Oyggjarnar - 20.05.1908, Side 2

Oyggjarnar - 20.05.1908, Side 2
álvara at fáa hjá blíðum vert- fólki í 5 đagar -— tað er so- leingi sum eitt ordans brúdleyp stenđur við í Føroyum, fráskila, at f Noregi verðir alt teim flestu nýtt og ókunnigt. At nógv ungt fólk hugsar um ferð- ina hoyrdist langt siðan frá — tað mátti so verði! Skipsferðin út og heim verðir neyvan upp um 4 o k r ; kann- ska minni; men 15 til 20 kr. má ein rokna sær at ganga til lummaskilling — tær 6 ella 7 krónunar til at ferðast á jarn- breyt niðan undir fjalli og grønan skóg til fundar. — Kongavitjingin síðsta summar voldi tað góða, at tey flestu sleppa frá kostnað til nýggj klæðir — silvurstásið at siga. Ungfrúnum vilja vit leggja í minni e n d u 1 i g a at taka tykkara føroyska búnað við at stíga á land í ella at fara í til fundirnar. Og đans- urin! sum óivað verðir troðin hvørt kvøld — tá spyrja vit ikki eftir tí føroyska búnaðinum, ið fer at flovna hjartað í hvørjum ungum norðmanni. Minnist til: tyt koma øll, kvinna og mann, f tey norsku bløðini, og tí eisini er um, ikki at sýna seg mótatræl, ið hvussi er, tí tað hóar minst av øllum Norðmannasinni nú á døgum. Ein 'ung natúrlig genta ber sín national- búnað sum ein prin- sessa, tá ið hon vil tað. Til Grønlands at „missionera“? Vábbingur sigir, at Føroya M o e ætlar sær til Grønlands at »missionera*. Sleppir hann burtur frá tí vannkundiga fólka- ferðini, ið býr á hesum landi? Stórt nýtt bókaverk, Teir vitskapsmenn Týskir og Franskir Føroyingar, Norðmenn og Danskir, allir hava skrivað í bleð, »arkiv« og tíðs- skriftir um kvæðini og dansin í Foroyum. Enn teirra frásagn er sum ein lítil gortur metaður við stórt nuða afturímóti ti viða og virðiliga verki, sum hin kunnigu musiksagumaðurin HjalmarThuren nú hevur útgivið um kvæðini og dansin, niðrispol, visur og sálmaljóðini i Fer- oyum, og sum hann undir eitt kallar Folkesangen paa Færøerne. Forvitnisligt verk fyri vitskapsmenn. Ikki minni fyri okkum Feroyingar. M o n g d av kunnigum, hálvgloymdum og gloymdum kvæðum, táttum, niðrispøl, vísum og sálmum, ið vil gera Hj. T h u r e n tiltiknan mann langt uttanfyri Danmark, Noregi og Føroyar. Hann tekur til eitt, eftir sínum tykki, vakrasta niðurlagið. Gleðin uppi yvir natúrsins fagurleika: Troði nú lættliga dansin! Dagurin skín so fagurliga, komin er hægst á summarið! »Om Kvinderne hedder det, at de gaar i Dansen med deres største Pynt, og de roses meget for deres Skenhed.* Gár í dans frúa! Sprund fagurt eg kjós at dansa mær við hond so fagurliga sum eg kann Gár í dans frúa! Men hann tykir ikki at tær klæða seg »karakteristisk«; tað einasta, hann bítir merki í, er eitt litaturklæði, sett um herðarnar. »Saa stor er Begejstringen for Dan- sen, at end ikke i Livsfare mister Fær- ingen sin Sans for denne Fornojelse.* Yæl er mær ansað! her vil eg á gólvið fram at dansa, tó at tú vilt mær lív í vanda; væl er mær ansað. Eitt annað ljóð, ið hann setur frammalaga: Læt nú dans dynja dreingir; stoltsliga sláið í ring, stendur hon vár frúa. Tó at tíðin er nógv broytt frá fornum, og »eingilskdansurin« tekur um seg á bygdum og í Havnini, so vónar Thuren, at kvæðini og tann føroysku dansurin leingi enn fer at trivast væl. Og tað vóna vit eisini. Ein gomul og ein ung, Ltviđ beiðskari enn deyđin. »Á ja«, sigir hin gamla og fløvar hendurnar fram við kamineldin, »đeyðin fór við ø 11 u m eg átti. Hvør ein, ið lá mær á hjarta, tók hann, og nú siti eg einsamøll eftir«. Hin unga, ið situr henni hjá, mælur ikki orð, men starar inn í tann bleiktrandi eldslogan; iklci eitt troystandi ella hugn- andi orð letur hon falla. Hon situr og heldur hendurnar saman um knæið — vaggandi aftur og fram. »Deyðin ránaði mær alt« tekur hin gamla upp aftur; »faðir, móðir, syskin, mann og børn«. Flon tigur — og væntar at hin fer at siga okkurt, men hon letur ikki av at stara inti í eldslogan. »Deyðin er ræðuligur« heldur hin gamla fram; »hann sníkir seg eftir tí besta tú eigir; hann tekur tey, meðan tú fevnur tey innuligast. Tú roynur at verma tey inn at barminum og tætt undir tínum hjarta verða tey ískøld, sum đeyðin sjálv- ur er«. Hin unga tigur enn sum fyrr. Tá sigir hin gamla: »Men hvat veit tú um sorg — tú sum ongantíð hevur hoyrt deyðan banka á dyrnar!« Tá gløttar hin unga við. Á eygnabræ sæst, at hon hevur froystað evindaliga sorg. Varr- arnar pipra og gera seg til at tala, men hon læsir tær aftur í stundini. Orð eru ov fátak til ta sorg. Fyri oyrum hennara ljóðar kunnugt mál, ið nú talar føgur og innulig orð til onnur fljóð, sum fyrr til hennara, og hon minnist eina hond, sum enn er mjúk og flógv, men sum ongan- tíð, ongantíð meiri kann kýna henni. Har fór a 11, ið hon átti. Hon kjemst aftur á orðini

x

Oyggjarnar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.