Ungu Föroyar - 01.11.1915, Page 6

Ungu Föroyar - 01.11.1915, Page 6
86 — súrepli, og tá ið hon sá, at bóndakonan át av tí, so var hon ikki ment longur at halda í móti; hon rætti hondina út um og tók hin eitraða helmingin. Valla bevði hon tikið bitan í munnin, so fall hon deyð til jarðar niður. Tá hugdi drottningin at henni við ræðuligum eygnaskotum og segði: »Hvít sum snjó, reyð sum blóð, svørt sum ibintræ! Hesa ferðina verða dvørgarnir ikki førir fyri at vekja teg upp aftur!« Tá hon var heim komin og spurđi spegilin: »Mín lítli spegil á bróstinum uppi, í vísdómi er ei tín líki. Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum í hesum landi og ríki?« so svaraði hann endaliga: »Tú drottning fríðast av kvinnum ert í hesum landi og ríki.« Tá hevði hennara øvundsjúka hjarta rógv, so væl sum eitt ónt og øvund- siúkt hjarta kann hava rógv. Hinir smáu dvørgarnir komu heim aftur í smáttuna um kvøldið, og tá funnu teir Snjóhvítu liggjandi á gólv- inum; ondin var burtur, hon var đeyð. Teir lyftu hana upp, leitaðu, um teir ikki kundu finna okkurt eiturkynt, loystu um hana, kembdu hár hennara og tvóu henni við vatni og víni, men har batti alt einki; hon var deyð og varð verandi deyð, henda kæra genta. Teir settu hana undir børu, og allir sjey settu seg hjá og syrgdu og grótu í tríggjar langar dagar. So ætlaðu teir at bera hana til gravar; men hon var so frísk at líta at sum ein livandi menniskja, og kinnir hennara vóru enn líka reyðar og vakrar. Tá søgdu teir: »Vit kunnu ikki grava hana niður í døkka mold,« og lótu so gera kistu úr glasi, at ein kundi síggja gjøgnum hana allar vegir, og har í løgdu teir Snjóhvítu og skrivaðu við gyltum bókstøvum navn hennara á kistuna og at hon var kongs- dóttir. Síðan settu teir kistuna upp á fjallið, og ein teirra var altíð har hjá til at vaka uppi yvir henni. Og djór- ini komu eisini at syrgja Snjóhvítu: fyrst ein ugla, so ein ravnur, og síðst ein lítil dúgva. Nú lá Snjóhvíta langa, langa tíð í kistuni, men fúnaði ikki, var heldur til útsjóndar sum tá hon svav; tí hon var enn so hvít sum snjó, so reyð sum blóð og so svarthærd sum íbintræ. So hendi tað, at ein kongssonur reið út í skógin og kom til dvørga- smáttuna fyri at vera har um náttina. Hann sá uppi á fjallinum kistuna og hina vøkru Snjóhvítu inni í henni, og hann las tað, sum stóð skrivað við gyltum bókstøvum. Tá segði hann við dvørgarnar: »Latið meg fáa kistuna; eg skal geva tykkutn aftur fyri, hvat tit vilja hava.« Men dvørgarnir svar- aðu: »Vit lata hana ikki fyri alt gullið í verøldini.« Tá segði hann: »So gevið mær hana, tí eg kann ikki liva utan at síggja Snjóhvítu, eg skal halda hana í æru sum unnustu mína.« Meðan hann so talaði, blotnaðu hjørtu dvørganna,og teimum tókti synd í honum, og teir góvu honum kistuna. Kongssonurin læt nú tænastumenn sínar bera hana burtur haðani. Á veg- inum fóru teir á einum staði stumbl- andi yvir eitt óslætt lendi, og av tí, at kistan skakaðist, stakk hin eitraði súreplabitin, sum Snjóhvíta hevði bitið

x

Ungu Föroyar

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.