Várskot - 01.06.1904, Blaðsíða 4
/
8 —
at koma heimaftur meir; tú veist, at
eg havi borið ástartokka til hennara.« —
Haraldur stóð sorgarbundin og
ráðaleysur uppi yvir honum og í dopur-
huga um hvat hann skuldi gera, æntin
hann skuldi venda við aftur til Breiðu-
víkar, ella fara heim eftir fólki, ella
kanska royna at bera og dragsa Olav
heim; men hetta var heilt ógjorligt
arbeiði, og kanska teir sa báðir blivu
liggjandi uti.
>Eg hugsi, tað er tað beinasta, at
eg fari heim, og eg skal skunda mær
tað, ið eg eri mentur; men tú mást
ikki verða sitandi her, ti so styrnar tu.
Hygg, tak kot mítt og lat teg í, og gakk
so tað litla, tú orkar; men halt teg
endiliga á gotuni, so vit kunna finna
teg. — Gavi, at vit finnast aftur í
ollum góðum!« —
»Farvæl Haraldur! og takk fyri alt,
sum vit báðir hava haft saman.« —
Tár stóðu í eygunum á báðum,
táið teir skiltust, og Haraldur hvarv
við renningalopi í myrkrinum, og Ola-
vur lá eftir einsamallur á teirri vátu
jorð uppi millum fjollini í teirri myrku
nátt. —
Táið nokur tíð var umliðin, ræt-
naið Olavur nakað við og ronydi aftur
at fara og ganga. Men nú var tað so
bølamyrkt rundan um hann, so hann sá
hvorki varðar ella nakað. Hann trilvaði
seg framm, men snavaði og datt um
bokkar og steinar. Kaldur og hálvstyr-
naður var hann, og kundi ikki fáa
hita aftur i kroppin; hálvt i orviti var
hann, so hann visti ikki, hvar han gekk,
men viltist. Brátt minkaði mátturin
aftur, so hann aftur mátti setast.
Óhugnaligt og øðisligt var her upjfí
millum fjollini, so myrkt og svart.
Einki hoyrdist utan tað tunga, eins-
formaða dunið av briminum við landi,
og súsanin av storminum, sum kaldur
leikaði um millum fjollini. (niðurlagt).
7- D.
SKÓGFERÐ.
Sunnudagin tann 12 h. m. gera
Føroyingar 1 Keypmannahavn eina
skógferð.
Koyrt verður við eystbanatokinum
um middagsleitið til Skodsborg, heðani
verður gingið tvórtur við Bollemosen
og Raadvađ til flotuna við Eremitagen,
hvar ymist verður haft til skemtunnar.
Heim aftúr verður farið frá Klampen-
borg.
Prísurin er 1 króna fyri hvonn.
Hvor syrgir sær fyri mati sjálvur.
Tey, ið hug hava at fara við, eru
biðin um at gera so væl at lata for-
mann Føroyingafelags, Jákup Dahl,
Peder Skramsgade 8,4, vita av, seinast
fríggjakvoldið, æntin skriftliga á einum
brævkorti ella munnliga (Hann er bestur
at hitta kl. 5—8 seinrapartin).
Tey, ið ætla sær við, muga móta
við Eystbanagarðin sunnudagin kl. 12
præcis.
Komið við og sigið oðrum Føroyin-
gum frá!
— Føroyingafelag gevur út. —
Vulentin & Lund, Niels .Tuelspade 9.