin skúlalærarin, sum ikki
kennir seg fríðan sum fiskurin
á sjónum, tá han letur dyrnar
aftur eftir sær, dagin framman-
undan summarfeiúu?
Tað er eitt strevi, ofta
ógvuliga takkaleyst arbeiði, at
verða barnaskúlalærari — ikki
minst í Føroyum, og verst í
smábygdinum, har børn og
vaksin eru lika iðin eftur at
finna ódygdir hjá lærarinum,
æntin hann er i skúla ella frá
skúla (heima).
Sum vituligt er, hin lærarin
íð ikki hevur evni við lagalig-
heit at vinna sær álit hjá bør-
ninum; hann fær einki lært tey,
hann fær nógva møði og onga
fruktir af sínum arbeiði. — Hví
er tað ofta ein sð ræðuligur
gangur — nærsagt kríggj —