Ungu Föroyar - 01.11.1915, Blaðsíða 1

Ungu Föroyar - 01.11.1915, Blaðsíða 1
M 11. NOVEMBER 1915. 5. árg. Snjóhvíta. (Eftir brøðurnar Grimm.) Tað var einaferð mitt um veturin, og kavaflykrurnar komu so mjúkar dettandi niður á jørðina. Tá sat ein drottning frammi við ein glugga og seymaði, og gluggagrinđin var gjørd úr svørtum íbintræi, meðan kavin lá glitr- andi hvítur utan fyri. Tá stakk drottn- ingin seg í fingurin við nálini, og tríggir blóðdropar duttu niður í kavan. Og av tí, at hitt reyða blóðið í hinum hvíta kavanum var so vakurt at síggja, hugsaði hon við sær sjálvum: »Guð gævi eg hevði átt eitt barn so hvítt sum kavi, so reytt sum blóð og so svart sum træið í gluggagrindini!* Stutt aftan á hetta fekk hon eina lítla dóttur, sum var hvít sum kavi, reyð sum blóð, og hárið hevði hon svart sum íbintræ, og tí varð hon kallað Snjóhvíta. Tá ið hetta barnið var borið í heim, doyði drottningin. Tá ið árið var umliðið giftist kongurin upp aftur. Henda nýggja drottningin var fríð til útsjóndar; men hon var stolt og stórlátin, og henni dámdi ikki, at nakar skuldi bera av henni í vakurleika. Hon átti ein merk- iligan spegil; meðan hon stóð framman fyri honum og speglaði sær í honum, spurdi hon: »Mín lítli spegil á bróstinum uppi, í vísdðmi finst ei tín líki. Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum í hesum landi og ríki?« og tá svaraði spegilin aftur: »Tú drottning fríðast av kvinnum ert í hesum lanđi og ríki.« Nú var hon glað og væl hýrd; tí hon visti, at spegilin segði sannleikan. Snjóhvíta vaks og treivst væl, og hon gjørdist vakrari og vakrari í hvørj- um, og tá ið hon var sjey ára gomul, var hon so fríð sum hin Ijósi dagur, ja fríðari enn drottningin sjálv. Tá ið hon einaferð spurdi spegil sín: »Mín lítli spegil á bróstinum uppi í vísdómi finst ei tín líki. Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum í hesum landi og ríki?« so svaraði spegilin aftur:

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.