Várskot - 01.07.1905, Qupperneq 6

Várskot - 01.07.1905, Qupperneq 6
— 30 — Michaels svørð so djúpt hann mundi skera, ongan skaða einglum kundi gera, til gongd av teim hann drivin mundi verða. Enn svart man náttin klæða, tá attur í Guds haga kom klára einglavakt. Nú verøld er rannsakað, ei finnast kundi nakað, sum var ímót Guđs makt, Gabriel talar nú til einglar sínar: Frá Paradís nií koma rnaktir mínar; fvri teim stolt ein stórur man framtrína, so dimmt er ljós, av honum man fram- skína. Eg ivist ikki longur, tað er hann Skrekkin kongur; tit standið væl og fast; eg kann tað fullvæl kenna hann óndskap út vil brenna og brúka gomlu last. Allir einglar høvdings ordra fylgdu, himlavopn teir móti honum hildu, slerdu ring um fíggindan við snildu, vreiðir vóru nú teir einglar mildu. So talar eingil vreiður: Tú, djevlars helvit eigir, hvat hevur tú til snið, her á Guds jørð teg sníkja, frá fongslum tínum víkja og bróta Harrans frið? Svarar haníi Sátan so við grummuøði: Tápuligt títt spursmál er og løgið, leita vil eg eftir meira frøði, í helviti er angist, sorg og møði. Skjótt svarar eingil vakur: Er eina tú so svakur, tú ei kann tola tað, sum lægri djevlar líða, og ikki torir bíða har í tí đømda lag. Hánaður Sátan nú av óndskap fnýsti, helviteldur úr hans andlit lýsti, Gabriel á himmaltekin vísti, Sátan víkti og av harmi gnísti. Nú sólin tók at roða, so fagurt var at skoða ta vøkru morgunstund; tann døgg tók av at dríva, og træatoppar blíva sum skínandi í lund. Lætt úr svøvni vaknar fyrsti maður, alla skaptu verøldu hann ræður, sorg ei kendi, altíð hjartaglaður, Harrans góðheit varhans troystastavur. Upp fyrsta móðir vaknar, úr svøvninum hon raknar, og sterkur sveitti rann, og tárar mundu streyma: Eg meg forbreyt í dreyma — eg sá ein fagran mann; av kunnskaps træ hann kom mær til at eta, Harrans boð til síðu munđi seta, leingi mundu bæði saman meta, tí man grátur míni eygun veta. Her Adóm gav til svarið: 0 Gud, hann teg bevari at gera tað við vit! Tað ein í svøvni droymir, hann vakandi forgloymir, tað ei uppvekur vit. Eva fekk begerligheit ta stóru at skiljast at, so skild at bæði vóru upp til lættligt verk tey bæði fóru, uttan møði dagins arbeið bóru.

x

Várskot

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.