Ungu Föroyar - 01.06.1915, Side 4
— 44 —
gamli, hann hevur ikki stigið tyngri spor,
eisini hinum fellur gongdin tung; teir
kenna tað á sær, at fáur hevur mist meiri
enn hesin gamli maðurin.
Karin hoyrir teir koma, hon skilur
á gongulaginum, at teir bera eingi góð
tíðindi, hon sigur tí við hina gomlu:
»Nú fáa vit brátt alt at vita.«
Hin gamla hyggur út fyri dyr, og tá
hon sær, at teir koma berandi við einum,
steinsvímar hon.
Eisini Karin kennir blóðið seta frá
hjartanum, men hon mannar seg upp;
verður standandi í durunum, og hon sær
teir bera byrðina inn gjøgnum hinar
góðu dyrnar. Eina stund eftir koma teir
út aftur, men bóndin er ikki við teimum.
Hon gongur at durunum og sær líka
inn á borðið í hini góðu stovuni.
Haraldur liggur á borðinum; men
yviri við vindeygað situr pápin, hann
fjalir andlitið í hondunum.
Eina stund stendur Karin í durunum
og ivast, men so gongur hon innar at
borðinum, boyggir seg niður yvir líkið
og kyssir hinar køldu varrarnar.
»Góðasti Haraldur, far væl,« teskar
hon, meðan tárini rulla oman eftir kinn-
unum. »Tað er tungt at skiljast frá tær.«
»Ja, Karin, tað er tungt at missa,«
sigur hin gamli, sum hevur reist seg.
»Kom tú nú við mær, tær nýtist ikki at
fara yvir aftur enn á sinni.*
Tey ganga lið um lið út úr stovuni.
Uti í túni stødgar hin gamli á.
»Karin,« sigur hann, »vilt tú ikki fyri
Haralds skuld verða hjá okkum altið?«
»Jú, fyri hansara skuld.«
»Dóttir mín, Guð signi teg,« sigur
hin gamli og kyssir hana.
Mánin skyggir so bjart niður yvir
dalin og ánna, og túsund tals stjørnur
blunka hvør til aðra.
VI.
Sumarið fór, heystið er farið, og nú
er veturin komin við sínum hvita — skín-
andi hvíta kava. Flykrurnar koma so
stórar og stillar, sum ein herskari av
hvítum sumarfuglum, niður úr hinum
roykgráa loftinum, tal-leysar koma tær
sveimandi og breiða lak yvir heimin.
Og glerið — blankt sum ein spegil,
leggur tað seg oman yvir áir og tjarnir,
so blankt og klárt at tú kanst síggja,
hvussu sílini svimja undir tí. Jú, veturin
er komin, vetrarins ævintýr er byrjað.
Hann javnar alt út, fyllir gil og
gryftir, og á kirkjugarðinum leggur hann
seg oman á leiðini, so bert krossarnir
koma undan og siga frá, at her sova
tey, sum bjargað eru úr livsins vanda.
Men hátt yvir krossunum stendur
kirkjan; høg og alvarsom stenđur hon,
sum vildi hon sagt:
»Hjá mær er hvíld, hjá mær er friður,
her kunnu tit sova trygt, Hvsins stríð og'
stormar koma ikki higar; tí eg gevi ikki
eins og verðin gevur, eg gevi lív, ið
varar, lív ið gongur fram av deyða.«
Og hvønn sunnumorgun ringja klokk-
urnar og siga frá, at algóður og friðsælur
er hann, sum tendraði sól og mána og
allar stjørnur.
Við hitt vestara kirkjuhornið er
Haraldur jarðaður. Har vóru nógv, ið
fylgdu honum til gravar; men næst við
kistuna gingu hini gomlu, og millum
teirra gekk Karin, eingin helt tað vera
undarligt.
Presturin hevði talað so vakurt um
lívið, ið var so torført fyri mongum, og
hann segði, at alt í livinum var eftir
Guðs alvísa ráði, og um hann gav okkum
sorg, so fingu vit á somu tíð megi til at
bera haria.
Tað vóru mong, sum grótu á grøvini.