Ungu Föroyar - 01.10.1910, Page 1

Ungu Föroyar - 01.10.1910, Page 1
HIN KANVERSKA KVINNAN. »Kvinna! O, tín trúgv er sterk, verði, sum tú vildi.O Hetta orð sum undurverk er úr lívsins keldu. Hetta harrans orð so gott, — sagt til heiðinkvinnu — meðan klokkur Ijóða hátt, gongur ei úr minni. Hetta enn er harrans orð til hvørt mannahjarta, tá hann sær, tess trúgv er stór til hans andlit bjarta. Tað sum tcvinnan líkna má seg við hundar smáu, bara tað kann molar fá av Guðs signaðu gávu. Molar av'tí lívsins breyð, • dýru himnaføði, tað er bjarging út úr neyð, sáð til sumargrøði. syng tá, hjarta hvørt, sum trýr, á Guðs sonar mildi! Troystin í ti orði býr: verði, sum tú vildi! Verður eins og hjartað vil, leikar lívið fegið; deyði, sory ei eru til, tá er lív og gleði. Lítum. til var frelsarmann, hann veit, hvat ið bagir; lív og gleði lovar hann, alt hjá sínum faðir. Sjálvur er hann lívsins breyð, veitir okkum megi, leiðir oss úr syndaneyð, inn til harrans yleði. Týddur. (EJtir Grundtvig.)

x

Ungu Föroyar

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.