Várskot - 01.06.1904, Qupperneq 3
7 —
»Eg veit ikki, men vit muga royna
at ganga nakað skjótt, í hvort fall
hetta niðan á fjallið her og yvir um
Stóravatn; koma vit í toluliga ljósum
hegar um Skarið og inn á okkara egna
bygdarhaga, so ger tað ikki so nógv,
um náttin kemur á okkum, tí har eru
vit kunnigir.«
»Ja«, sigur Olavur, »lat okkum
skunda okkum, eg kvíði, at fólk fer at
verða bangið um okkum heima, og eg
veit, at móður míni leingist. Tað var
spell, at doktarin skuldi vera burturstad-
dur, so vit noyðust at bíða so leíngi.« —
Meðan teir gingu niðan eftir, brekku
eftir brekku, tók Ólavur meir og meir
at dragna aftur úr, ofta steðgaði hann
sum fyri at draga andan, og hvíldi seg
niður á stavin. Haraldur mátti av og
á steðga á eftir honum; og ofta legðist
Ólavur at drekka.
»Hoyr Olavur, hóast eg sigi so,
drekk ikki óvnógv vatn, tað gevur
ótreysti at ganga. Vit muga fylgjast
at, nú tað fer at verða myrkligt, um
okkurt skuldi borið á.«
»Ja, so er, men eg kenni meg so
undarligan; mær fellur slík møði fyri
brósti, og tað er sum beinini vikna og
hokna undir mær; eg eri so móður
og linur.«
»Sig ikki tað, vælsignaður! tú fert
væl ikki maktaloysi! Hvussu, hevir tú
etið nakað ídag?«
»Tað er ógviliga lítið, eg fekk mær
ein lítlan bita í morgun, aðrenn eg fór
frá húsum, og tað er alt. Eg fór so
skundisliga avstað, og har er eingin
góðin heima at gera nakað, sum tú
sjálvur veist. So var eg inni í kram-
búðini hjá keypmanninum í Breiðuvík
og hann gav mær upp í glasi, men
mær tykti, eg fekk so illt av tí.« —
Teir gingu nú heldur spakliga
niðan eftir, og tað bleiv meir og meir
illgongt, táið teir komu niðan í gróti
ogskursli; og sporini fóru at tyngjast
í hvorjum hjá Olavi; hann royndi at
ragga, men tað var sum kraftin minkaði
við hvorjum spori, og táið teir vóru
komnir niðan á, tá legðist hann. Og
nú var tað meir enn halvmyrkt. Haral-
dur royndi at fáa hann aftur á føtur og
leiða hann, men hann orkaði illa at seta
beinini til og legðist aftur. — Haraldur
stóð uppi yvir honum. »Hvussu fer
hetta at verða vorið. Hvíl teg eina
løtu, so kanska tú styrknar aftur.«
»Nej, eg eri ikki mentur meir,«
sigur Ólavur.
»Vælsignaður, eg orki ikki at
bera teg, og langt er eftir enn. Royn
for Guds skyld at menna teg upp, so
skal eg leiða teg allan vegin; eg má
ikki fara frá tær.«
Ólavur kom sær aftur á føtur og
hekk í arminum á Haraldi eitt petti,
inntil teir komu nakað oman á slæt
hinumegin fjallið; men so fall hann
aftur.
»Nej, eg eri einki mentur meir, tað
er sum eg ikke eri førur at bera hovdið,
og eyguni vilja falla saman á mær;
tað er eingin fynd og stimbur eftir í
mær. Lat meg sitaher! Bjarga tú tær
og gakk heim, so kemur kanska fólk
at leita eftir mær. — Ber heilsu til móður
rnina; tú veit, hon ongan góðan hevir nú,
siðan pápi og brøður minir gingu
burtur í vár; hennara dagar hava verið
so tungir siðan tá. — Og heilsa mær
Sunnivu, um eg ikki skal verða lagaður