Várskot - 01.07.1905, Síða 5

Várskot - 01.07.1905, Síða 5
— 29 — Eg gav teim frían vilja, so væl tey kunnu skilja, tey hava sjálv sítt val, tey seg ei vilja stýra, so tapt er skapning đýra, tey hlíva Sátans træl. Er her nøkur himmal-makt at finna, himmiríki kann teim attur vinna, teirra synd pátaka kann og tynna synđa straff. so straffin verður minni. Hvør eingil ótta hevði, og eingin orbið segði, teir ræddust syndsins løn; upp reistist tá hin baldi, av evigheit útvaldi Guds elskiligi son: O almakts-faðir, lat meg eina líða fulla synda straff, eg skal ei bíða móti alla helvits makt at stríða, náði tín um ríki frættist víða. Sum sagt, tað skal so vera, tú verðins synd skal bera og frelsa fallnu verð; tá tíðin er útrunnin, blant fólk tú verður funnin, tá helvits-fallið sker. Tóku nú himlatungur til at prísa frelsarin og skaparin tí vísa, sum fyri fallnu verð læt náði lýsa og himmalskt gott av illum læt upprísa. Imeðan tað himlaráðið, sum inniheldur náði, hin helvitbrandur var til haga atturvendur, í Paradís hann stendur, av óndskap teDnir skar. Meðan Sátan nú av óndskap bendi, sólins eingil gjørliga hann kendi, skjótt sum stjørnuskothann niður rendi til einglavakt, sum Harrin sjálvur sendi. So talar eingil hlíði: Upp, Gabriel, til stríðið! tú reið teg, hav í akt, ein fallin ond er snikin, frá fongslum sínum vikin, Gud setti teg til vakt. Einn hann, đrív hann! lat hann tað und- gjalda, at han sníkti seg til verøld balda; Harrans jørð ei honum bør at halda, illt við Harrans skapning kann hann valda. Tann vaktar-høvding svarar: Tú, Urial, meg varar, tú ei kannst taka feil; ið hvar ið hann er runuin, hann út skal verða funnin, mín vakt skal fara heil. Sólin nú til jarðar tók at halla, Gabriel ta vakt man saman kalla: Leitið upp tann helvits upprørs-skalla ! Harrin straffi hann við djevlar alla. Upp sólins fyrsti svevar og móti sól seg hevar, so snart sum snarljós rann. Tá náttin á var runnin, tá var hann Sátan funnin; tveir einglar funnu hann. Sum lítið djór hann lá við Evu oyra, í svøvni illt læt Sátan hana hoyra; einglarnir tann ónda mundu koyra; í hesi ferð ei fekk hann froysta meira. Nú Sátan upp var reistur, • hann var av vreiði oystur, forferdiligur bar hann Harrans vreiðis merki, so mirktist nú hin sterki, tá hann stóð einglum nær, djúpu toru-arr hann mundi bera,

x

Várskot

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.