Oyggjarnar - 20.05.1908, Page 2
álvara at fáa hjá blíðum vert-
fólki í 5 đagar -— tað er so-
leingi sum eitt ordans brúdleyp
stenđur við í Føroyum, fráskila,
at f Noregi verðir alt teim
flestu nýtt og ókunnigt. At
nógv ungt fólk hugsar um ferð-
ina hoyrdist langt siðan frá —
tað mátti so verði!
Skipsferðin út og heim verðir
neyvan upp um 4 o k r ; kann-
ska minni; men 15 til 20 kr.
má ein rokna sær at ganga til
lummaskilling — tær 6 ella 7
krónunar til at ferðast á jarn-
breyt niðan undir fjalli og
grønan skóg til fundar. —
Kongavitjingin síðsta summar
voldi tað góða, at tey flestu
sleppa frá kostnað til nýggj
klæðir — silvurstásið at siga.
Ungfrúnum vilja vit leggja
í minni e n d u 1 i g a at
taka tykkara føroyska búnað
við at stíga á land í ella at
fara í til fundirnar. Og đans-
urin! sum óivað verðir troðin
hvørt kvøld — tá spyrja vit
ikki eftir tí føroyska búnaðinum,
ið fer at flovna hjartað í hvørjum
ungum norðmanni.
Minnist til: tyt koma øll,
kvinna og mann, f tey norsku
bløðini, og tí eisini er um, ikki
at sýna seg mótatræl, ið
hvussi er, tí tað hóar minst av
øllum Norðmannasinni nú á
døgum.
Ein 'ung natúrlig
genta ber sín national-
búnað sum ein prin-
sessa, tá ið hon vil tað.
Til Grønlands at „missionera“?
Vábbingur sigir, at Føroya
M o e ætlar sær til Grønlands
at »missionera*. Sleppir hann
burtur frá tí vannkundiga fólka-
ferðini, ið býr á hesum landi?
Stórt nýtt bókaverk,
Teir vitskapsmenn Týskir og Franskir
Føroyingar, Norðmenn og Danskir, allir
hava skrivað í bleð, »arkiv« og tíðs-
skriftir um kvæðini og dansin í Foroyum.
Enn teirra frásagn er sum ein lítil gortur
metaður við stórt nuða afturímóti ti viða
og virðiliga verki, sum hin kunnigu
musiksagumaðurin HjalmarThuren
nú hevur útgivið um kvæðini og dansin,
niðrispol, visur og sálmaljóðini i Fer-
oyum, og sum hann undir eitt kallar
Folkesangen paa Færøerne.
Forvitnisligt verk fyri vitskapsmenn.
Ikki minni fyri okkum Feroyingar.
M o n g d av kunnigum, hálvgloymdum
og gloymdum kvæðum, táttum, niðrispøl,
vísum og sálmum, ið vil gera Hj.
T h u r e n tiltiknan mann langt uttanfyri
Danmark, Noregi og Føroyar.
Hann tekur til eitt, eftir sínum tykki,
vakrasta niðurlagið. Gleðin uppi yvir
natúrsins fagurleika:
Troði nú lættliga dansin!
Dagurin skín so fagurliga,
komin er hægst á summarið!
»Om Kvinderne hedder det, at de
gaar i Dansen med deres største Pynt,
og de roses meget for deres Skenhed.*
Gár í dans frúa!
Sprund fagurt eg kjós
at dansa mær við hond
so fagurliga sum eg kann
Gár í dans frúa!
Men hann tykir ikki at tær klæða
seg »karakteristisk«; tað einasta, hann
bítir merki í, er eitt litaturklæði, sett
um herðarnar.
»Saa stor er Begejstringen for Dan-
sen, at end ikke i Livsfare mister Fær-
ingen sin Sans for denne Fornojelse.*
Yæl er mær ansað!
her vil eg á gólvið fram at dansa,
tó at tú vilt mær lív í vanda;
væl er mær ansað.
Eitt annað ljóð, ið hann setur
frammalaga:
Læt nú dans dynja dreingir;
stoltsliga sláið í ring,
stendur hon vár frúa.
Tó at tíðin er nógv broytt frá fornum,
og »eingilskdansurin« tekur um seg á
bygdum og í Havnini, so vónar Thuren,
at kvæðini og tann føroysku dansurin
leingi enn fer at trivast væl.
Og tað vóna vit eisini.
Ein gomul og ein ung,
Ltviđ beiðskari enn deyđin.
»Á ja«, sigir hin gamla og
fløvar hendurnar fram við
kamineldin, »đeyðin fór við
ø 11 u m eg átti. Hvør ein, ið
lá mær á hjarta, tók hann, og
nú siti eg einsamøll eftir«.
Hin unga, ið situr henni
hjá, mælur ikki orð, men starar
inn í tann bleiktrandi eldslogan;
iklci eitt troystandi ella hugn-
andi orð letur hon falla. Hon
situr og heldur hendurnar saman
um knæið — vaggandi aftur
og fram.
»Deyðin ránaði mær alt«
tekur hin gamla upp aftur;
»faðir, móðir, syskin, mann og
børn«.
Flon tigur — og væntar at
hin fer at siga okkurt, men hon
letur ikki av at stara inti í
eldslogan.
»Deyðin er ræðuligur« heldur
hin gamla fram; »hann sníkir
seg eftir tí besta tú eigir;
hann tekur tey, meðan tú fevnur
tey innuligast. Tú roynur at
verma tey inn at barminum og
tætt undir tínum hjarta verða
tey ískøld, sum đeyðin sjálv-
ur er«.
Hin unga tigur enn sum
fyrr. Tá sigir hin gamla: »Men
hvat veit tú um sorg — tú sum
ongantíð hevur hoyrt deyðan
banka á dyrnar!«
Tá gløttar hin unga við. Á
eygnabræ sæst, at hon hevur
froystað evindaliga sorg. Varr-
arnar pipra og gera seg til at
tala, men hon læsir tær aftur
í stundini.
Orð eru ov fátak til ta
sorg.
Fyri oyrum hennara ljóðar
kunnugt mál, ið nú talar føgur
og innulig orð til onnur fljóð,
sum fyrr til hennara, og hon
minnist eina hond, sum enn er
mjúk og flógv, men sum ongan-
tíð, ongantíð meiri kann kýna
henni.
Har fór a 11, ið hon átti.
Hon kjemst aftur á orðini