Várskot - 01.06.1904, Síða 2
— 6 —
landinum og reka teir burt; eyga
hennara var ikki meir so ljóst og bjart,
og strálurnar vóru veikar og bleikar.
Niðarliga við fjallatrom gekk hon tung-
liga sína dagslongu leið, og móð og
máttleys gekk hon á kvóldi til viða,
meðan seinasta smílið tendraði ein
bleikan roða um fjallatind. Ofta fjaldist
andlit hennara av ljótum, dimmum
skíggjum og tungari, gráari toku, sum
sveipaði alt í sínn váta kalda favn;
og strálur hennara megnaðu ikki at
bera lívgandi hita niður á ta dókku
fold, sum lag ber og nakin, úrlatin
alt sítt fagra summarskreyt og blómandi
vakurleika, rænd av menniskjum og
herjað av heystveðri harðum.
Rennvátar, illsligar og kaldar stóðu
oyggjarnar og vóðu í rúkandi brota-
sjógvi; tungar, síðar aldur tveittu seg
í øði og dunandi harmi upp ímóti tí
harða, kalda kletti, sum kroysti tær til
fannhvítt skúm. lllslig, skitin og grá
seyg tokan seg oman gjðgnum fjoll og
líðir og niður gjðgnum slokur og giL,
og sum eitt dimligt slðr hongdi hon
seg niður um hamrarnar.
Lágt hekk loftið niðuri á foldum! —
Reiv hann í mjðrkanum við hvðrt, so
tað klaraði upp á hvðnn tind, kundi eyga
enn við frøði skoða upp í djúpbláa
himin, og glaða seg við at síggja
hamrar og heggjar, brýr og brekkur
standa reint og klárt og baða sær í
sólarljósinum. Men brádliga dróg hann
so saman um aftur, og brast á við
grovum skúrum og hvðssum heglings-
ælum, so alt stóð i einum roki og
fjðllini fargaðust hvítt í erva; og
strangir stormar fóru við ýlan og nýstan
og hvínan leikandi gjðgnum loftið, so tað
dunaði og skramlaði í fjðllum og
firðirnir stóðu í einari glaðu. Alt bar
boð um, at tað leið móti vetri; eitt
tunglynt lag og eitt syrgjuljóð kvað
stormurin yvir landið, eitt harmakvæðið
um summarið, ið svann, um lívið, ið
sloknaði. — —
Tað var farið at skýma, táið Ha-
raldur og Olavur fóru niðan um
bøgarðarnar í Breiðuvík á ferð heim
til Langadals. Teir hovdu verið neyð-
syndaørindihjá sjúkalæknanum, tí móðir
Ólavs lag á seingini, illa sjúk. — Ha-
raldur var prúður og vælvaxin og av
raskastu monnum, og tillikin gongu-
maður, og varð tí ofta heitt á hann,
táið tað ráđdi um at fáa skyndiboð
úr bygdini, og aldrig hevði hann sýtt
bøn. Hann var ikki nógv fyri at tosa,
men skilagóður og trúgvur sum trðllið.—
Ólavur var nógv yngri tíl aldurs, kvikur
og evnagóður, men ikki fulltreystnaður og
var heldur veiklyntur og bleytur av sær.—
Skundisliga gingu teir, so teir
kundu náa heim, aðrenn náttin kom;
dimveðraður var hann, og hann
sá út til at fara at ilskast í veðrinum,
og tjúk toka lag í erva. Vegurin gekk
so líðanđi frá bygdini niðan mót fjalli-
num, men var heldur drjúgvur at ganga,
so hann tók sveittan út á teimum.
Teir hðvdu okkurt um fimm fjórðingar
heim, men teir skuldu upp um tvey
fjðll og eitt langt strekki gjognum eina
illgongta líð Haraldur bar kladsekk
á bakinum, og báðir hðvdu latið seg
úr um beinini, so teir kundu vera
lættari at ganga, táið teir vóru skóleysir.
»Heldur tú vit hava dag heim ?«
spyr Ólavur.