Ungu Föroyar - 01.11.1915, Síða 1
M 11.
NOVEMBER 1915.
5. árg.
Snjóhvíta.
(Eftir brøðurnar Grimm.)
Tað var einaferð mitt um veturin,
og kavaflykrurnar komu so mjúkar
dettandi niður á jørðina. Tá sat ein
drottning frammi við ein glugga og
seymaði, og gluggagrinđin var gjørd úr
svørtum íbintræi, meðan kavin lá glitr-
andi hvítur utan fyri. Tá stakk drottn-
ingin seg í fingurin við nálini, og
tríggir blóðdropar duttu niður í kavan.
Og av tí, at hitt reyða blóðið í hinum
hvíta kavanum var so vakurt at síggja,
hugsaði hon við sær sjálvum: »Guð
gævi eg hevði átt eitt barn so hvítt
sum kavi, so reytt sum blóð og so
svart sum træið í gluggagrindini!*
Stutt aftan á hetta fekk hon eina
lítla dóttur, sum var hvít sum kavi,
reyð sum blóð, og hárið hevði hon
svart sum íbintræ, og tí varð hon
kallað Snjóhvíta. Tá ið hetta barnið
var borið í heim, doyði drottningin.
Tá ið árið var umliðið giftist
kongurin upp aftur. Henda nýggja
drottningin var fríð til útsjóndar; men
hon var stolt og stórlátin, og henni
dámdi ikki, at nakar skuldi bera av
henni í vakurleika. Hon átti ein merk-
iligan spegil; meðan hon stóð framman
fyri honum og speglaði sær í honum,
spurdi hon:
»Mín lítli spegil á bróstinum uppi,
í vísdðmi finst ei tín líki.
Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum
í hesum landi og ríki?«
og tá svaraði spegilin aftur:
»Tú drottning fríðast av kvinnum ert
í hesum lanđi og ríki.«
Nú var hon glað og væl hýrd; tí
hon visti, at spegilin segði sannleikan.
Snjóhvíta vaks og treivst væl, og
hon gjørdist vakrari og vakrari í hvørj-
um, og tá ið hon var sjey ára gomul,
var hon so fríð sum hin Ijósi dagur, ja
fríðari enn drottningin sjálv. Tá ið
hon einaferð spurdi spegil sín:
»Mín lítli spegil á bróstinum uppi
í vísdómi finst ei tín líki.
Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum
í hesum landi og ríki?«
so svaraði spegilin aftur: