Várskot - 01.06.1904, Blaðsíða 1

Várskot - 01.06.1904, Blaðsíða 1
BLAÐ FØROYINGAFELAGS í KEYPMANNAHAVN. Nr. 2. JXJNI. 1904. Fámenta fólk: yy) j ) fylkist tú oxl móti axlum, f (Ær IIW-Pi') FS>> (Ayy/ tá gerst tær stálkynt í jaxlum, ( AwVu sameinda fólk! \ ÚTIDEYÐUR. ungt og hartt er mansins virki í harðbardum landi, tungar gongdir og vandafullar ferðir varð lutur hans. Og mansin's sinni verður óglatt og hartt og skapið fábroyt og fálátað; tunglyn- tur, djúpur og đrjúgvur verður maður í huga og fámæltur í orðum. Eyga lítur álvarsamt at "ollum og fóturin stígur varisliga, tí hann er vanur við vandamiklar leiðir. Men djúpt er at sálarbotni, drjúgv og sterk og dygg er grundin og trúgvt og trúfast hjarta- lagið, og fast og treystligt er handatakið Ymis er mansins eydna í stravnum dagligum sliti, og so undarlig fellur honum lágnin. Mangur sorgarleikur er spældur á streymharðum víðum havi, imillum fjoll og í brottum bjorgum, utan at boð gingu av. Eingin veit frá einum at siga, og eingin veit frá mongum at siga, táið eingin av teim spurdist aftur. Eitt fólk burturstongt frá ollum einsamalt við sínari sorg! Hvor greiddi frá teimum. ið burtur blivu, og hvor bar boð um hvat fólkið foldi, ið eftir sat heima? Ein tungur, málleysur tregi, ið setti sítt merki á lívið, gav kvinnum friðleysar og óróligar dagar og fekk barnið at stara við angist og ótta út yvir havið. Hvor bar boð um teir, sum strembaðu í blóðstrangum róðri at slíta til iands, hvor sá teir í stríði mót øðiligum sjógvum, ið fylltu teimum bátin, hvor hoyrdi neyðarróp teirra og teirra síðstu orð, hvor sá eyga slokna í tí kalda dýpi? Hvor bar boð frá manni, ið fall til bjarga og endaði lív sítt i urð ella brimgangi? Hvor segði frá honum, ið andaðist uppi millum fjoll, kalda dimma vetranátt? Tað var komið væl út um vetur- nætur, so dagurin var stuttur, dimligt var á kvoldi og náttin so long og myrk. Seint á morni rann sólin úr kavi, og tað tyktist henni stravið og drjúgvisamt at spreingja teir dimmu og tungu náttarskuggar, ið hingu yvir

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.