Ungu Föroyar - 01.11.1915, Blaðsíða 6
86 —
súrepli, og tá ið hon sá, at bóndakonan
át av tí, so var hon ikki ment longur
at halda í móti; hon rætti hondina út
um og tók hin eitraða helmingin. Valla
bevði hon tikið bitan í munnin, so fall
hon deyð til jarðar niður. Tá hugdi
drottningin at henni við ræðuligum
eygnaskotum og segði: »Hvít sum
snjó, reyð sum blóð, svørt sum ibintræ!
Hesa ferðina verða dvørgarnir ikki førir
fyri at vekja teg upp aftur!« Tá hon
var heim komin og spurđi spegilin:
»Mín lítli spegil á bróstinum uppi,
í vísdómi er ei tín líki.
Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum
í hesum landi og ríki?«
so svaraði hann endaliga:
»Tú drottning fríðast av kvinnum ert
í hesum landi og ríki.«
Tá hevði hennara øvundsjúka hjarta
rógv, so væl sum eitt ónt og øvund-
siúkt hjarta kann hava rógv.
Hinir smáu dvørgarnir komu heim
aftur í smáttuna um kvøldið, og tá
funnu teir Snjóhvítu liggjandi á gólv-
inum; ondin var burtur, hon var đeyð.
Teir lyftu hana upp, leitaðu, um teir
ikki kundu finna okkurt eiturkynt,
loystu um hana, kembdu hár hennara
og tvóu henni við vatni og víni, men
har batti alt einki; hon var deyð og
varð verandi deyð, henda kæra genta.
Teir settu hana undir børu, og allir
sjey settu seg hjá og syrgdu og grótu
í tríggjar langar dagar.
So ætlaðu teir at bera hana til
gravar; men hon var so frísk at líta
at sum ein livandi menniskja, og kinnir
hennara vóru enn líka reyðar og
vakrar. Tá søgdu teir: »Vit kunnu
ikki grava hana niður í døkka mold,«
og lótu so gera kistu úr glasi, at ein
kundi síggja gjøgnum hana allar vegir,
og har í løgdu teir Snjóhvítu og
skrivaðu við gyltum bókstøvum navn
hennara á kistuna og at hon var kongs-
dóttir. Síðan settu teir kistuna upp á
fjallið, og ein teirra var altíð har hjá
til at vaka uppi yvir henni. Og djór-
ini komu eisini at syrgja Snjóhvítu:
fyrst ein ugla, so ein ravnur, og síðst
ein lítil dúgva.
Nú lá Snjóhvíta langa, langa tíð í
kistuni, men fúnaði ikki, var heldur til
útsjóndar sum tá hon svav; tí hon var
enn so hvít sum snjó, so reyð sum blóð
og so svarthærd sum íbintræ.
So hendi tað, at ein kongssonur
reið út í skógin og kom til dvørga-
smáttuna fyri at vera har um náttina.
Hann sá uppi á fjallinum kistuna og
hina vøkru Snjóhvítu inni í henni, og
hann las tað, sum stóð skrivað við
gyltum bókstøvum. Tá segði hann við
dvørgarnar: »Latið meg fáa kistuna;
eg skal geva tykkutn aftur fyri, hvat
tit vilja hava.« Men dvørgarnir svar-
aðu: »Vit lata hana ikki fyri alt gullið
í verøldini.« Tá segði hann: »So gevið
mær hana, tí eg kann ikki liva utan at
síggja Snjóhvítu, eg skal halda hana í
æru sum unnustu mína.« Meðan hann
so talaði, blotnaðu hjørtu dvørganna,og
teimum tókti synd í honum, og teir
góvu honum kistuna.
Kongssonurin læt nú tænastumenn
sínar bera hana burtur haðani. Á veg-
inum fóru teir á einum staði stumbl-
andi yvir eitt óslætt lendi, og av tí,
at kistan skakaðist, stakk hin eitraði
súreplabitin, sum Snjóhvíta hevði bitið