Várskot - 01.06.1904, Blaðsíða 2

Várskot - 01.06.1904, Blaðsíða 2
— 6 — landinum og reka teir burt; eyga hennara var ikki meir so ljóst og bjart, og strálurnar vóru veikar og bleikar. Niðarliga við fjallatrom gekk hon tung- liga sína dagslongu leið, og móð og máttleys gekk hon á kvóldi til viða, meðan seinasta smílið tendraði ein bleikan roða um fjallatind. Ofta fjaldist andlit hennara av ljótum, dimmum skíggjum og tungari, gráari toku, sum sveipaði alt í sínn váta kalda favn; og strálur hennara megnaðu ikki at bera lívgandi hita niður á ta dókku fold, sum lag ber og nakin, úrlatin alt sítt fagra summarskreyt og blómandi vakurleika, rænd av menniskjum og herjað av heystveðri harðum. Rennvátar, illsligar og kaldar stóðu oyggjarnar og vóðu í rúkandi brota- sjógvi; tungar, síðar aldur tveittu seg í øði og dunandi harmi upp ímóti tí harða, kalda kletti, sum kroysti tær til fannhvítt skúm. lllslig, skitin og grá seyg tokan seg oman gjðgnum fjoll og líðir og niður gjðgnum slokur og giL, og sum eitt dimligt slðr hongdi hon seg niður um hamrarnar. Lágt hekk loftið niðuri á foldum! — Reiv hann í mjðrkanum við hvðrt, so tað klaraði upp á hvðnn tind, kundi eyga enn við frøði skoða upp í djúpbláa himin, og glaða seg við at síggja hamrar og heggjar, brýr og brekkur standa reint og klárt og baða sær í sólarljósinum. Men brádliga dróg hann so saman um aftur, og brast á við grovum skúrum og hvðssum heglings- ælum, so alt stóð i einum roki og fjðllini fargaðust hvítt í erva; og strangir stormar fóru við ýlan og nýstan og hvínan leikandi gjðgnum loftið, so tað dunaði og skramlaði í fjðllum og firðirnir stóðu í einari glaðu. Alt bar boð um, at tað leið móti vetri; eitt tunglynt lag og eitt syrgjuljóð kvað stormurin yvir landið, eitt harmakvæðið um summarið, ið svann, um lívið, ið sloknaði. — — Tað var farið at skýma, táið Ha- raldur og Olavur fóru niðan um bøgarðarnar í Breiðuvík á ferð heim til Langadals. Teir hovdu verið neyð- syndaørindihjá sjúkalæknanum, tí móðir Ólavs lag á seingini, illa sjúk. — Ha- raldur var prúður og vælvaxin og av raskastu monnum, og tillikin gongu- maður, og varð tí ofta heitt á hann, táið tað ráđdi um at fáa skyndiboð úr bygdini, og aldrig hevði hann sýtt bøn. Hann var ikki nógv fyri at tosa, men skilagóður og trúgvur sum trðllið.— Ólavur var nógv yngri tíl aldurs, kvikur og evnagóður, men ikki fulltreystnaður og var heldur veiklyntur og bleytur av sær.— Skundisliga gingu teir, so teir kundu náa heim, aðrenn náttin kom; dimveðraður var hann, og hann sá út til at fara at ilskast í veðrinum, og tjúk toka lag í erva. Vegurin gekk so líðanđi frá bygdini niðan mót fjalli- num, men var heldur drjúgvur at ganga, so hann tók sveittan út á teimum. Teir hðvdu okkurt um fimm fjórðingar heim, men teir skuldu upp um tvey fjðll og eitt langt strekki gjognum eina illgongta líð Haraldur bar kladsekk á bakinum, og báðir hðvdu latið seg úr um beinini, so teir kundu vera lættari at ganga, táið teir vóru skóleysir. »Heldur tú vit hava dag heim ?« spyr Ólavur.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.