Várskot - 01.06.1904, Blaðsíða 3

Várskot - 01.06.1904, Blaðsíða 3
7 — »Eg veit ikki, men vit muga royna at ganga nakað skjótt, í hvort fall hetta niðan á fjallið her og yvir um Stóravatn; koma vit í toluliga ljósum hegar um Skarið og inn á okkara egna bygdarhaga, so ger tað ikki so nógv, um náttin kemur á okkum, tí har eru vit kunnigir.« »Ja«, sigur Olavur, »lat okkum skunda okkum, eg kvíði, at fólk fer at verða bangið um okkum heima, og eg veit, at móður míni leingist. Tað var spell, at doktarin skuldi vera burturstad- dur, so vit noyðust at bíða so leíngi.« — Meðan teir gingu niðan eftir, brekku eftir brekku, tók Ólavur meir og meir at dragna aftur úr, ofta steðgaði hann sum fyri at draga andan, og hvíldi seg niður á stavin. Haraldur mátti av og á steðga á eftir honum; og ofta legðist Ólavur at drekka. »Hoyr Olavur, hóast eg sigi so, drekk ikki óvnógv vatn, tað gevur ótreysti at ganga. Vit muga fylgjast at, nú tað fer at verða myrkligt, um okkurt skuldi borið á.« »Ja, so er, men eg kenni meg so undarligan; mær fellur slík møði fyri brósti, og tað er sum beinini vikna og hokna undir mær; eg eri so móður og linur.« »Sig ikki tað, vælsignaður! tú fert væl ikki maktaloysi! Hvussu, hevir tú etið nakað ídag?« »Tað er ógviliga lítið, eg fekk mær ein lítlan bita í morgun, aðrenn eg fór frá húsum, og tað er alt. Eg fór so skundisliga avstað, og har er eingin góðin heima at gera nakað, sum tú sjálvur veist. So var eg inni í kram- búðini hjá keypmanninum í Breiðuvík og hann gav mær upp í glasi, men mær tykti, eg fekk so illt av tí.« — Teir gingu nú heldur spakliga niðan eftir, og tað bleiv meir og meir illgongt, táið teir komu niðan í gróti ogskursli; og sporini fóru at tyngjast í hvorjum hjá Olavi; hann royndi at ragga, men tað var sum kraftin minkaði við hvorjum spori, og táið teir vóru komnir niðan á, tá legðist hann. Og nú var tað meir enn halvmyrkt. Haral- dur royndi at fáa hann aftur á føtur og leiða hann, men hann orkaði illa at seta beinini til og legðist aftur. — Haraldur stóð uppi yvir honum. »Hvussu fer hetta at verða vorið. Hvíl teg eina løtu, so kanska tú styrknar aftur.« »Nej, eg eri ikki mentur meir,« sigur Ólavur. »Vælsignaður, eg orki ikki at bera teg, og langt er eftir enn. Royn for Guds skyld at menna teg upp, so skal eg leiða teg allan vegin; eg má ikki fara frá tær.« Ólavur kom sær aftur á føtur og hekk í arminum á Haraldi eitt petti, inntil teir komu nakað oman á slæt hinumegin fjallið; men so fall hann aftur. »Nej, eg eri einki mentur meir, tað er sum eg ikke eri førur at bera hovdið, og eyguni vilja falla saman á mær; tað er eingin fynd og stimbur eftir í mær. Lat meg sitaher! Bjarga tú tær og gakk heim, so kemur kanska fólk at leita eftir mær. — Ber heilsu til móður rnina; tú veit, hon ongan góðan hevir nú, siðan pápi og brøður minir gingu burtur í vár; hennara dagar hava verið so tungir siðan tá. — Og heilsa mær Sunnivu, um eg ikki skal verða lagaður

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.