Várskot - 01.07.1905, Page 3

Várskot - 01.07.1905, Page 3
— 27 — I niðu Sátan baldrar, hann upp og niður skjaldrar í myrku gomlu nátt; nti møðast gyltir veingir, nú linkast sterkir streingir, men hann fekk hjálp so brátt. Sterka elđskýggj hann mót liimli slongdi, Guds fígginđi ígjøgnum myrkur strongdi, hann kom harupp sum gamla nátt úthongđi sítt fyrsta tjúkn, tí ljósi móti sprongdi. Har helvits kongur stendur, hann sær mót ljósi vendir og sær seg vítt umkring: av sól man luftin giansa, og liimla-stjørnur dansa í ordan runt í ring. Angur mundi leiða djevil raka: Hví mundi svarti óndskap meg betaka ? alla lukku havi eg forsakað, í helviti til evig tíð meg bakað. Tann angur snart fekk enda. tí óndskap býr í fjenda, so snart hann skapti seg í lívsins eingla líki, til himmals seg at sníkja; tað kom til spott og spe: Við himlamúrin sterkar vaktir ganga; til einkis var tann djevils reisa langa, einki hop var himmal til at fanga, burt fleyg Sátan við sítt eyga ranga. Prá himli Sátan fýkur, hann millum stjørnur strýkur og ger so mangt eitt slør; planetir sær hann renna, men ei liann kundi kenna ta nýggju skaptu jørð. Tí man Sátan móti sól nú lialđa, tala vil hann við tann eingil balda, settur av Gud sjálvum til at valda yvir sól, sum mílir er ótaldar. Tann ljósins eingil sterki ei kendi óndskaps verkið, hann Sátan vísti leið; so snart sum stjørnur skjóta hann kláru luft man bróta, á jarðaríki steig. Svaku fyrstu móður hann forførdi, hon tí fyrsta manni tá forgjørdi, teirra slag í arvasynd uppnørdi, synd og deyða yvir verøld snørđi. Evu fall. ve, tann jørð bedrigin, tí nú er Sátan stigin á jarðaríkis grund; hann stóra vreiði hevur og mannamorð hann krevur av sínum óndskaps fund, í orma-líki sat í Harrans haga, menniskjan hann vera vil at skaða, tey í syndafall við sær at draga, himmiríki vil hann øllum bæga. So fagurt sólin skínur, og fram í haga trínur tað ynnuliga par. So er mær sagt av sonnum, at prúðastur av monnum tann fyrsti maður var. Himmalsk deiligheit av Evu skygđi, Gud af Adóm sjálvur hana bygdi, teirra sál var full av hvørjum dygdi, men Sátans hróst var fullt av helvit- brigdi. Eg himmalhorna kempa, ei vildi eg meg lempa

x

Várskot

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.